f s r
^

Ársins Róland

Heiðursløn verður árliga latin av nevndini í LGBT Føroyum at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála . Heiðurslønin verður latin einum LGBTara, sum LGBT Føroyar metir, hevur givið eitt týdningar mikið og langt íkast til stríðið fyri javnbýtis rættindum til LGBTarar í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar.

“Hjá samkyndum føroyingum er torført at ímynda sær Føroyar uttan Eiler. Hann hevur í nógv ár ótroyttandi arbeitt til frama fyri javnrættindum hjá samkyndum, serliga í Føroyum. Eiler hevur mangan átikið sær støðuna sum talsmaður fyri LGBT Føroyar, men hetta er bert ein lítil brotpartur av øllum arbeiðnum, ið liggur aftan fyri at tryggja javnrættindi til føroyskar LGBTarar. Tað hevur mangan leikað hart á, og hóast Eiler hevur goldið ein dýran persónligan prís fyri alt sítt stríð, so hevur hann altíð staðið stinnur og funnið orkuna til at stríðast víðari fyri seg sjálvan og fyri okkum onnur.”

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon