f s r
^

Avvarðandi

Fyri tey flestu avvarðandi er tað, at fáa at vita, at barn títt er samkynt, tvíkynt ella transpersónur, ikki nakað tú væntar. Tískil verður tú ofta tikin á bóli við tíðindunum.

Tað er umráðandi, at tú tekur ímóti tíðindunum við opnum sinni. Nógv samkynd, tvíkynd og transpersónar minnast enn á, hvussu ringt tað var at siga, hvat tú ert, og hvussu neiliga summi foreldrini tóku ímóti tíðindunum. Tað, sum fyri tey sjálvi ofta er eitt sera jaligt upplivilsi, kann gerst eitt sera neiligt upplivilsi í sprettisamrøðuni við foreldur og onnur avvarðandi.

Tá dóttir tín ella sonur tín er komin hagar, at tey eru klár at spretta og siga tær sannleikan, so eru tey aloftast púra greiður yvir, at viðkomandi er samkynd/ur, tvíkynd/ur ella ein transpersónur. Talan er ikki um eina fasu í eitt styttri tíðarskeið, og so verður vent aftur til “leiklutin” sum hinskynd/ur.

Talan er sjálvandi ikki um eitt val. Vit eru øll fødd soleiðis, og hevði tú kunna valt, so hevði tú neyvan valt at vera t.d. samkyndur, tí dagsins samfelag hevur gjørt tað munandi lættari at verið hinskyndur. Men soleiðis er lívið bara ikki, og tí mugu avvarðandi fyrihalda seg við tann veruleika tey liva í.

Nú veitst tú tað! – Hvat so?

Tað kann væl vera, at tú sum foreldur fert at uppliva sorg, vreiði, skuldarkenslu og eina kenslu av at hava “mist” títt barn.

Allar hesar kenslur eru vanligar og púra natúrligar. Men tað er týdningarmikið, at tú minist til, at barn títt er ikki broytt, tað er akkurát sami persónur, sum tú hevur givið lívs og elska síðani tað varð føtt.

Tú kanst eisini gerast bilsin yvir, hvussu nógvar góða eginleikar eitt LGBT barn kann hava, sum tú ikki hevði fingið við einum hinskyndum barni. Annars eru ikki teir stóru munirnir á samkyndum og hinskyndum børnum. Tey hava øll sama kærleika til síni foreldur, tey forelska seg í øðrum fólkum, tey kenna hjartasorg, tey stovna sína egnu familju og tey hjálpa sínum foreldrum, tá ið tey hava tørv á tí.

Stuðla tínum samkynda barni í teirra veruliga kynsleika – tað styrkir tann samkynda og kann vera við til, at viðkomandi fer at trívast sum samkynd/ur í Føroyum. Ger eisini, at barnið ikki kennir seg noyddan at flyta av landinum, eins og onnur ættarlið framman undan hava kent seg noyddan til.

Avvarðandi er ikki einans foreldur. Tað eru eisini onnur í familjuni, vinir, kenningar, grannar og starvsfelagar. Men tað kann eisini vera børn og fyrrverandi hjúnafelagar hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

Samband

Ynskir tú sum avvarðandi at tosa um tíni viðurksifti, so ber til at ringja til “LGBT ráðgevingina”. Vit lurta og vegleiða tær fegin.

Vit hava eisini ein stuðulsbólk fyri foreldur at samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Ynskir tú at taka lut í hesum bólk, so ber til at melda teg til umvegis teldupost: spyr@lgbt.fo

Um nóg stórur áhugi er, vilja vit fegin vera við til at seta á stovn enn fleiri stuðulsbólkar fyri onnur avvarðandi.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply