Mike nr. 1 á Ekstra Bladet

Mike Viderø, limur í LGBT Føroyar, gav fyri stuttum út sangin “Hygg at mær”, sum nú liggur lagið ovast á download listanum hjá Ekstra Blaðdet.

Mike, sum roynir seg fyri fyrstu ferð á tónleikamarknaðinum við “Hygg at mær”, hevur higartil klára seg stak væl.

Hóast sangurin er á føroyskum, so eigur Mike altso fyrsta plássið á heimasíðuni hjá Ekstra Bladet. Hann er eitt nú frammanfyri X-Factor vinnaran Sarah (sum eisaini er samkynd), DEV við In The Dark og Svenstrup og Vendelboe við Dybt Vand.

Tað kann hugsast, at tað serstakliga eru føroyingar, sum hava ognað sær sangin hendan vegin, men kortini er tað ein flottur heiður, sum Mike nú hevur fingið.

Vit ynskja honum hjartaliga tillukku og góðan byr framyvir.

Kelda: Portal.fo

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.