f s r
^

LGBTQI?

Hvat vilja allir hesir mongu bókstavirnir siga?
Her er eitt yvirlit:

web

L – Lesbian

Lebba. Ein kvinna, hvørs kynsliga ábending er ímóti øðrum kvinnum.

G – Gay

Bøssi. Sum oftast ein samkyndur maður, tvs. drigin at øðrum monnum. Verður eisini onkuntíð nýtt um kvinnur.

B – Bisexual

Tvíkyndur persónur, onkuntíð bara “bi”, tvs. kann verða drigin at bæði monnum og kvinnum. Summi eru drigin meira til eina kynið enn hitt.

T – Trans*

Transkyndur. Kynsligi samleikin samsvarar ikki við biologiska kynið sum viðkomandi fekk tilskrivað sum barn. Transkynd vilja ofta, men ikki altíð, fara undir at broyta kroppin við hormon- og skurðviðgerð so hann samsvarar við samleikan. Hetta er ikki tað sama sum kynslig ábending. Kann eisini vísa til transvestit, ein ið hevur trongd at lata seg í sum øvugta kynið, men ynskir ikki at broyta kroppin.

Q – Questioning/Queer

Ein ið ikki dugir ella ynskir at fella í nakran bólk, hvørki viðvíkjandi samleika ella kynsligari ábending. Ofta ein ið viðurkennir, at bæði hesi fella á eitt spektrum.

I – Intersex

Persónur hvørs biologiska kyn fellir ímillum bólkarnar “maður” ella “kvinna”. Ein ið er føddur við bæði mannligum og kvinnuligum kynsdrøgum/-lutum.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply