f s r
^

Vælkomin handan føroyska ælabogan

Tá sonurin ynskir sær sjeik

- Tá sonurin fortaldi mær, at hann var samkyndur, stúrdi eg fyri, hvussu lív hansara mundi fara at laga seg. Eg kendi jú lítið til samkynda umhvørvið í Føroyum og hugsaði mest um rokið, sum var um § 266b. Soleiðis sigur Evald Rasmussen, pápi 18 ára gamla Høgna. © Sosialurin

Read more

Mike nr. 1 á Ekstra Bladet

Mike Viderø, limur í LGBT Føroyar, gav fyri stuttum út sangin “Hygg at mær”, sum nú liggur lagið ovast á download listanum hjá Ekstra Blaðdet. Mike, sum roynir seg fyri fyrstu ferð á tónleikamarknaðinum við "Hygg at mær", hevur higartil klára seg stak væl. Hóast sangurin er á føroyskum, so

Read more

Eg var ikki sum hinir dreingirnir

Høgni Miné er 18 ára gamal og samkyndur. Longu tíðliga í teenageárunum visti hann, at hann var øðrvísi enn aðrir dreingir. Hóast hann hevur havt onkrar neiligar upplivingar, so heldur hann seg hava eitt gott lív sum samkyndur í Føroyum At vera samkyndur í Føroyum er ikki so ringt, sum

Read more

Øll hyggja at Mike

Mike Viderø, sum fyri nøkrum árum síðani varð kosin ársins samkyndi av LGBT Danmark, er aktuellur við nýggjum tónleiki. Grundgevingin fyri, at Mike á sinni vann heiðurin var, at hann stóð fram sum samkyndur í Føroyum, tá harðast leikaði á. Á tann hátt var hann við til at skumpa undir

Read more

2.500 vitjandi fyrsta vikuskifti

Eftir eitt vikuskifti, hava 2.500 vitjandi verið og vitja okkara nýggju heimasíðu! Tað fjálar at síggja, at so nógv fólk vísa okkara heimasíðu og rørslu áhuga. Vit vóna, at tey vitjandi fáa nógv gott og upplýsandi burtur úr vitjanini.

Read more

Vælkomin handan føroyska ælabogan

Rørslan LGBT Føroyar er áhugafelagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum í Føroyum. Endamálið við rørsluni er at økja um trivnaðin hjá kynsligu minnilutunum í samfelagnum, umframt at betra um rættindini og arbeiða fram ímóti fullari javnstøðu í øllum viðurskiftum samfelagsins, m.a. við kunning og sum heild at gerast sjónligari.

Read more