Í 1995 var føroysk kjaksending á skránni í Sjónvarp Føroya. Kjakið snúði seg um vantandi rættindum hjá samkyndum í Føroyum. 16 ár seinni er bara vunnið eitt av teimum mongu vantandi rættindinum, sum kjakast varð um í hesi sending.
Bogi Davidsen, serlækni og samkyndur, Kristjan Magnussen, hinkyndur løgtingsmaður og Sámal Petur í Grund, táverandi landstýrismaður og hinkyndur, luttaka í kjakinum. Høgni Hoydal var vertur.
Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 28. november 1995.
Sí kjaksendingina her.
© Kringvarp Føroyar eigur øll rættindi til hesa sending

