f s r
^

Vunnin rættindi og javnstøða

Samkyndleiki er ikki longur ólógligur

Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár

Samkyndleiki er ikki ein sinnissjúka

Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sinnissjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tekur somu avgerð í 1991.

Aldursmarkið verður javnstillað við hinskyndum

Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum.

Samkynd kunnu gera hernaðartænastu

Føroysk samkynd hava vunnið rættin at arbeiða ella gera tænastu í danska herðinum, sum eisini skal verja Føroyar. Hetta var broytt longu í áttatiárinum.

Ikki loyvt at niðurgera ella hótta fólk vegna kynsliga sannføring

Eftir at hava verið og vent í Løgtinginum fyri triðju ferð, verður §266b endaliga broytt í 2006 soleiðis, at kynslig sannføring (seksuel orientering) eisini verður nevnt í lógini, ið skal forða slíkum “hatespeech” í Føroyum.

Samkynd eisini fevnd av pensjón- og lívstryggingarlóggávu

Nýggj tryggingarlóggáva, sum kemur í gildi í 2010, ber so í bandi, at fólk, ið hava livað í “hjúnabandslíknandi støðu í meira enn tvey ár” verða mett sum maki hjá tryggingartakaranum. Soleiðis kunnu samkynd eisini arva pensjón og lívstrygging hjá hvør øðrum, um annar parturin doyr.

Ísáðing

Frá 2016 kunnu samkyndar kvinnur eisini fáa almenna hjálp til ísáðing, eins og hinkyndar kvinnur longu fáa.

Tvørkyndleiki er ikki longur ein sinnissjúka

1. januar 2017 varð tvørkyndleiki alment strikaður sum ein sálarligsjúka í danska heilsuverkinum. Føroyska og grønlendska heilsuverkið fylgja vanliga øllum tilmælum frá tí danska. Danmark er fyrsta landið í heimunum, ið avgerð, at tað ikki longur ynskir at lýsa tvørkynd sum sinnissjúk. Tað er ikki óvæntandi, at WHO, heilsustovnurin hjá ST, eisini fer at taka somu avgerð sum danir.

Samkyndleiki ella homosekualitetur varð somuleiðis mettur at vera ein sálarsjúka, ið kundi lekjast fram til 1981 í Føroyum og restini av danska kongaríknum. Meðan WHO ikki strikaði samkyndleika sum eina sinnissjúku fyrr enn í 1991.

Samkynd kunnu nú gifta seg borgarliga

30. mai 2017 viðtók Føroya Løgting langt um leingi at broyta føroysku hjúnabandslógina, so samkynd pør eisini kunnu gifta seg borgarliga. 18 atkvøður fyri og 14 ímóti. Øll samgongan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, eins og Edmund Joesen úr Sambandsflokkinum atkvøddu øll fyri lógarbroytingini. Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddi fyri uppskotinum undir 2. viðgerð, var uttanlands til 3. viðgerð.

Tað stendur nú føroysku Fólkakirkjuni samstundis frítt um tey ynskja at vælsigna samkynd hjún, ið eru borgarliga gift. Men hetta kann ikki gerast fyrr enn kirkjan sjálv avgerð um ynskir ella ei at gera eitt hóskandi ritual fyri samkynd pør, eins og tey longu hava fyri hinskynd pør.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply