f s r
^

Hvussu sleppi eg við?

Gerst limur

Tú kanst gerast limur í LGBT Føroyar við flyta 300 krónur á konto 9181 3628533 í Eik Banka Føroya. Minst til at viðmerkja títt navn. Til ber eisini at senda ein teldupost til lgbt@lgbt.fo, so lima vit teg inn.

Øll kunnu gerast limir. Samkynd, hinkynd, tvíkynd, transpersónar. Øll sum taka undir við okkara endamáli eru vælkomin at gerast limir.

Luttak í arbeiðsbólki

Tú kanst eisini hjálpa til við arbeiðinum hjá rørsluni. Melda teg inn í ein av arbeiðsbólkunum niðanfyri:

  • Ráðgeving og upplýsing
  • Tiltøk
  • Politikkur
  • Miðlar og marknaðarføring

Send ein teldupost til: lgbt@lgbt.fo og sig okkum frá hvørjum arbeiðssbólki, tú ynskir at luttaka í.

Hevur tú hugskot til átøk, tiltøk e.a. frætta vit fegin frá tær.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply