f s r
^

Rættindi

Tíðirnar eru broyttar í Føroyum, vit eru farin frá at vera ein ósjónligur og nógv óttaður minnilutabólkur, sum alt ov ofta varð noyddur at liva í útlegd, til at vera ein sjónligur og virkin viðspælari í føroyska samfelagnum.

Hetta merkir tó ikki, at vit í dag eru javnsett við hinskynd í Føroyum. Tað er langt frá. Tí mugu vit áhaldandi krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar.

Eina ferð koma vit á mál. Eina ferð fara vit at kunna liva og virka á jøvnum føti við allar aðrar føroyingar.

Tí sum vit hava fingið at vita, síðani vit vóru smábørn. Tað góða vinnur altíð á tí ónda, og Rom varð ikki bygdur eftir einum degi… hóast teir fingu hjálp frá mongum mætum og kreativum samkyndum monnum 🙂

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply