{"id":2202,"date":"2023-03-31T14:48:00","date_gmt":"2023-03-31T13:48:00","guid":{"rendered":"https:\/\/lgbt.fo\/?p=2202"},"modified":"2025-03-11T02:52:58","modified_gmt":"2025-03-11T02:52:58","slug":"rodan-hja-anniku-ro-samuelsen-a-altjoda-kvinnudegnum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/2023\/03\/31\/rodan-hja-anniku-ro-samuelsen-a-altjoda-kvinnudegnum\/","title":{"rendered":"R\u00f8\u00f0an hj\u00e1 Anniku R\u00f3 Samuelsen \u00e1 Altj\u00f3\u00f0a kvinnudegnum"},"content":{"rendered":"<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ein hei\u00f0ur fyri meg at vera saman vi\u00f0 tykkum \u00ed kv\u00f8ld \u00ed hesi v\u00f8kru l\u00f8tuni. Eg eri takksom fyri m\u00f8guleikan at deila m\u00edna s\u00f8gu vi\u00f0 tykkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg m\u00e1 takka fyriskiparunum av Femifagna\u00f0inum fyri at skapa eitt sta\u00f0, eitt forum, fleirm\u00e6lt forum ennt\u00e1, har vit kunnu hava ein opnan og sannan dialog um t\u00e6r st\u00f8\u00f0ur og teir spurningar, i\u00f0 veruliga t\u00fd\u00f0a naka\u00f0 fyri okkum. Saman ber til hj\u00e1 okkum at skapa eina meira fevnandi og meira r\u00e6ttv\u00edsa ver\u00f0 fyri \u00f8ll. Tit hava st\u00f3rt r\u00f3s uppibori\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum tv\u00f8rkynd kvinna standi eg frammanfyri tykkum errin og vi\u00f0 tign. M\u00edn fer\u00f0 \u00ed gj\u00f8gnum l\u00edvi\u00f0 hevur sn\u00fa\u00f0 seg um vi\u00f0raking, broyting og menning. Eg havi st\u00fdrt m\u00e6r sj\u00e1lvari \u00ed gj\u00f8gnum t\u00e6r avbj\u00f3\u00f0ingar og v\u00e6ntanir, i\u00f0 samfelagi\u00f0 hevur av m\u00e6r, og okkum, og \u00ed gj\u00f8gnum t\u00ed\u00f0ina gj\u00f8rdist eg ein sterkari og sj\u00e1lvsikkrari kvinna. \u00cdgj\u00f8gnum m\u00ednar pers\u00f3nligu bardagar havi eg fingi\u00f0 eitt forst\u00e1ilsi fyri vakurleikanum og fj\u00f8lt\u00e6ttanini av l\u00edvinum. Sum kvinna havi eg eitt serstakt sj\u00f3narmi\u00f0 til ver\u00f0ina, og eg veit, at vit \u00f8ll kunnu n\u00e1a st\u00f3rleika, \u00f3anss\u00e6\u00f0 hv\u00f8rjar umst\u00f8\u00f0ur vit koma fr\u00e1 ella liva \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri her \u00ed dag fyri at deila m\u00edna s\u00f8gu vi\u00f0 tykkum og v\u00f3nandi hugkveikja ella l\u00edvga onnur til at g\u00f3\u00f0taka, vir\u00f0a og vi\u00f0urkenna teirra egnu fer\u00f0 \u00edgj\u00f8gnum l\u00edvi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 vit savnast her \u00ed dag, til altj\u00f3\u00f0a kvinnudagin, er umr\u00e1\u00f0andi at vi\u00f0urkenna teir bardagar, i\u00f0 kvinnur \u00edgj\u00f8gnum s\u00f8guna hava muga barst fyri. F\u00f8royskar kvinnur hava sj\u00e1lvar sta\u00f0i\u00f0 yvirfyri s\u00ednum egnu serst\u00f8ku avbj\u00f3\u00f0ingum. Fr\u00e1 javnst\u00f8\u00f0u vi\u00f0v\u00edkjandi r\u00e6ttv\u00edsa atgongd til \u00fatb\u00fagving og starvssetan til at sleppa at vera vi\u00f0urkendar sum einst\u00f8k menniskju og f\u00e1a stemmir\u00e6tt og politiska vi\u00f0urkenning sum lei\u00f0andi partar av samfelagnum. Ta\u00f0 er so umr\u00e1\u00f0andi, at vit minnast t\u00e6r sterku kvinnur, i\u00f0 hava veri\u00f0 her undan okkum, i\u00f0 hava gj\u00f8rt, ta\u00f0 t\u00e6r kundu fyri tey r\u00e6ttindi, i\u00f0 vit nj\u00f3ta v\u00e6l av \u00ed dag. N\u00fa vit hei\u00f0ra br\u00f8gd hj\u00e1 kvinnum, latum okkum eisini hei\u00f0ra ta\u00f0 arbei\u00f0i\u00f0, i\u00f0 enn ver\u00f0ur barst fyri, av kvinnum, til \u00f8ll. Vit skylda teimum sl\u00f3\u00f0br\u00f3tarum, i\u00f0 v\u00f3ru her \u00e1\u00f0renn okkum, at bl\u00edva vi\u00f0 at kempa fyri einari meira og meira r\u00e6ttv\u00edsari ver\u00f0 fyri allar kvinnur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 eg hyggi aftur \u00e1 m\u00edna egnu fer\u00f0 at uppdaga og koma til s\u00e6ttis vi\u00f0 m\u00edtt kyn, gerist eg hugtikin av teimum avbj\u00f3\u00f0ingum, i\u00f0 tv\u00f8rkynd m\u00f8ta, \u00ed l\u00edvi s\u00ednum. Fyri n\u00f3gv okkara er tilgongdin at skifta kyn og g\u00f3\u00f0taka okkara sannleika ikki ein l\u00f8tt tilgongd, og hon kann vera full av \u00f8rvitisskapi, \u00f3tta og \u00f3tryggleika. Ta\u00f0 tekur alla t\u00ed\u00f0ina vit eiga og allan k\u00e6rleika og stu\u00f0ul fr\u00e1 okkara k\u00e6ru, til at vit f\u00e1a vi\u00f0urkent okkara veruleika. Ta\u00f0 er ein trupul og har\u00f0ur teinur at ganga, men at gj\u00f8gnumf\u00f8ra ta\u00f0 er ta\u00f0 vert. T\u00e1 i\u00f0 vit endiliga eru f\u00f8r fyri at liva sum vit sj\u00e1lvi, kenna vit eina fr\u00edheit og gle\u00f0i, i\u00f0 er sera h\u00f8r\u00f0 at seta or\u00f0 \u00e1. Eg tr\u00fagvi, at ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi fyri okkum \u00f8ll, at vit mugu kunna liva sum vit eru, uttan at \u00f3ttast fyri l\u00edvinum. Ta\u00f0 er ein grundleggjandi kvinnur\u00e6ttur (mannar\u00e6ttur), og ein r\u00e6ttur, i\u00f0 skal verjast og var\u00f0veitast fyri \u00f8ll menniskju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00edskil lati\u00f0 okkum, \u00e1 altj\u00f3\u00f0a kvinnudegnum, hei\u00f0ra fer\u00f0ina hj\u00e1 \u00f8llum kvinnum, so ymiskar sum t\u00e6r munnu vera, og vi\u00f0urkenna t\u00fddningin av at skapa eina ver\u00f0, har \u00f8ll f\u00f8la seg fr\u00ed til at \u00fatrykkja seg sj\u00e1lvi og vera gla\u00f0, akkur\u00e1t sum tey eru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 Gu\u00f0i sum vitni, so kann eg siga, at eg havi veri\u00f0 \u00ed gj\u00f8gnum n\u00f3gv str\u00ed\u00f0 og n\u00f3gvar avbj\u00f3\u00f0ingar \u00e1 m\u00ednari fer\u00f0. Illsinna\u00f0i or\u00f0 og \u00f3ndskapur er eitt, men tann st\u00f8rsta avbj\u00f3\u00f0ingin, i\u00f0 eg havi havt, er manglandi forst\u00e1ilsi og g\u00f3\u00f0t\u00f8ka. Transfobi, mismunur og forfylging tr\u00edvast enn n\u00f3gva sta\u00f0ni, og ta\u00f0 kann sj\u00e1lvandi gera s\u00edtt til, at tv\u00f8rkynd ikki f\u00e1a liva, sum tey eru. Uttanh\u00fdsis avbj\u00f3\u00f0ingar eru eitt, men har eru eisini n\u00f3gvir innanh\u00fdsis bardagar, serliga ta\u00f0 at koma til s\u00e6ttis vi\u00f0 at man er tv\u00f8rkynd. Sj\u00e1lvsag, er hettar ein har\u00f0ur dystur, i\u00f0 tvinga\u00f0i meg at gera upp allar m\u00ednar skeivleikar og vi\u00f0urkenna, at m\u00ednar kenslur, um at tv\u00f8rkyndleiki var skeivur, n\u00fa so br\u00e1tt sn\u00fa\u00f0u seg um meg sj\u00e1lva.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum tv\u00f8rkynd kvinna beri eg merki av at yvirliva. Eg f\u00f8li vektina av angis og av at vera happa og h\u00e1\u00f0a av teimum, i\u00f0 ikki skilja meg. Eg eri blivin ste\u00f0ga av myndugleikum, i\u00f0 s\u00ed\u00f0ani hava s\u00e1tt teirra iva um meg og gj\u00f8rt gj\u00f8ldur burtur \u00far, hvat eg eri. Eg havi eisini kent pers\u00f3nlig str\u00ed\u00f0, i\u00f0 hava skaka meg v\u00e6l inn \u00ed m\u00edna s\u00e1l. Eg havi hildi\u00f0 \u00fat ta sorgina, i\u00f0 kvinnur flest kenna &#8211;&nbsp; at f\u00e1a r\u00e6\u00f0i\u00f0 tiki\u00f0 av m\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er t\u00f3 ein sorg, i\u00f0 er yvir allar a\u00f0rar \u00ed l\u00edvi m\u00ednum. Ta\u00f0 er, at eg fari aldrin at bera eitt barn \u00ed hendan heim. Tankin, um at eg ikki eri f\u00f8dd l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga sum konuf\u00f3lk, sp\u00f8kir meg. Ta\u00f0 er har, \u00edgj\u00f8gnum \u00f8ll m\u00edni \u00e1r, i\u00f0 m\u00edn sorg, m\u00edtt angist og m\u00edn dj\u00fapasta vrei\u00f0i liggja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt\u00ed\u00f0 havi eg havt trupult vi\u00f0 at fyrigeva m\u00ednum Skapara fyri at hava blanda\u00f0 kortini so miki n\u00f3gv \u00ed m\u00f3ti m\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3 yvir t\u00ed\u00f0 eri eg komin at skilja, at Gu\u00f0 ikki leitar eftir m\u00ednari fyrigeving. H\u00f3ast Gu\u00f0 ikki gevur vi\u00f0 b\u00e1\u00f0um hondum, m\u00e1 eg bara eisini \u00e1sanna, at hann ger eiheldur mist\u00f8k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg m\u00e1 fyrigeva m\u00e6r sj\u00e1lvari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So eg fyrigevi m\u00e6r sj\u00e1lvari fyri ta p\u00ednu og sorg, i\u00f0 eg havi bori\u00f0 so leingi. Eg havi gj\u00f8rt m\u00e6r ta\u00f0 sum m\u00e1l, at hj\u00e1lpa \u00f8\u00f0rum at skilja og g\u00f3\u00f0taka, hvat tv\u00f8rkyndleiki er. Eg vil stu\u00f0la r\u00e6ttindum til \u00f8ll f\u00f3lk, \u00f3ans\u00e6\u00f0 kyn ella samleika. Ja, m\u00edn fer \u00edgj\u00f8gnum l\u00edvi\u00f0 hevur veri\u00f0 h\u00f8r\u00f0, men hon hevur leitt meg til at g\u00f3\u00f0taka meg sj\u00e1lva \u00ed fri\u00f0i og n\u00e1\u00f0um. Og fyri ta\u00f0 eri eg serligani takksom.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis eru eisini p\u00fara praktiskar avbj\u00f3\u00f0ingar, sum eg og onnur tv\u00f8rkynd standa yvirfyri \u00ed samfelagnum. Sum d\u00f8mi so kann vera torf\u00f8rt at fara til l\u00e6kna, banka ella anna\u00f0, har pers\u00f3nspapp\u00edrir skulu n\u00fdtast. Ta\u00f0 er ringt fyri n\u00f3gv at skilja hv\u00ed, og ta\u00f0 er p\u00farasta okay ikki at skilja ta\u00f0, men fyri meg so vildi eg heldur fremja dokumentfalsk enn at vera s\u00e6dd sum naka\u00f0, i\u00f0 eg ikki var longur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 tv\u00f8rkynd \u201cspretta\u201d, kann ver\u00f0in v\u00e6l gerast lj\u00f3sarey\u00f0. Ta\u00f0 at liva sum ta\u00f0 veruliga menniskja, i\u00f0 man er, er ta\u00f0 besta, i\u00f0 kann henda einum menniskja. Ta\u00f0 sigur seg sj\u00e1lvt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir medisinskt kynsskifti er byrja\u00f0, so eru a\u00f0rir trupulleikar. N\u00f8kur d\u00f8mi eru:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg hev\u00f0i trupulleika at atkv\u00f8\u00f0a til f\u00f3lkatingsval, t\u00ed ta\u00f0 var\u00f0 s\u00e1ddur ivi, um eg var tann, i\u00f0 samleikapr\u00f3gvi\u00f0 seg\u00f0i eg var<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er vandi fyri at vera vend \u00ed hur\u00f0ini \u00ed st\u00f8\u00f0um har samleiki er umr\u00e1\u00f0andi, eitt n\u00fa vi\u00f0 bl\u00f3\u00f0royndum ella t\u00e1 man skal inn \u00ed eitt land, onkunt\u00ed\u00f0 t\u00e1 man kemur heim til F\u00f8royar eisini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tv\u00f8rtur um alt hettar so hyggi eg at framt\u00ed\u00f0ini vi\u00f0 bl\u00ed\u00f0leika og v\u00f3n fyri okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00edsast kann \u00e1 vaksandi forst\u00e1ilsi og vi\u00f0urkenning av tv\u00f8rkyndum, og n\u00f3gv menniskju og n\u00f3gvir felagsskapir arbei\u00f0a fyri at skapa eitt meira r\u00famligt og g\u00f3\u00f0takandi samfelag. Ta\u00f0 er m\u00edn v\u00f3n, at vit, vi\u00f0 at bl\u00edva vi\u00f0 at kunna, l\u00e6ra og vir\u00f0a onnur, kunnu skapa eina ver\u00f0, har tv\u00f8rkynd eisini vera g\u00f3\u00f0tikin fyri tey, tey eru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Til t\u00e1 er ta\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi at vit framvegis stu\u00f0la hv\u00f8r \u00f8\u00f0rum og skapa r\u00fam fyri \u00f8llum, har \u00f8ll kunnu f\u00f8la seg trygg og stu\u00f0la\u00f0. Sj\u00f3nligheit og umbo\u00f0an er avger\u00f0andi fyri ein og hv\u00f8nn minniluta, i\u00f0 leitar s\u00e6r vi\u00f0urkenning og g\u00f3\u00f0t\u00f8ku. Hetta er eisini galdandi fyri tv\u00f8rkynd, i\u00f0 leingi hava kempa\u00f0 fyri at vera hoyrd, og at f\u00e1a teirra avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0urkendar. Vi\u00f0 at deila okkara s\u00f8gur, og vi\u00f0 at vera sj\u00f3nlig, royna vit at gera okkara fyri, at br\u00f3ta ni\u00f0ur teir m\u00farar av ford\u00f3mum og misfatanum, i\u00f0 for\u00f0a fyri, at vit vera s\u00e6dd sum menniskju. Ta\u00f0 er vi\u00f0 k\u00e6rleika, umbo\u00f0an og at vera sj\u00f3nlig, at vit saman kunnu byggja eitt samfelag, i\u00f0 hei\u00f0rar og skilir ymiskleikan, i\u00f0 b\u00fdr \u00ed \u00f8llum menniskjum. Eg f\u00f8li meg noydda at arbei\u00f0a fyri eini framt\u00ed\u00f0, har ein og hv\u00f8r, \u00f3anss\u00e6\u00f0 kyn, kann liva uttan \u00f3tta fyri l\u00edvi s\u00ednum. T\u00ed vit vita av sonnum, at er ta\u00f0 naka\u00f0, vit kvinnur hava kent, so er ta\u00f0 \u00f3tta fyri l\u00edvi okkara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi, at vit f\u00f8la okkum ernar av teimum fetum frameftir, og teimum \u00farslitum, i\u00f0 vit hava megna\u00f0 at bart okkum fram til tey seinastu \u00e1rini. B\u00e6\u00f0i her heima \u00ed F\u00f8royum, og \u00fati \u00ed heiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum tv\u00f8rkynd kvinna, i\u00f0 b\u00fdr \u00ed F\u00f8royum, eri eg \u00f8giliga v\u00e6l tilvita\u00f0 um tey fram\u00edhj\u00e1r\u00e6ttindi, i\u00f0 eg havi, og ta atgongdina til stu\u00f0ul fr\u00e1 einum fantastiskum heilsuverki\u00f0, bara vi\u00f0 at vera f\u00f8dd \u00ed hesum landi. Eg \u00f8tist vi\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 eg hugsi um t\u00e6r kvinnur, i\u00f0 vera steina\u00f0ar, dripnar og ney\u00f0tiknar. Skil meg t\u00f3 r\u00e6tt, F\u00f8royar hava veri\u00f0 og forseta at vera eitt vandamiki\u00f0 sta\u00f0 fyri tv\u00f8rkynd, serliga tv\u00f8rkyndar kvinnur. Syrgiligi sannleikin er, at vit megna at st\u00fdra okkum burtur fr\u00e1 skuggas\u00ed\u00f0uni \u00ed F\u00f8royum. Men veruleikin er tann, at t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 fer at henda at ein av okkum ver\u00f0ur funnin uttan l\u00edv, so mugu vit \u00e1sanna, at ta\u00f0 hevur bara veri\u00f0 b\u00ed\u00f0a eftir t\u00ed. F\u00f8royar hava gj\u00f8rt st\u00f3r framstig fyri at betra um r\u00e6ttindi og at verja tey menniskju, i\u00f0 b\u00fagva her. Eg eri errin av at vera f\u00f8royingur, h\u00f3ast vit hava so n\u00f3gv at arbei\u00f0a vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mangla enn l\u00f8gfr\u00f8\u00f0iligt kynskifti, so tv\u00f8rkynd kunnu skifta kyn \u00e1 papp\u00edrinum, ikki bara \u00ed bl\u00f3\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mangla s\u00e1larfr\u00f8\u00f0iligan depil og medisinskar vi\u00f0ger\u00f0ir fyri tv\u00f8rkynd \u00ed F\u00f8royum. \u00cd sta\u00f0in ver\u00f0a vit send uttanlands \u00ed vi\u00f0ger\u00f0, upp \u00ed m\u00f3ti fleiri fer\u00f0ir um \u00e1ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mangla at hyggja at okkara m\u00e1li\u00f0 og tora at gera n\u00fdggj hugt\u00f8k, so vit kunnu vera meiri fevnandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg so inniliga v\u00f3ni, at vit kunnu halda fram vi\u00f0 at byggja upp\u00e1 tey framstig, i\u00f0 vit hava framt, vi\u00f0 v\u00f3n um eina betri framt\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum tv\u00f8rkynd standi eg frammanfyri tykkum \u00ed kv\u00f8ld, sum eitt testamenti upp\u00e1 styrkjuna av m\u00f3tst\u00f8\u00f0umegi, st\u00f8\u00f0ufesti og v\u00f3n. M\u00edn fer\u00f0 \u00ed gj\u00f8gnum l\u00edvi\u00f0 hevur veri\u00f0 full av avbj\u00f3\u00f0ingum, men hon er eisini skilmarka\u00f0 av t\u00ed fantastiska stu\u00f0li og k\u00e6rleika, i\u00f0 eg havi fingi\u00f0 fr\u00e1 F\u00f8royum og m\u00ednum k\u00e6ru. T\u00edskil m\u00e1 eg \u00ed dag, \u00e1 altj\u00f3\u00f0a kvinnudegnum, senda \u00fat eina umb\u00f8n, um at vit \u00f8ll fara til verka! So vit kunnu bl\u00edva vi\u00f0 at berjast fyri einum samfelagi\u00f0, i\u00f0 er javnsett og g\u00f3\u00f0takandi! Latum okkum minnast, at hv\u00f8rt eitt fet, i\u00f0 vit taka saman m\u00f3tvegis framstigi og javnst\u00f8\u00f0u, ikki er uttan avbj\u00f3\u00f0ingar og m\u00f3tst\u00f8\u00f0u. Ta\u00f0 er gj\u00f8gnum okkara felags styrki og okkara treysti, at vit vinna \u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingunum! Ta\u00f0 er gj\u00f8gnum g\u00f3\u00f0t\u00f8ku av okkara fram\u00edhj\u00e1r\u00e6tti, umfevnan av okkara ymiskleika og viljan til at skapa eina ver\u00f0 fyri \u00f8ll, at vit kunnu skapa varandi og fantastiskar broytingar! Lat okkum vera tann broytingin, i\u00f0 vit ynskja at s\u00edggja \u00fati \u00ed heimi. Lat okkum reisast fyri t\u00ed, i\u00f0 er r\u00e6tt! Lat okkum kempa \u00edm\u00f3ti mismuni! Og komi\u00f0 og ARBEI\u00d0I\u00d0 fyri framt\u00ed\u00f0ini!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg eri so hugkveikt av teimum st\u00f3ru framstigum, i\u00f0 eru gj\u00f8rd higartil, og eg vi\u00f0urkenni, at enn er n\u00f3gv eftir at gera! Komi\u00f0 og bl\u00edvi\u00f0 vi\u00f0 at tosa \u00fat, stu\u00f0la, kunna og lyfta hv\u00f8rja a\u00f0ra! Komi\u00f0 og hei\u00f0ri\u00f0 okkara kropsligu og s\u00e1larligu ymiskleikar, og har hv\u00f8r ein pers\u00f3nur sleppur at liva eitt s\u00f8miligt, vir\u00f0iligt og kerligt l\u00edv. Saman kunnu vit byggja ver\u00f0ina, og eg eri naka\u00f0 so spent og takksom fyri at sleppa at vera vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri.<\/p>","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 er ein hei\u00f0ur fyri meg at vera saman vi\u00f0 tykkum \u00ed kv\u00f8ld \u00ed hesi v\u00f8kru l\u00f8tuni. Eg eri takksom [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":182137770,"featured_media":2206,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_crdt_document":"","_uag_custom_page_level_css":"","site-sidebar-layout":"default","site-content-layout":"","ast-site-content-layout":"default","site-content-style":"default","site-sidebar-style":"default","ast-global-header-display":"","ast-banner-title-visibility":"","ast-main-header-display":"","ast-hfb-above-header-display":"","ast-hfb-below-header-display":"","ast-hfb-mobile-header-display":"","site-post-title":"","ast-breadcrumbs-content":"","ast-featured-img":"","footer-sml-layout":"","ast-disable-related-posts":"","theme-transparent-header-meta":"","adv-header-id-meta":"","stick-header-meta":"","header-above-stick-meta":"","header-main-stick-meta":"","header-below-stick-meta":"","astra-migrate-meta-layouts":"default","ast-page-background-enabled":"default","ast-page-background-meta":{"desktop":{"background-color":"var(--ast-global-color-5)","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""},"tablet":{"background-color":"","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""},"mobile":{"background-color":"","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""}},"ast-content-background-meta":{"desktop":{"background-color":"var(--ast-global-color-4)","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""},"tablet":{"background-color":"var(--ast-global-color-4)","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""},"mobile":{"background-color":"var(--ast-global-color-4)","background-image":"","background-repeat":"repeat","background-position":"center center","background-size":"auto","background-attachment":"scroll","background-type":"","background-media":"","overlay-type":"","overlay-color":"","overlay-opacity":"","overlay-gradient":""}},"advanced_seo_description":"","jetpack_seo_html_title":"","jetpack_seo_noindex":false,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":false,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"_wpas_customize_per_network":false},"categories":[77613915],"tags":[],"class_list":["post-2202","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-obolkad"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1282%2C1257&ssl=1","uagb_featured_image_src":{"full":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1282%2C1257&ssl=1",1282,1257,false],"thumbnail":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=150%2C150&ssl=1",150,150,true],"medium":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=300%2C294&ssl=1",300,294,true],"medium_large":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=768%2C753&ssl=1",768,753,true],"large":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1024%2C1004&ssl=1",1024,1004,true],"1536x1536":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1282%2C1257&ssl=1",1282,1257,true],"2048x2048":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1282%2C1257&ssl=1",1282,1257,true],"trp-custom-language-flag":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=12%2C12&ssl=1",12,12,true],"newspack-article-block-landscape-large":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=1200%2C900&ssl=1",1200,900,true],"newspack-article-block-portrait-large":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=900%2C1200&ssl=1",900,1200,true],"newspack-article-block-square-large":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=1200%2C1200&ssl=1",1200,1200,true],"newspack-article-block-landscape-medium":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=800%2C600&ssl=1",800,600,true],"newspack-article-block-portrait-medium":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=600%2C800&ssl=1",600,800,true],"newspack-article-block-square-medium":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=800%2C800&ssl=1",800,800,true],"newspack-article-block-landscape-intermediate":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=600%2C450&ssl=1",600,450,true],"newspack-article-block-portrait-intermediate":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=450%2C600&ssl=1",450,600,true],"newspack-article-block-square-intermediate":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=600%2C600&ssl=1",600,600,true],"newspack-article-block-landscape-small":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=400%2C300&ssl=1",400,300,true],"newspack-article-block-portrait-small":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=300%2C400&ssl=1",300,400,true],"newspack-article-block-square-small":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=400%2C400&ssl=1",400,400,true],"newspack-article-block-landscape-tiny":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=200%2C150&ssl=1",200,150,true],"newspack-article-block-portrait-tiny":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=150%2C200&ssl=1",150,200,true],"newspack-article-block-square-tiny":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=200%2C200&ssl=1",200,200,true],"newspack-article-block-uncropped":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1200%2C1177&ssl=1",1200,1177,true],"mailpoet_newsletter_max":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=1282%2C1257&ssl=1",1282,1257,true],"woocommerce_thumbnail":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=300%2C300&ssl=1",300,300,true],"woocommerce_single":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?fit=600%2C588&ssl=1",600,588,true],"woocommerce_gallery_thumbnail":["https:\/\/i0.wp.com\/lgbt.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/03\/Annika-Ro-Samuelsen.webp?resize=100%2C100&ssl=1",100,100,true]},"uagb_author_info":{"display_name":"unijoh","author_link":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/author\/unijoh\/"},"uagb_comment_info":0,"uagb_excerpt":"Ta\u00f0 er ein hei\u00f0ur fyri meg at vera saman vi\u00f0 tykkum \u00ed kv\u00f8ld \u00ed hesi v\u00f8kru l\u00f8tuni. Eg eri takksom [&hellip;]","jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_shortlink":"https:\/\/wp.me\/pgp3sg-zw","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2202","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/182137770"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=2202"}],"version-history":[{"count":4,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2202\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":2209,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2202\/revisions\/2209"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media\/2206"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=2202"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=2202"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/lgbt.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=2202"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}