lgbt poster totebag

LGBT Føroyar 10 ár

Týsdagin 1. juni í 2021 vóru 10 ár liðin síðan LGBT Føroyar varð sett á stovn. Hesi árini hava vit áhaldandi arbeitt fyri einum rúmligum samfelag, har munur ikki skal gerast á fólki. Vit vóru nakrir heilt fáir LGBTarar, sum hittust kring eitt køksborð, tá vit byrjaðu fyri 10 árum síðan, men LGBT Føroyar hevur hesi árini vaksið seg til eina stóra fólkarørslu, og vit eru sera takksom fyri tann stóra stuðul, vit fáa til okkara søk millum fólk.

Føroyar eru broyttar hesi árini, hóast vit als ikki eru komin á mál enn. Størsta broytingin er hugburðurin til tað at vera LGBTari. Vit tora nógv betur at standa við hvørji, vit eru. Tað eru munandi fleiri LGBTarar í føroyska samfelagnum nú, enn fyri 10 árum síðan. Vit síggja eisini at tey, sum hava búleikast uttanlands, koma heimaftur at búseta seg, og vit hava eisini nógvar LGBT-familjur við børnum.

Javnsetanin í hjúnarbandslógini er størsti ítøkiligi sigur hesi árini. Vit flyta okkum rætta vegin, hóast hetta beint í løtuni ikki sæst aftur í politisku skipanini og lógarverkinum. Tann stóri stuðul, vit hava í fólkinum, fer við tíðini eisini at síggjast aftur á politiska pallinum. Tað eru vit sannførd um.

Tað er við stoltleika og takksemi, at vit lýta aftur á seinastu 10 árini, og tað er við góðum treysti, at vit halda fram við at stríðast fyri einum rúmligum og litríkum samfelag.

Vit eru sera fegin um, at Heiðrikur á Heygum, listamaður, hevur gjørt okkum eina framúr plakat og tasku til 10 ára dagin, sum ógvuliga greitt lýsir hvat tað snýr seg um.

Plakatin er 50×70 cm og kostar 250 kr.
Taskan kostar 150 kr.


Plakat og taska kann keypast á hesum støðum:
www.poster.fo
HNJ Bókhandil
Rit og Rák í SMS
Alfa Bókhandil í Klaksvík
Myndlist í Havn

Við at keypa plakatina og taskuna stuðlar tú arbeiðinum hjá LGBT Føroyum.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading