f s r
^

Er hjúnabandið søguliga støðugt og óbroytiligt?

Greinarøðin: Hjúnabandið í søguligum høpi

Er hjúnabandið æviga støðugt? Hevur tað altíð verið soleiðis sum vit kenna tað í dag? Eru samkynd hjúnabond eitt nýtt fyribrigdi? Søgan sigur øðrvísi frá. Í hesari greinarøðini verður hugt nærri í søgubøkurnar eftir hjúnabandinum gjøgnum tíðirnar.

Vit kenna bara eitt samfelag í allari mannsøguni, sum ikki hevur nýtt hjúnabandið sum høvuðshátt til at samskipa tað sosiala og persónliga lívið hjá menniskjanum. Tað er Na fólkið í Kina. Annars hevur hjúnabandið søguliga altíð verið ein universal sosialskipan. Í djóraheiminum hava vit tó einki, sum líkist hjúnabondum. Søguliga hevur familjan og grannalagið havt stóra ávirkan á, hvørjum vit menniskju giftast við og hví. Hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, eru hinvegin eitt nýtt vesturlendskt fyribrigdi. Í djóraheiminum liva flest djór ikki saman í giftum ella monogamum sambondum og hittast bara fyri at gita egg o.t. Tey djór, ið halda saman í longri tíð ella alt lívið, gera hetta, fyri at uppala ungarnar trygt og i kki fyri at økja um sítt fíggjarliga- ella politiska vald, sum søguliga hevur verið mest vanliga orsøkin hjá menniskjum at gifta seg. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Mynd-1

Tey fyrstu hjúnabondini

Hóast menniskju altíð hava samstarvað og livað saman í ymiskum sløgum av bólkum ella stammum, verður mett, at menniskjan veruliga byrjar at nýta hjúnabandið sum eitt amboð at skapa ella styrkja vinarbond millum ymiskar grannar ella stammur í eldri steinøldini. Hetta gjørdi tað munandi lættari og friðaligari og minkaði um kappingina, tá ferðast skuldi millum vatnhol, fylgjast skuldi við plantuvøkstrinum og við djóraflytingini. Hjúnabond tvørtur um ymiskar stammur, høvdu eisini við sær, at børnini, sum á hendan hátt høvdu eitt bein í hvørjari stammu, ikki longur kendu seg noydd at berjast hvør móti øðrum. Hjúnabandið kundi á henda hátt gera fíggindar til vinir og ókend til familjulimir. (Brian Hayden, Archaeolgy: The Science of Once and Future Things, 1993). Í steinøldini vóru øll tætt knýtt hvør at øðrum og treytaði av tí avmarkaða tilfeinginum, ið var til staðar og til taks. Hetta broyttist, tá tey fyrstu samfeløgini byrjaðu at framleiða avlop, fólkatalið fór at vaksa munandi og samfelagið gjørdist meira fjølbroytt.

Mynd-2

Yvirstættin verður kræsnari
Við tíðini góvust familjubólkar við at flyta seg við føðini. Tey búsettu seg heldur eitt fast stað og byrjaðu at dyrka jørðina. Soleiðis byrjaðu summir familjubólkar at eiga fasta jørð, ogn og annað tilfeingi. Skjótt fingu summar familjur, meira enn aðrar, og um hetta mundið byrjaðu tær ríku og valdmiklu familjurnar at missa áhugan fyri at deila sítt tilfeingi, arbeiðsbyrðuna og annars at samstarva við aðrar familjur við minni tilfeingi ella ogn. Soleiðis gjørdist hjúnabandið ein nýggjur máti til tess at økja um valdið og at leggja enn meira inn undir seg. (Lawrence Strauss et al., Humans at the End of the Ice Age, 1996). Tann nýggja yvirstættin gjørdist meira og meira kræsin í mun til hvønn tey vildu gifast við. Tær ríkastu familjurnar vildu helst sleppa undan at býta sítt vald og ognir við nakran annan, og tí fóru summar ríkar og valdmiklar familjur heldur at gifta seg við egnum familjulimum, so arvurin ikki skuldi hvørva úr familjuni. Hetta var eitt nú vanligt hjá yvirstættunum í Eyptalandi. Egyptar fóru enntá so langt fyri at sleppa undan at býta vald sítt við onnur, at summir faraoar ”giftu seg” við lokalum gudum. Bæði í India og hjá jødum var somuleiðis siðvenja at einkja, ið ikki hevði fingið ein son, tá maðurin doyði, var tvungin at gifta seg við bróðrinum hjá manninum. 

Mynd-3

Kvinnan og hjúnabandið

Javnstøðan í hjúnabandinum millum menn og kvinnur minkaði í grundini heilt nógv, eftir at plógvin var uppfunnin. Áðrenn hetta vóru maður og kona tætt knýtt hvør at øðrum og tørvaðu hvønn annan fyri at yvirliva. Men nú var ikki longur sami tørvur á kvinnuni til at dyrka jørðina, tí hon var ikki hildin at megna hetta tunga arbeiðið. Í staðin skuldi hon taka sær av heiminum og uppala børnini.

Við stovnanini av londum og býum fyri umleið 5.000 árum síðani, gjørdust verulig kríggj eisini partur av gerandisdegnum. Hetta førkaði kvinnuna, sum ikki var mett at vera før fyri at fara í kríggj eins og maðurin, enn longri niður eftir stigveldisskipanini í samfelagnum. (Brian Hayden, Archaeolgy: The Science of Once and Future Things, 1993). Henda samfelagsbroytingin førdi eisini við sær, at menn fóru at krevja heimafylgju fyri at noyðast at giftast kvinnu í staðin fyri at lata eina gávu til hennara familju fyri at sleppa at giftast henni. Kvinnan var vorðin ein byrða fyri mannin.

Kvinnan gjørdist somuleiðis ogn hjá pápanum, og tá hon var gift, ogn hjá manninum. Moydómur gjørdist nú eisini týdningarmikil og fekk eitt stórt sosialt virði. Hetta síggja vit m.a. í lógum hjá assyrarum frá 12. og 11. øld f.k., sum sigur, at kvinnur, ið vóru manninum ótrúgvar, skuldu drepast. Í Gamla testamenti stendur eisini skrivað, at brúður, ið ikki er moyggj, kann vera steinað til deyðis. Í Kina visti Confucius at siga, at orðið hústrú merkir “ein, ið gevur seg undir ein annan”. (Patricia B. Ebrey, The Inner Quarters, 1993). Í Grikklandi vóru ríkmannakvinnur væl goymdar burtur innandura ella í læstum økjum, har restin av húsarhaldinum og almenningur ikki sá tær. Gomlu grikkarnir sóu hjúnabandið sum eitt politiskt amboð, og sum ein máta at føra ættina víðari meðan hin sanni kærleikin varð hildin at kunna kykna millum ein eldri og ein yngri mann.

Í mun til onnur samfeløg í Evropa, so var munandi størri javnstøða í hjúnabondunum hjá víkingunum. Øll ogn, sum kvinnan hevði við sær í hjúnabandið, var serogn, og hon kundi lata seg skilja og taka egnu ognina við sær aftur. Hetta var næstan óhoyrt um hetta mundið í restini av Evropa. Eitt hjúnaband hjá víkingunum var í grundini ein sølusáttmáli millum familjur ella ættir, sum lovaðu at hjálpa hvør øðrum. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Vanlig fólk og hjúnabandið

Tey fyrstu mongu túsundatals árini av okkara siðmentan, var fíggjarligi fyrimunurin við hjúnabandinum nógv meira týðandi fyri einstaklingin í miðal- og lágstættini, enn tann persónliga nøktanin, sum er í hásæti í dag. Harafturímóti var tann politiski fyrimunurin við hjúnabandinum altavgerandi fyri yvirstættina og valdshavararnar. Gjøgnum øldirnar hava flestu yvirstættir brúkt meginpartin av lívinum til at berjast, giftast, drepa og skiljast í einum óendaligum stríði, fyri at vinna meira ella varðveita núverandi vald og ríkidømi. Hinvegin gekk tað munandi meira friðaligt fyri seg millum vanliga fólkið.

Tað var ikki vanligt, at lógvaldið blandaði seg upp í hjúnabondini hjá miðal og lágstættunum, uttan so, at viðkomandi átti onkra týðandi ogn. Annars var hjúnabandið eitt privatmál, sum familjan sjálv tók sær av. Lóggávuvaldið tók sær hvørki av at góðkenna hjúnabond ella hjúnaskilnað. (Elizabeth Abbott, A History of Marriage, 2010). Í Eyptalandi varð eitt hjúnaband góðkent, ”tá ein maður hevði stovnað eitt heim saman við eini kvinnu”. Henda rættiliga óneyva allýsingin av hjúnabandinum var eisini galdandi í Rómverska ríkinum. Sera fáar lógir vóru galdandi i Rómverska ríkinum viðvíkjandi hjúnabandinum fram til Jesu føðing. Tað varð einans álagt, at ein skuldi hava eyka loyvi, fyri at gifta seg við einum útlendingi, og tað var ikki loyvt at gifta seg við trælum ella skøkjum. (Annie Forgeau, The Survival of the Family Name and The Pharaonic Order, 1996)

Mynd-4

Fyrsta átakið fyri betri ”familjuvirðum”
Octavian (63 f. k. – 14 e. k.), sum seinni gjørdist Agustus keisari í Rómverska ríkinum, var tann fyrsti heimsleiðarin, sum byrjaði eitt veruligt politiskt átak fyri at verja um hjúnabandið og at betra um “familjuvirðini”. Hetta var gjørt í eini roynd at økja um barnsburðatalið í ríkinum. Keisarin ásetti lógir, sum m.a. søgdu, at allir borgarar skuldi gifta seg áðrenn ein ávísan aldur. Ein ógiftur persónur kundi ikki arva nakran undantikið næstringum. Fólk, ið ikki áttu børn, máttu siga helvtina av møguligum arvi frá sær. Menn, ið vóru politiskt áhugaðir, høvdu størri møguleika at sleppa framat valdinum, um teir vóru giftir, og møguleikarnir vuksu fyri hvørt barn teir fingu. Hjúnaskilnaður var tvungin, um ein kvinna var mett at vera ótrúgv, og um maðurin ikki skilti seg frá konuni, var eisini hann revsaður. Ein ótrúgv kvinna varð dømd at missa sína heimfylgju, ein triðing av síni ogn, hon mátti flyta út á eina oyggj at búgva og henni varð bannað nakrantíð at gifta seg aftur. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Men á sama hátt sum ávísir politikarar í dag, hevði Agustus keisari als ongan trupulleika við at tvinga onnur at fylgja nýásettum moralskum reglum, hóast hann sjálvur ikki fylgdi teimum. Áðrenn hann setti hol á stóra átakið fyri at økja um moralin hjá fólkinum, valdi hann t.d. at skilja seg frá síni fyrstu konu, tí hon ikki hevði megnað at føtt honum ein son, men bara eina dóttir, Juliu. Síðan gifti hann seg við Liviu, sum longu var gift við Claudius Nero, men Nero, ið var tvíkyndur og seinni gjørdist keisari, hevði einki í móti at lata Agustus konu sína í umbýti fyri størri politiskt vald. Hann var enntá við til brúdleypið. Agustus og Livia fingu tó eingin børn. Keisarin valdi tí at útnevna Tiberius, sonin, sum Livia longu átti saman við Nero, til komandi keisara. Síðan gav Agustus Tiberius boð um at skilja seg frá síni núverandi konu, ið samstundis var við barn. Tiberius var tí – móti sínum vilja – tvungin at gifta seg við Juliu, sum Agustus hevði fingið í sínum fyrsta hjúnabandi.

Mynd-3

Tey fyrstu kristnu og hjúnabondini

Størsti munurin á jødadóminum og teimum fyrstu kristnu, sum skjótt vuksu í tali kring Rómverkjaríkið var, at tey kristnu trúðu, at heimsins undirgangur var heilt nær, og at Guðs sonur, tí fór at koma aftur fyrsta dagin. Hetta førdi við sær, at tey fyrstu kristnu hildu seg burtur frá siðbundum skyldum viðvíkjandi hjúnabondum og familjusambondum. At liva í sølibat var sett høgt í meti, og var mett at vera munandi meira týðandi og heilagt enn hjúnabandið. Sambært Nýggja Testamenti, segði Jesus jú soleiðis um hjúnabond og familjusambond: ”Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við – hann kann ikki vera lærusveinur Mín.” (Lukas 14:26) og “Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!” (Matteus 8:22).

Tey fyrstu kristnu hildu tí, at hjúnabandið undirgravaði nærlagnið, ið skuldi til, fyri duga at ráða sær sjálvum og soleiðis náa røttu frelsuna. Í fyrra brævi Paulusar til samkomuna í Korint stendur skrivað: ”Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum; men hin gifti hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hann kann toknast konuni. Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heilag, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum.” (1. Korintarabrævið 7:32-34).

Við tíðini fekk kristna trúgvin veruligt fótafesti í Rómverkjaríkinum, og seinni eisini í teimum mongu nýggju kongaríkunum, ið vóru sett á stovn kring Evropa, eftir at Róm fall. Við hesi broyting fekk kristna kirkjan brádliga stórt politiskt og fíggjarligt vald. Hetta hevði eisini við sær, at tey kristnu fóru at broyta sínar meiningar, siðir og framferðarhátt. Sum árini gingu og heimsins undirgangur ikki kom, fekk hetta eisini kristin at endurskoða sína áskoðan um støðuna hjá hjúnabandinum og um lívið her á fold. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Kristna kirkjan og hjúnabandið
Fyrst í miðøldini gekk tað rættiliga hart fyri seg í Evropa. Kríggj og harðskapur var gerandisdagur. Í eini roynd at steðga teimum mongu kríggjunum og ósemjunum millum nýggju kongadømini í nýliga falna Rómverksaríkinum, vóru kvinnur brúktar sum friðargávur. Hetta var longu ein vanligur siður millum tað germanska fólkið og víkingarnar. (Eleamor Searle, Predatory Kinship and the Creation of Norman Power, 1988). Fyrstu átta øldirnar eftir Jesus føðing vísti kristna kirkjan lítlan áhuga í hjúnabandinum hjá vanliga fólkinum. Kirkjan var meira upptikin av, hvussu yvirstættirnar og tey, sum sótu við valdinum, livdu sítt lív og hvønn tey giftust við ella vildu skiljast frá. Soleiðis fekk katólska kirkja eisini risastórt vald í øllum Evropa. Men tá vit koma inn miðskeiði í miðøldina, fer kirkjan eisini at sýna bóndunum og vanliga borgaranum annars størri áhuga. Eitt nú fór kirkjan í 8. øld at áseta strangari krøv fyri hjúnaskilnað. (Lisa M. Bitel, Women in the Early Medieval Europe, 2002)

Blóðskemd

Hvørki Nýggja ella Gamla testamentið siga nakað um, hvørt blóðskemd ella insest er skeivt ella synd. Men í 6. og 7. øld byrjar katólska kirkjan at nokta fólki at giftast við síni nærmastu familju, ið higartil hevur verið vanligur siður í flestu samfeløgum kring heimin. Fyrst var ásett, at ein ikki longur kundi gifast við einkjuni hjá beiggja sínum, eins og tilmælt annars verður í Gamla Testamenti. Síðan var eisini bann sett móti, at menn gifta seg við egnum fosturbørnum, systkinabørnum og konu pápabeiggjan. At enda segði kirkjan, at nú var ikki longur loyvt at gifta seg í somu ætt “so langt aftur, sum minnið røkkur”. Í 721 fór Gregory II pávi enntá so langt, at hann bannaði fólki at giftast við gummuni at børnum teirra. (Mayke de Jong, To the Limits of Kinship, 1991). Í 1213 minkaði kirkjan tó eitt sindur um insestlógirna, tí lógin gjørdi tað ov torført og ópraktiskt hjá fólki at finna sær ein maka í nærumhvørvinum. Tí varð ásett, at nú kundi man bara ikki gifta seg fýra familjulið aftur. (Eamon Duffy, Saints and Sinners: A History of the Popes, 2006)

Tær mongu lógirnar, ið katólska kirkjan ásetti, vóru galdandi fyri øll, men sum við flestu viðurskiftum hjá katólsku kirkjuni hetta tíðarskeiðið, so kundi tað mesta keypast fyri pengar. Undantøk í hjúnabandslógunum, so sum at sleppa at giftast seg við nærmastu familju, at fáa hjúnaskilnað o.s.fr. kundi eisini keypast fyri rætta prísin. Kirkjan var eisini skjót at gera undantøk, um møguleiki var fyri at styrkja um sína politisku valdsstøðu. (Jean-Louis Flandrin, Families in Former Times, 1979)

Mynd-2

Polygami

Polygami, har ein er giftur við meira enn einum persóni í senn, hevur verið og er framvegis ein vanligur siður í fleiri mentanum og religiónum kring heimin. Eitt nú vóru teir flestu kendu profetarnir og patriarkanir í Gamla Testamenti giftir við fleiri kvinnum í senn. Sálomon kongur hevði sambært Bíbliuni eitt nú 700 hústrúur og 300 vinkonur. Men sum kristna kirkjan hevur broytt og ment seg, er polygami nú bannað í flestu kristnu ella vesturlendskum londum. Tó er hesin siður enn lógligur og vanligur í Miðeysturi og í fleiri afrikanskum og asiatiskum londum. (Miriam Koktvedgaard Zeitzen, Polygamy: A Cross-Cultural Analysis, 2008).

At giftast ella ei

Hóast katólska kirkjan, eins og tey fyrstu kristnu, altíð hevur sett sølibatið í hásæti, so hava katólskir prestar ikki altíð livað eitt alment lív í sølibati. Í 742 ásetti Sakarias pávi, at allir prestar, ið vóru ótrúgvir ella høvdu meira enn eina konu, ikki longur sluppu at virka sum prestar. Katólskir prestar vóru tó ikki fyrr enn í 1139 alment tvingaðir at liva í sølibati – eins og teir framvegis siga seg gera í dag. Munkar og nunnur velja eisini enn at liva eitt lív uttan hjúnaband og teimum skyldum og rættindum, sum við tí fylgir. (Anne Barstow, Married Priests and the Reforming Papacy, 1982).

Trúbótin í 16. øld førdi við sær eitt stórt europeiskt kjak og í summum førum enntá eisini kríggj um, hvørja støðu hjúnabandið skuldi hava í samfelagnum. Hjá katolikkunum verður sølibat sum áður nevnt mett at vera reinasti og rættasti livihátturin, meðan hjúnabandið er tað næstbesta. Protestantar hildu hinvegin hjúnabandið vera heilagt, ærumikið og tessvegna skuldi tað setast í hásæti. Tí loyva protestantar sínum prestum at gifta seg og stovna egna familju. (Anne Barstow, Married Priests and the Reforming Papacy, 1982).

Mynd-1

Kirkjan setir seg á hjúnabandið

Brúðarsiðir, og nær eitt hjúnaband alment var galdandi, hevur verið ógvuliga ymiskt ígjøgnum søguna og frá einum samfelagi til annað. Í Europa fekk kirkjan og politiska valdið ikki møguleika at áseta fastar relgur hesum viðvíkjandi fyrr enn í 16. øld. Áðrenn hetta, var tað nokk, um báðir partar bara vóru samdir um at ganga inn í hjúnaband, at foreldurini játtaðu ella góvu boð um hetta, ella við øðrum líknandi óformellum siðum.

Fram til 12. øld helt kristna kirkjan, at hjún vóru gift, um bæði játtaðu, og at hjúnabandið síðan varð blástemplað við kynsligari samveru. Men mitt í 12. øld setti Peter Lombard, ið var biskopur í París, spurnartekin við hesa siðlæruna. Tí um sex “blástemplaði” hjúnabandið, so kundi Maria og Jósef ikki hava verið gift. Hann helt tí, at hjúnbandið skuldi vælsignast í kirkjuni. Hetta skuldi gerast við, at ein prestur spyr brúðarparið: “Tekur tú hesa kvinnu/mann sum við tína lið stendur…?”. Við tíðini gjørdist hetta siðlæran í allari kirkjuni, og verður framvegis brúkt kring tað mesta av kristna heiminum. (Martin Ingram, Spousal Litigation in the English Ecclesiastical Courts, 1990). Tað var somuleiðis í 12. øld, at kirkjan ásetti fastar reglur um hjúnaskilnað. Kirkjan setti eitt strangt bann móti øllum hjúnaskilnaði. Tó kundu fólk sundurskiljast vegna tríggjar orsøkir: ótrúskap, trúvillu og sera ógvusligt miskunnarloysi. Ein av fáu orsøkunum til eina ógylding av hjúnabandinum var, um prógvast kundi, at maður var impotentur.

Mynd-2

(Tilvildarlig mynd)

Lógarbroytingar í danska ríkinum
Eftir at Føroyar komu undir danska kongin í 1380, hevur hjúnabandið verið danskt mál og er tað framvegis í dag. Frá 1200 og fram til trúbótina, komu hjúnabond undir kanoniska rættin hjá katólsku kirkjuni, sum m.a. hevði eitt fullkomið bann móti hjúnarskilnaði. Eftir trúbótina í 1536 var hjúnarskilnaður ikki longur bannaður, men kirkjan fekk nú høvuðsábyrgdina av hjúnabandinum sum samfelagsskipan, og á fundi í Trent í 1563, varð avgjørt, at ein kirkjulig vígsla nú skuldi til, fyri at eitt hjúnaband alment skuldi góðkennast. (Jóan Pauli Joensen, I ærlige brudefolk, 2003). Í 1683 verður aldurmarkið fyri at gifta seg, sett til 16 ár hjá kvinnum og 20 ár hjá monnum í danska kongaríkinum.

Nýggja danska grundlógin ásetur trúarfrælsi í kongaríkinum í 1851. Hetta førir við sær, at borgarligar vígslur verða settar í gildi. Í Føroyum merkir hetta eitt nú, at limir í brøðrasamkomuni og øðrum nýggjum evangeliskum samkomun nú kunnu lata seg gifta, uttan at ein prestur frá fólkakirkjuni skal víga tey. Nú kunnu føroyingar eisini giftast borgarliga hjá borgarstjóranum ella hjá sýslumanninum. Í 1922 var aldursmarkið hækkað til 21 ár fyri kvinnur og 23 ár fyri menn. Ikki fyrr enn í 1969 vóru kynini javnsett í danska kongaríkinum, tá aldursmarkið varð ásett at vera 18 ár fyri bæði kynini. Hetta er framvegis galdandi kring alt ríkið.

Í 1988 var skrásett parlag sett í gildið í Danmark. Hendan lógin var avtikin í 2012, og í hennara stað kom ein kynsneautral hjúnabandslóg, sum gav loyvi hjá fólki av sama kyni at giftast hvør við øðrum – bæði borgarligt og í donsku Fólkakirkjuni. Hesar báðar lógarbroytingarnar eru ikki settar í gildi í Føroyum í skrivandi løtu. (Gyldendal, Den store Danske, 2013)

Mynd-4

(Tilvildarlig mynd)

Føroyska trælalógin
Í umleið 1780 hevur Jens Christian Svabo roknað seg fram til, at millum 28 og 30 pør giftast árliga um hetta mundið. Tað vil siga, at tað verða skrásett í miðal 0,35 hjúnabond um árið í hvørjari føroyskari bygd. Tessvegna kundi mangan ganga mong ár millum hvørt nýtt hjúnaband í eini bygd. (Jóan Pauli Joensen, I ærlige brudefolk, 2003). Ein av orsøkunum til, at so fá gingu saman í hjúnaband, var tann sonevnda Trælalógin frá 1777, sum ikki varð sett úr gildi fyrr enn í 1846. Lógin bannaði ognarleysum og øðrum, ið ikki kundu prógva síni evni til at forsyrgja familjuni, at gifta seg og seta búgv. Ístaðin vóru hesi noydd at arbeiða sum húskallar og tænarar hjá presti ella stórbóndunum. Av tí sama vaks fólktalið ikki fyrr enn trælalógin verður avtikin, eins og einahandilin samstundis verður, og verulig fiskivinna eisini tekur seg upp. Á henda hátt kunnu nú næstan allir føroyingar gifta seg og stovnað egna familja. (Hans Jacob Debes, Føroya søga, 2000).

Hetta er líkt samfelagsgongdini á europeiska meginlandum í miðøldini, har vanlig fólk vóru tætt knýtt at stórbóndum, og høvdu lítlan annan møguleika enn at arbeiða sum húskallar, arbeiðsgentur ella tænastufólk. Tað var sum oftast eisini stórbóndin, ið avgjørdi, hvønn hesi kundu giftast við, og um tey yvirhøvur sluppu at gifta seg. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Mynd-5

Tilvildarlig mynd

Kærleiki og hjúnabandið
Fyrst í 17. øld mennist hjúnabandið aftur. Vesturevropa verður vitni til nýtt og slóðbrótandi slag av hjúnabandi. Eitt slag av hjúnabandi, sum inntil tá, var næstan óhoyrt nakra aðrastaðni í heiminum. Talan er um hjúnabond bygd á kærleika.

Gomlu grikkarnir mettu, at forelskilsi var ein sinnissjúka. Kinverjar høvdu einki orð fyri kærleika millum hjún fyrr enn í 1920, tá ein málkønur bólkur var settur, fyri at uppfinna eitt nýtt orð til hetta nýggja vesturlendska fyribrigdið. Flestu fólkasangir, sum vóru sungnir í bóndasamfelagnum í miðøldini í Evropa gjørdu gjøldur burturúr kærleikanum í einum hjúnabandi. Í 12. og 13. øld var ótrúðskapur mettur at vera tað einasta slagið av kærleika, ið var nevnuvert millum yvirstættina í Evropa. Víkingar ávaraðu eisini í fleiri sagaum um, hvat kundi ganga galið, um ein blandaði kærleika og hjúnabandið saman. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005)

Nýggja romantiska rákið, har kærleikin nú skuldi avgera, hvønn tú giftist við, uppstóð eftir upplýsingartíðina, og tá marknaðarbúskap gjørdist vanligur og fólk fingu egnar pengar at ráða yvir. Nú varð hjúnabandið eitt privatmál, og ikki eitt politiskt ella fíggjarligt amboð hjá familjuni ella samfelagnum. (Jeffrey R. Watt, The Making of Marriage, 1993)

Fólk vóru ikki longur bundin av foreldrum, familju ella góðseigara fyri at gerast sjálvstøðug. Kærleiki og persónlig gleði gjørdist fyrimyndin. Somuleiðis gjørdist maðurin fíggjarligi motorurin, meðan kvinnan bleiv kensluliga kjarnin í nýggju kjarnufamiljuni. Soleiðis uppstóðu eisini nýggjar siðvenjur, sum nýggja kjarnufamiljan kundi nýta sína frítið til. Eitt nú kann nevnast føðingardagar, barnadópur, ársdagar og jól, sum nú eru vorðin ein familjuhátíð. Frítíð var eisini eitt nýtt fyribrigdi fyri miðal- og lástættina, ið serliga gjørdi seg galdandi eftir ídnaðarkollveltingina.

Hóast hjúnabandið nú gjørdist eitt privatmál, so gjørdist brúdleypið enn meira alment enn tað nakrantíð áður hevði verið. Bretska drotningin Victoria, sum í stóran part av 19. øld stýrdi stóra partin av heiminum, gekk á odda og hevði eitt stórt og hátíðarligt brúdleyp, sum ikki hevði sæð sínar líkar, tá hon giftist Albert prinsi. Hetta byrjaði eitt nýtt rák, har brúdleypið gjørdist alment og skuldi síggjast og heiðrast. Flestu brúðarsiðir, sum vit í dag kenna, koma somuleiðis frá victorianska tíðarskeiðinum. (Elizabeth H. Pleck, Celebrating the Family, 2000)

Mynd-3

Hjúnabandið í 20. øld
Í 20. øld fer allur vesturheimurin ígjøgnum sera stórar samfelagsbroytingar. Fíggjarligar, átrúnaðarligar, hernarligar og politskar broytingar. Hetta førir við sær, at eftir 2. heimsbardaga minkar virðið á kjarnufamiljuni munandi. Kvinnur gerast meira og meira sjálvstøðugar. Ungdómsuppreisturin og kvinnurørslan hava við sær, at færri fólk velja at gifta seg. Talið av hjúnaskilnaðum veksur nógv, og eitt vaksandi tal av børnum verða fødd uttanfyri hjúnbandið. Kirkjan og átrúnaðar sum heild, missa sítt fasta tak á privatlívið hjá einstaklinginum, og vesturheimurin gerst alsamt meira verðsligur ella sekulerur, meðan átrúnaður og politikkur verður loyst sundur. (Elizabeth Abbott, A History of Marriage, 2010)

Hetta rákið er eisini galdandi í Føroyum.  Í 2012 vóru fødd 619 børn í Føroyum. Hjá 57,9% av hesum børnum vóru foreldrini ikki gift. 2002 var annars fyrsta árið, at fleiri føroysk børn vóru fødd uttanfyri enn innanfyri hjúnabandið (Høgni Debes Joensen, Heilsulýsing Landslæknans, 2013). Hjúnaskilnaður er eisini vorðin vanligur partur av føroyska samfelagnum, har vit eru farin frá, at talan um hjúnaskilnað var næstan óhoyrt, til at umleið triðja hvørt føroyskt hjúnaband í dag endar í skilnaði. (Føroya Hagstova, 2013)

Mynd-5

Tilvildarlig mynd

Minnilutar og hjúnabandið

Fleiri minnilutabólkur hava ígjøgnum tíðindi havt avmarkaða atgongd til rættin at gifta seg. Hjá summum bólkum er hetta framvegis galdandi. Hóast trælirnir í USA fingu sítt frælsi í 1865, so fingu teir og aðrir hinkyndir amerikumenn ikki frælsi at gifta seg eftir egnum ynski fyrr enn í 1967. Tá avgjørdi amerikanski hægstirættur, at folk av ymiskum rasum kundu giftast hvør øðrum, og ikki einans við fólki av egnari rasu. (Gary A. Cretser og Joseph J. Leon, Intermarriage in the United States, 1982)

Í nazi-Týsklandi varð bann eisini sett móti fólki av ariskari rasu at gifta seg við jødum, sigoynum og littum fólkum. Sama bann var sett í gildi í Suðurafrika undir apartheidstýrinum, og var hetta galdandi heilt fram til 1985. Í Eyptlandi kanst tú sum maður framvegis missa tíni borgararættindi um tú giftir teg við eini jødiskari kvinnu úr Ísrael. Kvinnur í Saudi Arabia kunnu í dag bara giftast við monnum frá londum á Saudiarabisku hálvoyggini. Kongurin kann tó geva serlig undantaksloyvi. Tað eru tó eingi mørk sett fyri, hvørjum Saudiarabiskir menn kunnu gifta seg við. (Elizabeth Abbott, A History of Marriage, 2010)

Mynd-4

Samkynd hjúnabond er ikki nýtt fyribrigdi

Hóast samkynd kring allan heim í dag berjast fyri atgongd til tær skyldur og tey rættindi, sum eitt borgarligt hjúnaband gevur hjúnum, so hevur hesin rættur ikki altíð verið søguliga noktaður samkyndum.

Áðrenn kristna kirkjan fór at umsita hjúnabandið, vóru parløg og hjúnabond millum tvey av sama kyndi ikki óvanlig. (Kathleen A. Lahey, Same-Sex Marriage: The Personal and The Political, 2000)

Hjúnabond millum fólk av sama kyndi vóru vanlig í gamla Grikkalandi, Rómverskaríkinum, Mesopotamia, millum amerikanskar indianarnar og í summum pørtum av Kina undir Ming dynastinum. Í Evropa fekk hetta ein brádligan enda, tá Rómverksaríkið gjørdist kristið, og Konstantin keisari bannaði samkyndum hjúnabondum í ár 342.

Hann gav samstundis boð um, at øll samkynd, ið longu vóru gift, skuldu takast av lívi. Í ár 390 var samkynd samlega eisini bannað, og revsingin var ásett, at dømd skuldu gravast niður alment og livandi. (Mathew Kuefler, The Marriage Revolution in Late Antiquity: The Theodosian Code and Later Roman Marriage Law, 2000)

Men hóast kristna kirkjan í Evropa bannaði samkyndum hjúnabondum, so vóru tað samkynd, ið framvegis gingu saman í hjúnaband. Eisini við hjálp frá ávísum pørtum av kirkjuni. Eitt nú kann nevnast Pedro Díaz og Muño Vandilaz, sum 16. apríl 1061 vóru vígdir av einum katólskum presti í eini lítlari kirkju í Rairiz de Veiga í Spania.

Í miðøldini í Fraklandi kundu menn eisini lógliga undirskriva ein almennan “affrérement” sáttmála sína millum. Hesin sáttmáli kravdi, at teir livdu saman og deildu ”un pain, un vin, et une bourse” (eitt breyð, eitt vín og eina pengamappu). Hesin sáttmáli verður mettur at vera eitt tað fyrsta dømið um eitt alment góðkent skrásett parlag. (Allan Tulchin, Same-Sex Couples Creating Households in Old Regime France: The Uses of the Affrèrement, 2007)

Victorianskar kvinnur í USA, høvdu eisini møguleika at liva sama í einum sokallaðum ”Boston hjúnabandi.” (Esther D. Rothblum og Kathleen A. Brehony, Boston Marriages: Romantic but Asexual Relationships among Contemporary Lesbians, 1993)

Men tað er ikki fyrr enn í 1988, at heimurin aftur verður vitni til eitt alment góðkent samkynt hjúnaband ella rættari sagt skrásett parlag, sum gav næstan somu rættindi sum eitt vanligt hjúnaband. Hetta árið verður Danmark fyrsta landið í heiminum, ið setur skrásett parlag í gildi. Í 2001 gjørdist Niðurlond fyrsta landið í heiminum, ið hinvegin aftur loyvdi veruligum samkyndum hjúnabondum, ið vóru fult javnsett við hinkynd hjúnabond.

Í skrivandi løtu loyva 16 lond og 15 amerikanskir statir samkyndum hjúnabondum, meðan fleiri onnur lond veita líknandi rættindi til sínar samkyndu borgarar. Kjakið heldur eisini fram í øðrum londum, sum eisini umhugsa at javnstilla samkynd og hinkynd í landsins hjúnabandslógum – eitt nú í Føroyum.

Mynd-1

Niðurstøða

Heimssøgan vísir okkum, at hjúnabandið er alt annað enn støðugt, og hevur broytt seg nógv gjøgnum alla menniskjusøguna. Hjúnabandið, sum vit kenna tað í dag, er ein heilt onnur samfelagsskipan enn fyri bara 100 árum síðani, og ikki fyri at tosa um fyri 2.000 árum síðani ella 30.000 árum síðani.

Søgan vísir okkum, at eitt hjúnaband er tað, sum eitt samfelag ger tað til í síni samtíð. Um vit kunnu læra nakað av søguni, so er tað, at hjúnabandið, sum vit kenna tað í dag, neyvan fer at standa í stað. Tað fer heldur hinvegin at fylgja samfelagsmenningini eins og tað hevur gjørt síðan fyrstu hjúnini gingu saman í hjúnaband einaferð afturi í eldru steinøldini.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply