top of page
LGBT+ Føroyar

LGBT+ heiðursløn latin B36 kvinnum


Leygardagin 28.august hevði LGBT+ Føroyar aðalfund og veitslu.


Vanligt er á pridini, at heiðra tey sum á onkran hátt hava givið eitt eyka íkast til stríði fyri javnrætti og ymiskleika í Føroyum.


Í ár var ongin pride, og tí vóru heiðurslønirnar handaðar á veitsluni leygarkvøldið.


Kvinnur hjá B36 fingu LGBT+ heiðurslønina fyri 2021.



Grundgevingin fyri at lata henda heiður til B36 kvinnurnar er henda:

”Hendan heiðursløn verður latin B36 kvinnum fyri við kappingarbyrjan at hava tikið avgerð um at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband.

Olga Kristina Hansen, liðskipari, hevur í fjølmiðlunum greitt væl frá, hví tit tóku hesa støðu.

Hóast boð komu frá FSF um, at ikki var loyvt at spæla við ælabogalitta liðskiparabandinum, so stóðu tit stinnar og hildu fast í tykkara avgerð.



Tí fyri tykkum snúði tað seg um at virða øll menniskju.

Tit eru fyrimyndir, og vit takka tykkum av hjarta fyri, at tit gera fótbóltin rúmligan, og soleiðis vísa á, at fótbólturin skal vera eitt stað, har øll skulu kenna seg væl og trygg.

Vit hava í ár sæð fleiri fótbóltsfeløg vísa sín stuðul í stríðnum móti mismuni, vit hava sæð fótbóltsspælarar í øllum aldri, hondbóltslandsliðið hjá monnum, kappróðrabátar, dómarar o.o bera ælabogalitt liðskipararbond, lissur ella sveittabond.

Vit takka øllum, sum vísa lit, tí tað er bert við at taka støðu, at vit veruliga kunnu forða fyri, at munur verður gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella kynsliga sannføring.


Tit – B36 kvinnur – tóku støðu, tit vardu hesa støðu og stóðu fast við hana. Tað vísir styrki og dirvi og ein hugburð, sum bæði tænir fótbóltinum og samfelagnum”.



Saman við heiðursbrævinum fingu allar á liðnum plakatina, sum Heiðrikur Á Heygum gjørdi í samband við 10 ára stovningardagin hjá LGBT+ Føroyar og eitt ælabogalitt sveittaband.Olga Kristina Hansen, liðskipari, takkaði vegna allar á liðnum og segði at tær ætlaðu at halda áfram á sama hátt og við góðum treysti.


27 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page