VIRÐISLØNIR
Hvørt ár letur LGBT+ heiðurslønir til persónar, fyritøkur ella annað virksemi, fyri avrik, ið eru til frama fyri LGBT+ rørsluna.
LGBT+ Føroyar letur virðislønir til egnar limir, trúðfastar stuðlar og felagsskapir, sum hava gingið á odda og slóða fyri í stríðum fyri javnrættindi fyri LGBTarar í Føroyum ella fyri at kasta eitt jaligt og uppbyggjandi ljós á LGBT føroyingar.
Hesar virðislønir eru:
- Ársins Róland
- Ársins Hinskynd/LGBT+ Virðislønin
- Ársins Miðlaløn
Virðislønir verða givnar tá tær eru uppibornar, og tí eru tær ikki altíð árligar.
ÁRSINS RÓLANT
Heiðurslønin verður árliga latin av nevndini í LGBT Føroyum fyri at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála. Heiðurslønin verður latin einum LGBTara, sum LGBT Føroyar metir, hevur givið eitt týdningarmikið og langt íkast til stríðið fyri javnbýtis rættindum til LGBTarar í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar.