f s r
^

Vælkomin handan føroyska ælabogan

Føroyskar LGBT barnabøkur

Brot úr blogginum Egið rúm Hin stóra bókin um familjur Ikki so langt síðan gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út Hina stóru bókina um familjur. Eg var í útvarpinum og royndi at tosa væl fyri bókini, og tikið var væl ímóti henni, skal sigast. Treyðugt so, onkrum dámdi ikki, at samkyntar

Read more

The Whole World Has Gone Gay!

"VH1 Totally Gay" er dokumentarfilmur frá rásini VH1 um hvussu heimurin er alsamt meira samkyndgjørdur, og hvussu mentunarliga markið millum samkynd og hinkynd er við at hvørva. Í miðlunum, í listini, í vinnulívinum, í lýsingum og í samfelagnum eru samkynd og alt, ið hevur við samkyndasamfelagið at gera, vorðið meira

Read more

Cassiopeia – Kjak um samkynd

Føroysk kjaksending um at vera samkyndur og vantandi rættindum hjá samkyndum í Føroyum. Kjakið er partur av sendingini Cassiopeia. Sonja Jógvansdóttir, Rúni Kim Petersen, Ulrik Skytte Friis, ið øll eru samkynd og Hanne Jacobsen, móður at einum samkyndum barni, luttaka. Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 9. mai

Read more

Samkynt par bjargaði 40 fólkum á Utøya

Hege Dalen og Toril Hansen, ið eru samkyndar og liva saman, bjargaðu 40 ungum fólkum, tá ið tey royndu at rýma av Utøya, har Anders Behring Breivik drap í minasta lagi 77 aðrar ungdómar. Hege Dalen og Toril Hansen vóru í gongd við at gera mat á einum campingstað hinum

Read more

5 teir bestu føroysku “samkyndu” sangirnir

Seinastu árini hava fleiri einstaklingar og tónleikabólkar, alment mannaðir við hinkyndum monnum, skrivað og spælt ymiskar føroyskar sangir um samkyndar menn. Og tað eru altíð menn. Higartil hevur eingin hinkyndur føroyingum víst samkyndum kvinnum sín tónleikaáhuga. LGBT Føroyar hevur gjørt ein lista yvir fimm teir bestu sangirnar. Flestu sangirnir eru

Read more

Eldri kjak um vantandi rættindi hjá samkyndum

Í 1995 var føroysk kjaksending á skránni í Sjónvarp Føroya. Kjakið snúði seg um vantandi rættindum hjá samkyndum í Føroyum. 16 ár seinni er bara vunnið eitt av teimum mongu vantandi rættindinum, sum kjakast varð um í hesi sending. Bogi Davidsen, serlækni og samkyndur, Kristjan Magnussen, hinkyndur løgtingsmaður og Sámal

Read more

Eldri dokumentarfilmur um føroysk samkynd í útlegd

Føroyskur dokumentarfilmur um samkyndar føroyingar í Danmark. Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya í 1994. Dagmar Joensen-Næs gjørdi sendingina. Sí filmin her. © Kringvarp Føroyar eigur øll rættindi til henda film.

Read more

Ólavsøkuveitsla fyri LGBT limir

26. juli 2011 skipaði LGBT Føroyar fyri Ólavsøkuveitslu fyri limum sínum. Veitslan var í Mettustovu og umleið hálvt hundrað fólk møttu upp til eitt stak væleydna og hugnaligt kvøld. Sí fleiri myndir frá veitsluni á okkara Facebook síðu her. LGBT Føroyar takkar Okkara og Kvinnufelagið í Havn fyri stuðulin.

Read more

Verjuleysur – Føroyskur dokumentarfilmur frá 1991

Føroyskur dokumentarfilmur um AIDS-rakta Hannus Guttesen, sum lat lív av sjúkuni á sumri í 1991. Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 13. oktober 1991. Dagmar Joensen-Næs gjørdi sendingina. Sí filmin her. © Kringvarp Føroyar eigur øll rættindi til henda film

Read more

Nýtt “gay” videolag frá Grandma´s Basement

Burtursæð frá, at eingin enn er "blívin" gay (vit eru fødd soleiðis), og at hinkyndir menn, ið eru tryggir við sín kynsleika, ikki fáa lyndi at spýggja, tá ið samkyndir menn ganga framvið, so meta vit í LGBT Føroyar, at dreingirnir í Grandma´s Basement framvegis eru nokkso fittir og LGBT-vinarligir.

Read more