f s r
^

Kunnandi fyrilestrakvøld

Í august skipar LGBT Føroyar fyri serligum kunnandi kvøldum í hølinum hjá Østrøm á Skálatrøð. Fleiri áhugaverdir fyrilesarar verða um evni, ið hava samband við framsýningina og onnur LGBT viðurskifti.

  • Eitt nú fer Turid Sigurdardóttir at tosa um samkynd í føroyskari bókmentasøgu
  • Kinna Poulsen fer at lýsa evnið: Samkynd og samkyndleiki í føroyskum og altjóða listahópi
  • Amerikanski doktarin í mannfrøði, Mariah Schug, fer at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Mariah Schug fer eisini at hava fyrilestur um hvat vísindin sigur um samkynd og tvíkynd djór.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri øllum tiltøkunum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu, Mentarnargrunni Landsins og Nordisk Kulturfond.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply