f s r
^

Framsýning um ”Hvat er natúrligt?”

Hóskvøldið 26. juli 2012 verður fernisering av slóðbrótandi vísinda- og listarligari framsýning í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin, sum hevur fingið heitið: ”Hvat er natúrligt?”, tvinnir altjóða gransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa samkynd- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Hetta er ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið.

Umframt fleiri grønlendsk og íslendsk listafólk, vera hesi føroysku listafólkini við á framsýningini: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Astrid Maria McDonald, Beinta av Reyni, Brandur Patursson, Ditte Joensen, Eivind í Gongini, Hanni Bjartalíð, Heiðrikkur á Heygun, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Listamaður, Nerf Herdis Jakobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen og Petur Pólson.

Amerikanski doktarin í mannfrøði, Mariah Schug, tekur sær av vísindaliga partinum, ið byggir á líknandi framsýning, sum hon hevur sett upp í New York.

Framsýningin er almenn og ókeypis at vitja allar Ólavsøkudagarnar. Framsýningin verður eisini opin allan august mánað soleiðis, at framhaldsdeildir og miðnámsskúlar fáa høvi at vísa næmingum framsýningina, tá skúlarnir byrja aftur. Umframt framsýningina, kunnu næmingarnir fáa stutta framløga frá føroyskum samkyndum, ið siga frá, hvussu tað er at vera samkyndur føroyingur í 2012. Tey ungu fáa eisini høvi at seta spurningar.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri øllum tiltøkunum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu, Mentarnargrunni Landsins og Nordisk Kulturfond.

 

English:

Diversity of the North is the name of the new educational exhibit by LGBT Faroe Islands. The exhibit will include artistic representations and scientific descriptions of Nordic animals that engage in homosexual and bisexual behaviours. The aim is to challenge the oversimplified definitions of “natural” sexual behaviour, and thereby increase tolerance for and support of the local LGBT population.

The exhibition is sponsored by the Nordic Cultural Foundation

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply