f s r
^

LGBT hetjur

 

  • Rólant Samuelsen
  • Karin Kjølbro
  • Bogi Davidsen
  • Hannus Guttesen
  • Dagmar Joensen-Næs
  • Edmund Joensen
  • Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal
  • Jóannes Eidesgaard

Rólant Samuelsen, sáli

Rólant Samuelsen er ein av fyrstu føroyingum, sum velur at liva eitt alment lív sum samkyndur í Føroyum í seyti- og áttatiárinum. Soleiðis slóðar hann fyri komandi ættarliðum av samkyndum føroyingum. Hann er vælumtóktu sum persónur, frisør, sjónleikari, stylist og kreativ sál. Soleiðis er hann eisini við til at varpa eitt jaligt ljós á samkyndar føroyingar.

Rólant Samuelsen varð føddur í 1942, og byrjaði í 1962 egna frisørsalong á Kongabrúnni til bæði menn og kvinnur. Salong Rólant varð sera vælumtókt og fekk nógv vitjandi. Rólant gavst í 1972 og fór til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Heimafturkomin helt hann fram sum frisør í Tróndargøtu. Umframt at vera opin um sín kynsliga samleika, búði hann nógv ár saman við sjeikinum Benny. Tá ið teir báðir gjørdust varugir við, at teir høvdu fingið HIV, fluttu teir aftur til Danmarkar í 1989, har teir skrásettu seg í parlagi, áðrenn Rólant doyði av AIDS í 1992. Rólant Samuelsen gjørdist 50 ára gamal.

Samrøða í Oyggjaskeggja

Longu í 1975 er hann djarvur nokk til at úttala seg um at vera samkyndur í Føroyum. Hetta ger hann í útisetablaðnum Oyggjaskeggja. Hann úttalaði seg m.a. soleiðis í Oyggjaskeggja: “Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg.” Rólant segði eisini frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyndleika. Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl.

Brot úr greinini “Tær tóku land” (um søguna hjá Joto), sum Rigmor Dam skrivaði í Sosialinum

 

Fyrsti stylisturin í Havn

Rólant Samuelsen, sáli, sum umframt at vera fastur kundi í Joto, eisini var dugnaligur frisørur, sminkørur og stylistur í Havn, starvaðist eitt tíðarskeið í handlinum.

– Eg minnist, at Rólant var fyrsti kundin, sum kom inn og keypti eitt heilt Arabia stell, sum var eitt tungt, brúnt keramikk stell, sum veruliga undirstrikaði trýssaratrendin.

– Tá vóru fólk nógv meira tolin enn tey eru í dag, tí har gekk Rólant í niðurringaðum flesablusum, platauskóm, reyðum lakkbuksum og eygnaskuggum, sigur Tordis, og Hanna sigur víðari:

– Óansæð hvat hann mælti kundunum til, so lurtaðu tær eftir honum. Eitt nú kundi hann finna uppá at siga ”nei, veitst tú hvat, hasa lebastiftina skuldi tú altso tikið og skift út, tí her er ein, sum stendur nógv betur til tína húð”, og so keypti daman eina nýggja lebastift. Og tær elskaðu tað, at hann feteraði tær og kom við góðum ráðum.

Hvíl í friði, Rólant

Rólant Samuelsen er uttan iva ein av størstu hetjuni, ið føroysk samkynd hava. Hann gekk fremst har eingin annað tordi, og slóðaði vegin fyri onnur føroysk samkynd, ið síðani hava valt at liva eitt opið lív. Samstundis vísti hann føroyingum, at samkynd eru vanlig fólk, ið ein ikki noyddist at ræðast, og sum hava ein hóp av góðum eginleikum, ið kunnu koma samfelagnum til góðar. Vit lýsa frið yvir minnið eftir Rólant Samuelsen – ein av okkara størstu LGBT hetjum!

Karin Kjølbro

Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á Ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.

Karin Kjølbro, sum varð onnur av fyrstu kvinnunum, ið vóru valdar beinleiðis inn á Føroya Løgting, hevur altíð arbeitt fyri rættindunum hjá minnilutum í Føroyum. Longu í 1979 legði hon fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki samtykt fyrr enn í 1994. Í 1971 var Karin við til at stovnað Javna, og hevur annars gjørt stórt og munagott arbeiði fyri at skapa javnstøðu og javnrættindi Føroyum.

Bogi Davidsen

Bogi Davidsen, serlækni og samkyndur, hevur arbeitt ótroyttandi fyri væntandi rættindum hjá samkyndum í Føroyum. Sum lækni á Ríkissjúkrahúsinum var hann eisini ein stór hjálp og stuðul hjá teimum mongu føroyingum, sum vegna AIDS endaðu sínar dagar í Danmark. Bogi spældi eisini ein stóran og týðandi leiklut í stríðnum um §266b.

Hannus Guttesen, sáli

Hannus Guttesen, var samkyndur og fyrsti persónur, ið andaðist av herviligu sjúkuni AIDS í Føroyum. Tá ið eingin annar tordi at standa fram, bæði sum samkyndur og HIV-raktur, valdi Hannus at taka lut í grípandi føroyskari dokumentarsending. Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 13. oktober 1991, og elvdi tá til mikið kjak í almenna rúminum. Hannus Guttesen andaðist á sumri í 1991. Vit lýsa frið yvir minnið eftir Hannus Guttesen – ein av okkara LGBT hetjum!

Edmund Joensen

Í tíðini sum tingformaður í Føroya Løgtingi átalaði Edmund Joensen ferð eftir ferð, tá samkynd vóru niðrandi viðgjørd av ávísum tinglimum, og eitt av orðunum, sum hann fekk ruddað úr løgtinginum var ljóta, misvísandi og niðrandi orðið ”kynsvillingar”.

Edmund Joensen hevur í sínum virki sum tingformaður verið við til at skapa eina virðiligari viðgerð, tá ið spurningar um samkynd eru viðgjørdir á tingi, og hetta hevur eisini sett síni varandi spor í viðgerðina á tingi og í almenna rúminum sum heild.

Edmund Joensen var eisini ein av teimum, sum stuðlaðu grein 266b, tá ið hon var samtykt í tingsetuni í 2006.

edmund_joensen

Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli

2. november 2005 løgdu Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fram broytingaruppskot til §266b í revsilógini. Hetta var aðru ferð uppskotið kom fyri Tingið. 20 tinglimir atkvøddu móti lógaruppskotinum og 12 fyri.

Í 2006 løgdu tey bæði uppskotið  fyri Løgtingið, fyri triðju ferð. Hesa ferð verður uppskotið samtykt, og lógin verður endaliga dagførd – 17 atkvøður fyri og 15 ímóti – næstan 20 ár eftir at lógin varð dagførd í Danmark.

Dagmar Joensen-Næs

Dagmar Joensen-Næs er journalistur við drúgvum royndum innan starvsgreinina. Hon hevur framleitt mangar áhugaverdar sendingar í Kringvarpinum. Samkynd minnast kanska best dokumentarsendingarnar Verjuleysur – Hannus Guttesen frá 1991 og Úr myrkrinum frá 1994. Báðar sendingarnar vóru slóðbrótandi, fluttu mørk og elvdu kjak í Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, nógvir føroyingar alment sóu samkyndar føroyingar, og sendingar vóru við til at geva rúm fyri, at tosa um evnið alment. Í 2015 gjørdi Dagmar aftur tvær áhugaverdar dokumentarsendingar um søguna hjá samkyndum føroyingum. Sendingin í tveimum pørtum fekk heitið: Av hinum slagnum.

Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, talaði søk teirra samkyndu o.l., tá ið flestu aðrir politikkarar valdu at tiga ella rópa eyðkvæmis orð eftir hesum samfelagsbólki. Á Ólavsøku 2004 helt hann, sum løgmaður, jaliga og stuðlandi røðu um javnrættindi fyri allar føroyingar. Røðan var hildin í samband við stuðulskonsert fyri táverandi Friðarbogan. Løgmaður fekk fleiri ákoyringar frá øðrum politikarum og átrúnaðarligum bólkum, men valdi djarvur at standa við sína áskoðan. Og soleiðis gerst man ein LGBT hetja.

Les alla røðu løgmans niðanfyri:

Góðu áhoyrarar – góðu ólavsøkugestir!
 
Høvuðsstaður okkara er karmur um tjóðarhátíð Føroya. Úr øllum ættum koma fólk saman til stevnu. Leikir eru á sjógvi og landi, og ítrótturin kappast um heiðurspláss og brøgd at inna. Hetta eru løtur við hugna og samveru, har álvara og gaman liggur á ljóði.
Á ólavsøku standa føroyingar saman, og brýr verða bygdar millum oyggjar og fólk. Vit eru eitt fólk og ein tjóð. Vit standa saman um Føroya land, og byggja landið sum eitt fólk. Eyðvitað er tað, at vit eru ymisk av lyndi, og ymiskt er, hvat hvør einstakur er upptikin av. Men felagseyðkennið er størri enn tað, ið brýtur frá. Vit eru ymisk av lyndi og uppfatan, men felags er alskurin til landið, náttúruna, mentanina og fólkið – alskurin til Føroya land.
 
Sum ein liður í eini fjøltáttaðari ólavsøkuskrá samlast vit í Grasagarði undir einum Friðarboga, ið er heitið á felagnum fyri samkynd.
Friðarbogin ímyndar ikki harðræði, har pílurin og bogin tóku ræðið við kúgandi valdsgerð. Áður var bogin tekin um vald, og undir hesum boga lívdi fólkið tey – ið bogin vardi. Men undir hesum boga vórðu eisini fólk týnd – tey, ið bogin ikki eirdi.
 
Friðarbogin er, sum orðið sigur, ein bogi av friði. Friðarbogin er sum ælabogin á luftini, ið letur litir sínar endurspeglast í tilveruni hjá menniskjanum. Friðarbogin er ein opin føvningur, har øll fáa innivist, har eingin verður útihýstur, og har tað at vera menniskja sum felagsnevnari er størri enn øll frávik.
 
Talan er um dirvi, nú tey samkyndu hava stovnað sítt felag. Tað er skilagott at viðurkenna sær sín egna kynsliga samleika. Tað er gott við felags virksemi, so kor og umstøður hjá teimum samkyndu rúma eitt størri mál av opinleika. Tíðin er búgvin, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur – tað hevur verið tabu.Opinleiki og vitan fara við tíðini at taka alt tað mystiska frá hugtakinum “samkynd/ur”. Tey samkyndu hava sjálvandi somu menniskjasligu og samfelagsligu dygdir sum tey hinkyndu. Við atliti at mannavirði og persónligum, fakligum og yrkisligum førleika eru orð sum samkynd ella hinkynd virðisneutral.
 
Tá talan er um politikk og samfelag, so eigur Føroya land at rúma øllum føroyingum og fara væl við fólki, ið vitja landið. Tað er ikki rætt, at ávísir minnilutar mega flyta av landinum vegna lívsáskoðan ella kynsliga kós. Í einum framkomnum samfelag eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju.
 
Millum mong týdningarmikil hugtøk eru tvinni umráðandi til tess at byggja land. Talan er um andsfrælsi og tolsemi. Tikið verður soleiðis til í áliti um fólkaskúlan:
“Í allari undirvísing og uppaling skal skúlin fremja andsfrælsi og tolsemi. Andsfrælsi er at skilja sum rætturin hjá einstaklingum at hugsa og gera eftir sannføring sínari.
Tolsemi er í orði og verki at sýna medmenniskjanum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur.”
 
Greiningin av orðinum andsfrælsi gevur tí einstaka rætt at hava sína egnu áskoðan til dømis í politikki og øðrum lívsins viðurskiftum og at liva samsvarandi.
 
Andsfrælsi er gott og gangligt – til dømis frælsi at hugsa, skriva og tala. Men hugtakið andsfrælsið kann í allari sínari góðsku hava óhepnar fylgir. Tess vegna er neyðugt við tí næsta orðinum – tolsemi. Tolsemið er neyðugt, um andsfrælsið ikki skal gerast rætturin hjá tí sterka at kúga hin veikara – rætturin hjá meirilutanum at trælka ella forfylgja einum minniluta.
 
Andsfrælsið gevur mær rætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur. Tíverri trívist intoleransa eisini í dag. Intoleransa er, eftir mínari fatan, eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eitt friðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur.
 
Intoleransa er hugsjónarligt fall og ein veikleiki í øllum samstarvi og samskifti.
 
Sæð út frá hesum sjónarhorni er tað gott við einum Friðarboga, sum við klárskygni, upplýsing og vitan taðar lendið, so blóman kann spretta. Eisini í hesi søk er tað galdandi, at hóvsemi og tollyndi eru góð amboð í hondini á urtagarðsmanninum – so loksins bæði grør og sprettur í Grasagarði.    
 
Takk fyri – góða ólavsøku!
 
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
 
(28. juli 2004)

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply