f s r
^

Skrúðgonga og konsert

Fríggjadagin 27. juli 2012 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan í gongd. Ætlanin er at ganga frá Gundadali, oman gjøgnum Miðbýin og enda niðri á Tórsgøtu, har skipað verður fyri ókeypis og familjuvinarligari konsert. Mannamúgvan fer at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin. Allir føroyingar eru vælkomnir at heppa, eygleiða, lurta ella luttaka á Faroe Pride.

Tey luttakandi á konsertini vera: Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal. Fleiri nøvn vera kunngjørd seinni.

Tiltakið verður skipa eins og ”Hinsegin døgum” í Reykjavík, har næstan 1/3 av øllum íslendingum árliga møta upp. Vónandi verður hetta eisini galdandi í Tórshavn – við tíðini. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kemur at seta Faroe Pride 2012, Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, verður gestarøðari og Tróndur Vatnhamar verður vertur.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri tiltøkunum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu og Nordisk Kulturfond.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply