f s r
^

Hví dagføra hjúnabandslógina?

Eitt av høvuðsendamálinum hjá rørsluni LGBT Føroyar er, at allir borgarar skulu hava somu rættindi óansæð kynsliga ábending, soleiðis at hinskynd, samkynd, tvíkynd og transpersónar verða javnsett, og eru líka fyri lógini.

Vit eru ikki áhugaði at fáa serlógir, men vilja gerast partur av tí lóggávu sum er. Vit eru ikki áhugaði í eini serlóg um skrásett parlag – hetta er 90’araligt, nú eru vit í 10’unum, og í dag finnast betri loysnir, sum gera øll líka fyri lógini. Ein dagførd hjúnabóndslóg er ein fortreyt fyri at javnseta okkum við aðrar borgarar í landinum.

Hetta kann lættliga gerast og krevur bert smábroytingar í teimum báðum lógunum, sum eru á hjúnarbandsøkinum í Føroyum í dag. Lógirnar, sum eru ávíkavist frá 1925 og 1928, eru danskar, tí familju og arvarættur er danskt málsøki . Fyri at broyta lógina, krevst tískil, at fólkatingið eisini samtykkir tær, men hetta er ikki ein trupulleiki í dag, tí danska stjórnin arbeiðir við at javnseta samkynd og hinskynd í teirra hjúnabandslóg. Hin mátin, og sum Grønland í løtuni er í ferð við at gera, er at yvirtaka málsøki, og so er tað bara løgtingið, sum skal samtykkja lógina. Hetta var tað tekniska, nú fara vit aftur til innihaldsliga partin.

Ístaðin fyri at hjúnarbandlógin í dag bert umfatar mann og kvinnu, krevja vit, at hon verður meira rúmlig og eisini umfatar tvey av sama kyni. Henda broyting er framd í flestu av okkara grannalondum og aðrastaðni við. Ístaðin fyri at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu verður tí ásett, at hjúnarbandið er millum tvey fólk.

Javnsetan av samkyndum og hinskyndum í hjúnabandslógini er IKKI eitt etiskt mál, tað snýr seg um borgarlig rættindi, og tí halda vit ikki, at flokkar skulu goyma seg aftanfyri, at hvør einstakur politikari er frítt settur í hesum máli. Javnsetan í hjúnarbandslógini er at tryggja øllum borgarliga rættindi, tí eiga flokkarnar at taka støðu.

Javnsetan av samkyndum og hinskyndum í hjúnabandlógini merkir heldur ikki, at kirkjur og samkomur skulu tvingast at gifta tvey av sama kyni. Vit mæla til, at tað verður ásett í hjunabandslógini at kirkjan og samkomur sjálvar avgera, um tey vilja gifta tvey av sama kyni.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply