f s r
^

Føroyar eru broyttar!

Í dag gingu 5.000 fólk í skrúðgongu í havnargøtum. Eitt tíðliigt tekin um, at fólkið vil einar øðrvísi og rúmligar Føroyar.

– Pridin í dag var eitt tekin um at Føroyar eru broyttar. Vit í LGBT høvdu frammanunda sett sum mál, at fáa 1000 fólk til Faroe Pride 2012, at fimm ferðir so nógv komu er eitt tekin um, at vit eru ikki einsamøll í stríðnum fyri einum rúmligum Føroyum, har øll eru javnsett, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í rørsluni.

Sjálvt veðurgudarnar vóru við Pridini í dag, tá hon í allar fagrasta veðrið fór út Gundadali kl. 16.00. Allan vegin oman gjøgnum býin løgdust fólk til og fram við vegnum stóðu fólk og fagnaðu gonguni.

– Í mun til fólkatalið í Føroyum var Pridin í dag ein tann størsta í heiminum og tað er eitt met sum vit eiga at verða stolt av, sigur Annlis Bjarkhamar, ið eisini er ein av fyrireikarunum.

LGBT Føroyar vil takka øllum teimum mongu, sum tóku lut á Pridini, øllum teimum, ið hava stuðlað og hava hjálpt til við at gera Faroe Pride 2012 til veruleika. Tit hava øll í dag gjørt Føroyar vakrari, rúmligari og vónríkari.

Sí fleiri myndir frá tiltakinum her.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply