f s r
^

Altjóða LGBT søga

10.000 f.kr.

Fleiri tekningar í holum vísa kynsliga samlegu millum fólk av sama kyni.

5.000 f.kr.

Tekningar á Sicillia vísa kynsliga samlegu millum tveir menn.

2500 f.kr.

Aðalsmenninir Khnumhotep og Niankhkhnum verða grivnir í somu grøv í gamla Egyptalandi.

600 f.kr.

Sappho av oyggini Lesbos í Grekkalandi skrivar sína kendu yrking um sín kærleika til eina unga kvinnu. Orðið “lesbisk” stavar hiðani.

509 f.kr.

Rómverska fullveldið verður sett á stovn. Eins í griksku mentanini, er samkyndleiki lógligur og viðurkendur í Rómverska fullveldinum.

326 f.kr.

Alexandur mikli hertekur tað mesta av kenda heiminum. Alexandur er samkyndur.

27 f.kr.

Fyrsta hjúnabandið millum tveir menn verður skrásett í Rómverska fullveldinum.

54 e.kr.

Nero verður keisari í Rom og giftur seg lógliga við tveimum ymiskum monnum.

98 e.kr.

Trajan verður keisari í Rom. Hann er eisini samkyndur.

218 e.kr.

Elagabalus verður keisari í Rom. Hann giftur seg við manninum Zoticus.

342 e.kr.

Konstantin keisari ger samkynd hjúnabond ólóglig.

390 e.kr.

Rómversku keisarnir Valentinian II, Theodosius I og Arcadius gera samkyndleika ólógligan. Lógarbrot verður revsa við at viðkomandi verður alment brendur á báli.

1250-1300

Samkyndleiki hevur higartil verið lógligur í tí mesta av Evropa. Men við kristnu kirkjuni á odda er hesa tíðina eitt rák, har flest lond í Evropa áseta deyðadómin fyri fólk, ið eru aktiv samkynd.


1476

Leonardo Da Vinci og tríggir aðrir menn verður ákærdur fyri “sodomi”. Allir verða tó fríkendir.

1483

The Spanish Inquisition” byrjar og samkynd verða steinað, geld og brend. Millum 1540 og 1700 verða umleið 1.600 fólk ákærd fyri at vera samkynd.

1532

Hitt heilaga rómverska einaveldið setur deyðarevsing í gildi fyri fyri samkynd.

1791

Frakland verður fyrsta landið í heimin, sum aftur ger samkyndleika lógligan.

1895

Kendi bretski rithøvundurin Oscar Wilde verður dømdur tvey ár í fongsulsrevsing við hørðum arbeiði fyri at vera samkyndur.

1897

Fyrsta felag í heiminum, sum bleiv stovnað við endamálinum at javnstilla samkynd og hinskynd, var týska Wissenschaftlich-humanitäres Komitee (WhK). WhK bleiv stovnað í 1897. Stovnarin av felagnum var týski læknin og kynslívsfrøðingurin Magnus Hirschfeld (1868-1935). Upprunaliga var felagið sett á stovn fyri at arbeiða ímóti kendu “Paragraph 175”-lógini, sum bannaði kynsligum sambandi millum tveir menn.

WhK ynskti ikki at loysa trupulleikarnar við vápnamegi, men gjørdi av at nýta annan stríðshátt. Við harðrendum og áhaldandi mótmælisskrivum heitti WhK á týsku stjórnina at avtaka lógir, sum vóru ímóti samkyndleika, samstundis sum tey við almennum kjakum, fyrilestrum og undirskriftarinnsamlingum gjørdu sítt ítasta at broyta neiliga hugburðin, sum valdaði. WhK gjørdist skjótt víðagitið og tað tók ikki langa tíð, fyrr enn WhK hevði fingið lutfalsliga nógvar limir.

1917

Sovjetsamveldið var frammarlaga í stríðnum fyri rættindum hjá samkyndum, tí Bolsjevikk-kollveltingin í 1917, við Lenin og Trotski á odda, var við til, at Sovjetsamveldið var eitt av fyrstu londum í heiminum, sum loyvdi samkyndleika. Hugsjónin var snøgt sagt, at um eingin var offur, so var einki brotsverk framt – og var tað støðan við teimum samkyndu. WLSR nýtti skjótt møguleikan at vísa heiminum á, at broyting var møgulig, og eggjaði øllum samkyndum at standa saman í stríðnum.

Tó vardi ikki leingi fyrr enn støðan broyttist. Tá Stalin kom til valdið í Sovjetsamveldinum í 1924, eftir Lenin var deyður, gekk ikki long tíð, til hann hevði broytt lógina soleiðis, at tað enn einaferð var ólógligt at vera samkyndur. Hetta var miðskeiðis í 1930’árunum. Somuleiðis steðgaði Adolf Hitler, tá hann kom til valdið í Týsklandi í 1933, øllum virkseminum hjá WhK. Hann stongdi skúlan Institute for Sexual Sciences hjá WhK, brendi allar bøkurnar, sum skúlin átti og allar deildir hjá WhK í Týsklandi vóru niðurlagdar.

1926

New York Time er fyrsta blaðið, ið brúkar orðið “homosexuality” alment.

1933

Samkyndleiki gerst lógligur í Danmark. Lógin kemur  samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár.

1937-1945

Millum 10.000 og 15.000 menn lótu lív í kz-legunum hjá Natzi-týsklandi. Meðan jødarnir fingu eina gula Dávidsstjørnu á bringuna, fingu samkyndir menn ein ljósareyðan trýkant. Teir, sum yvirlivdu krígstíðina vóru ikki leyslatnir, tá ið tey sameindu tóku valdið í Týskland. Í staðin vóru teir fluttir til onnur fongsul at sita dómin fyri at vera samkyndir, ið teir høvdu fingið áðrenn kríggi.

Rættargongdin í Nürnberg vildi aldrin viðgera mál viðvíkjandi samkyndum fangunum, og teir fingu heldur einki endurgjald eftir kríggi. Tey árini samkyndir krígsfangar høvdu sitið í fangatippi, vóru enntá drigið frá í fólkapensjónini.

1940

Samkyndleiki gerst lógligur í Íslandi.

1944

Samkyndleiki gerst lógligur í Svøríki.

1948

All are equal before the law and are entitled without any discrimination to equal protection of the law. All are entitled to equal protection against any discrimination in violation of this Declaration and against any incitement to such discrimination.”

Soleiðis ljóðar sjeynda greinin í mannarættindasáttmálanum hjá ST, sum bleiv samtyktur í 1948. Altjóða sáttmálin kann tykjast ein sjálvfylgja hjá nøkrum okkara, men tað er hann als ikki allastaðni. M.a. samkynd eru ein minniluti í samfelagnum, sum ikki høvdu, og nógvastaðni ikki hava, eins rættindi og onnur. Tí hevur sáttmálin virkað sum íblásturskelda hjá nógvum samkyndum, hvørs endamál var at ogna sær somu rættindi og hinskynd.

1949

Tað vardi heldur ikki leingi fyrr enn samkynd í Skandinavia nýttu mannarættindasáttmálan hjá ST sum íblásturskeldu at stovna feløg til frama fyri egin rættindi. Ein teirra var danin Axel Lundahl Madsen (1915), sum seinni skifti navn til Axel Axgil. Longu í 1948 gjørdi Axgil, saman við øðrum samkyndum, av at stovnað felagið Forbundet af 48 (F-48). Hetta var í Ålborg í Danmark. Hann stovnaði felagið, tí hann var troyttur av, at samkynd skuldi útihýsast úr samfelagnum. Troyttur av at verða sagdur at vera ónormalur og troyttur av, at homoseksualitetur antin var sæddur sum ein brotsgerð ella ein sjúka.

Samstundis arbeiddi Helmer Fogedgaard (1907-2002) í Rudkøbing, við blaðnum Vennen, sum varð ætlað samkyndum. Endamálið við blaðnum var at skapa okkurt, sum tey samkyndu kundu hava til felags – ein miðdepil av onkrum slag. Hugskotið varð ikki væl móttikið, men Fogedgaard gjørdi av at halda fram við arbeiðinum.

Fogedgaard hevði eisini fingið íblástur frá mannarættindasáttmálanum, og gekk tað ikki long tíð fyrr enn Axgil og Fogedgaard hoyrdu um hvønn annan. Skjótt blivu teir samdir um at samstarva, og var hetta óivað besti hátturin at røkka málunum. Nú tá samanbræðingin av Vennen og F-48 var liðug, gjørdu limirnir í F-48 av, at felagið skuldi skifta navn til Kredsen af 48 . Næst á skránni hjá felagnum var sostatt at fáa Vennen útgivið. Tað eydnaðist í 1949.

Í 1985 broytti felagið navn til Landsforeningen for bøsser og lesbiske (LBL), og var enn eitt felag, ið “bara” umboðaði homoseksuel. Tó vísti tað seg, at hetta fór at broytast. Í 2002 víðkaði felagið málbólk og fór eisini at umfatað biseksuell. Í 2009 víðkaðist hesin málbólkur enn meira, og kom eisini at umfatað transseksuell, og skifti sostatt navn til Landsforeningen for bøsser, lesbiske, biseksuelle og transpersoner (LGBT). Í dag er LGBT Danmark størsta felagið, sum stríðast fyri rættindunum hjá kynsligu minnilutunum í Danmark og uttanlands.

1948-1953

Í 1948 gav lív- og djórafrøðingurin Alfred Kinsey (1894-1956) út bókina Sexual behaviour in the human male. Nøkur ár seinni gav hann út bókina Sexual behaviour in the human female (1953) – bøkurnar verða eisini kallaðar Kinsey frágreiðingin. Stutt sagt snúgva tær seg um kanning hjá Kinsey, ið vísti at 10% – 47% av amerikanarum, sum vóru við í kanningini, høvdu, meira ella minni samkynt lyndi. Kinsey býtti luttakararnar upp í ymsar bólkar, alt eftir hvør hevði samkynt lyndi enn annar. Kanningin bleiv skjótt heimskend og bøkurnar fingu metsølu. Tí var sannlíkt at minnilutar, sum tey samkyndu, nýttu kanningina til egnan fyrimun. Og tað var júst tað, ið hendi.

1952

Danska Christine Jorgensen verður fyrsti persónurin, ið skiftur kyn við skurðviðgerð. Hann verður til hon. Hetta eru stór altjóða tíðindi, og í USA verður Christine Jorgensen móttikin sum ein filmstjørna. Christine doyði í 1989.

1969

Ein týdningarmikil dagur í stríðnum fyri rættindum hjá samkyndum var tann 27.juni 1969. Tað var fyrstu ferð samkynd í New York gjørdu mótstøðu ímóti eini løgreglurannsókn á barrini Stonewall. Ógvusligi bardagin ímillum løgreglufólkini og tey, sum stríddist fyri tey samkyndu helt fram í tríggjar nætur. Enn í dag verður dagurin fagnaður sum altjóða stríðsdagur hjá samkyndum, og kallast Stonewall-Day eftir barrini, ella Christopher Street Liberation Day eftir gøtuni, ið barrin var á.

Tað vísti seg, at hugburðurin hjá nógvum samkyndum broyttist eftir Stonewall og fyrst í 1970’árunum sum heild. Stríðið sjálvt helt fram, og virkaði Stonewall, eins og Kinsey frágreiðingin, sum kveiki til ein øðrvísi og víðgongdari hugburð.

1972

Svøríki er fyrsta landið í heiminum, sum letur transpersónar alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið.

1972

Samkyndleiki gerst lógligur í Norra.

1973

Dansibannið verður avtikið í Danmark. Higartil hevur tað verið ólógligt hjá fólki av sama kyni at dansa saman á almennum støðum.

1979

Eftir at fleiri fólk ringja til arbeiðsplássið og siga, at tey ikki kunnu koma til arbeiðis tí tey eru “sjúk” við samkyndleika, verður Svøríki fyrsta landið í heiminum, sum tekur samkyndleika av almenna listanum yvir sjúkur.

1981

At vera samkynd/ur er ikki longur mett sum ein sjúka í Danmark, og verður tikið av listanum yvir sjúkur.

1989

Danmark verður fyrsta landið í heiminum, ið fær skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða tí fyrstu “giftu” samkyndu fólkini í heiminum. Lógin um skrásett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark og øðrum londum, har lógin er galdandi.

1991

WHO, heilsustovnurin hjá ST, strikar samkyndleika av sínum lista yvir sjúkur.

1995

Svøríki fær skrásett parlag. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.

1996

Ísland fær skrásett parlag. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2010, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn í 2006.

2005

Filmurin Brokeback Mountain verður tilnevndur 8 Oscar virðislønir og hevur 920 milliónir krónur í inntøkum. Filmurin snýr um tveir samkyndar kovboyarar.

2007

LOGO, fyrsta sjónvarpsrásin, ið einans vendir sær til LGBT málbólkin, byrjar at senda í USA.

2008

Norra fær kynsleyst hjúnalag, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.

2009

Jóhanna Sigurðardóttir gerst forsetisráðharri í Íslandi. Hon verður soleiðis fyrsti samkyndi ríkisleiðarin í heiminum.

 

2014

Við byrjan av árinum vóru tað tilsamans 17 lond, ið nú loyva samkyndum hjúnabondum. Hesi lond eru Argentina, Belgia, Brasilia, Danmark, England, Frakland, Kanada, Ísland, Niðurlond, Nýsæland, Norra, Portugal, Spania, Suðurafrika, Svørríki, Uruguay og Wales. Harafturat loyva fleiri landspartar av Meksiko og 15 amerikanskir statir samkyndum hjúnabondum.

Ein hópur av øðrum londum og statum viðgerða eisini í løtuni líknandi lógaruppskot, og lítil ivi er í, at talið av londum, ið fara at loyva samkynd hjúnabond, fer at veksa støðugt næstu árini.

Eisini heima í Føroyum…

We are not makers of history. We are made by history.

– Martin Luther King, Jr.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply