VIÐTØKUR
Viðtøkur fyri LGBT+ Føroyar
§1 Navn og heimstaður
Rørslan eitur “LGBT Føroyar”* – rørsla til frama fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum
Rørslan hevur heimstað í Tórshavn
§2 Endamál
Endamál rørslunnar er :
• at leggja lunnar undir eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymiskleikunum hjá hvørjum einstøkum.
• at skapa trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.
• at virka fyri, at øll uttan mun til kynsliga ábending og kynsligan samleika skulu hava somu rættindi og skyldur og somu møguleikar at liva og virka í føroyska samfelagnum,
• at bróta niður fordómar og varpa ljós á umstøðurnar hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.
• at veita ráðgeving, stuðul og upplýsing
• at virka fyri altjóða samstarvi við líknandi feløg
§3 Limir
Ein og hvør, ið tekur undir við endamálinum, kann gerast limur í rørsluni.
§4 Aðalfundur
Aðalfundurin er hægsti myndugleikin hjá rørsluni.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í mars mánaði.
Aðalfundurin verður lýstur alment ella við skrivi til hvønn einstakan lim í minsta lagi fýra vikur áðrenn fundin.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Nevndin kann í serstøkum føri gera frávik frá tíðarfreistum.
Fundarskrá:
1. Val av orðstýrara.
2. Ásfrágreiðing.
3. Roknskapur verður lagdur fram.
4. Innkomin mál.
5. Val av 6 nevndarlimum og 2 ella fleiri varalimum
6. Áseting av limagjaldi
7. Ymiskt.
Nevndarlimir vera valdir við, at limirnir skriva nøvnini á 6 valevnum á atkvøðuseðlar, og tey við flest atkvøðum eru vald. Orðstýrarin skipar fyri uppteljingini.
Stendur á jøvnum verður lutakast. Valskeiðið er 1 ár.
Eykalimir vera valdir við, at limirnir skriva nøvnini á 2 ella fleiri valevnum á atkvøðuseðlar, og tey við flest atkvøðum eru vald. Orðstýrarin skipar fyri uppteljingini.
Stendur á jøvnum verður lutakast. Valskeiðið er 1 ár.
Limir, ið hava goldið limagjald, hava atkvøðurætt, og øll mál verða avgjørd við vanligum meiriluta av teimum, ið møta og hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
Eykaaðalfundur skal haldast, um ein meiriluti í nevndini ella ¼ av limunum ynskja hetta. Eykaaðalfundur skal fráboðast limunum skrivliga við 14 daga freist.
§5 Nevndin
Rørslan verður stjórnað av eini 6-mannanevnd, vald á aðalfundinum.
Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin við talsfólki, skrivara og peningarøkli. Harumframt fáa nevndarlimirnar ábyrgd av hvør sínum øki innan miðlar og marknaðarføring, politiskt arbeiði, ráðgeving og upplýsing og tiltøk.
Fer nevndarlimur frá ella fær ikki møtt á fundi, kemur varalimur í hansara stað.
Nevndin hevur ábyrgdina av øllum virkseminum hjá rørsluni og kann eftir tørvi seta aðrar bólkar at arbeiða við ávísum økjum og evnum.
Rørslan verður bundin við undirskrift frá peningarøklinum ella av 2 nevndarlimum.
Við veðseting av føstum ognum ella við upptøku av lánum krevst nevndarsamtykt og undirskrift frá peningarøklinum og minst 3 nevndarlimum.
Stutt frágreiðing verður skrivað í fundarbók um alt, sum verður viðgjørt á nevndarfundi. Henda skal undirskrivast av øllum nevndarlimum á fundi.
Nevndarfundur er ikki viðtøkuførur, uttan so at minst 3 nevndarlimur eru á fundi.
§6 Fíggjarviðurskifti
Roknskaparárið er álmanakkaárið
Nevndin skal bera so í bandi, at greiniligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur.
§7 Útihýsing
Limir, ið skaða virksemi hjá rørsluni, kunnu vera útihýstir.
Nevndin kann í styttri ella longri tíð ella endaliga útihýsa lim, sum á einhvønn hátt mótarbeiðir áhugamálunum hjá rørsluni.
Limur hevur rætt til skrivliga ella munnliga at føra fram síni sjónarmið fyri nevndini, áðrenn avgerð verður tikin.
Limurin, sum í styttri ella longri tíð ella endaliga verður útihýstur, kann krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til endaliga avgerð.
Á aðalfundinum skulu 2/3 atkvøða fyri útihýsing av liminum. Viðkomandi limur skal hava møguleika at føra sjónarmið síni fram á aðalfundinum
§8 viðtøkubroyting og avtøka
Nevnd og limir kunnu seta fram uppskot til broytingar í viðtøkunum. Hesar viðtøkur kunnu broytast við vanligum meiriluta á aðalfundi.
Rørslan kann ikki takast av uttan so, at allir limir skrivliga hava fingið fundarboð, og at 4/5 av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.
Verður rørslan tikin av, skulu ognirnar latast onkrum vælgerandi endamáli til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn 01.06.2011