f s r
^

Føroysk LGBT søga

Mín 93 ára gamla ommu sigur, at samkynd hava altíð livað í Føroyum, og so leingi hon kann minnast. Hetta var einki nýtt fyri hana.
– viðmerking á Vágaportalinum, juli 2011

 

 

Um 1700

Í okkara elsta tátti, Ánaniasartáttur, sum skal vera yrktur í Sumba um ár 1700, verður ástarleikur millum tveir menn á fyrsta sinni alment setur á blað í Føroyum. Serfrøðingar meta tó, at tátturin er væl eldri enn hetta. Í táttinum kunnu vit m.a. lesa: Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið.”Hoyr tú tað tú Ánanias, mær tykir einki betur enn hetta: Tú ert søtur um munn, sum tú hevði verið genta.”…So leingi kystu báðir teir, til hvørgin kundi snakka, hendur hildu teir um hvønn annans nakka.

1887-1928

§177 í donsku – og tí føroysku – rættarlógini bannar samkyndum monnum at hava samlegu við hvønn annan. Kvinnur verða ikki nevndar í lógini. Hetta tíðarskeiðið ímeðan §177 er galdandi, verða eingir samkyndir føroyingar ákærdir eftir lógini. Tó verða tríggir lærarar ákærdir fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar næmingar av sama kyni undir somu §177.

1917

Ein 38 ára gamal maður umborð á Ofeliu verður ákærdur fyri kynsligt samband við ein 16 ára gamlan drong og ein 18 ára gamlan mann. Maðurin verður tó ikki dømdur, tí unglingarnir hava samtykt kynsliga sambandið við sjómannin.

1933

Tað er ikki longur ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur  samstundis í gildi í Føroyum. Aldurmarkið verður sett til 21 ár.

1933-1988

Hetta tíðarskeiði verða tríggir menn ákærdir eftir §225, sum ásetur 21 ára aldursmark fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyni.

1966

Grein 225. stk. 4 kemur í gildi í Føroyum 16. apríl 1966, men fer úr gildi aftur sama dag Lógin ger tað ólógligt at keypa kynsligar tænastur frá fólki undir 21 ár av sama kyni. Hetta bann var galdandi í ein dag.

1981

At vera samkynd/ur verður strikað av listanum hjá danska sundhedsstyrelsen yvir sjúkur. Sostatt viðurkennir Danmark formliga, at tað at vera samkyndur ikki er ein sjúka. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tekur somu avgerð í 1991, og strikar samkyndleika av sínum lista yvir sjúkur.

1980-1999

HIV og AIDS breiða seg skjótt kring allan knøttin. Í byrjanini er tað serliga samkyndir menn, ið verða raktir. Sjúkan kemur eisini til Føroya og fleiri føroyingar doyggja av sjúkuni – bæði í Føroyum og í Danmark. Stórt arbeiði fer í gongd fyri at upplýsa fólk um smittuvandan. Hetta hevur víst seg at rigga í vesturheiminum, har sjúkan ikki er eins útbreidd í dag, sum hon var í áttati- og nítiárunum. Tíverri er sjúkan í dag sera vanlig millum hinskynd í triðja heiminum.

1986

Í apríl skipa bæði samkyndir og hinkyndir føroyingar fyri einum “happening”, langt áðrenn nakar dugdi at seta orð á slík PR stunt ella tiltøk. Umleið 100 ung fólk fóru við bussi úr Havn til Kirjubøar og skipaðu fyri fyrstu samkyndu “brúðarvígslu” inni í Kirkjubømúrinum. Við sær høvdu tey “prest” og tveir “brúðgommar”. Aftaná var stór brúðarveitsla í Sólarmagn á Velbastað. Bóndin í Krikjubø, ið varar av múrinum, var ikki blíður og bað ungdómin fara av økinum beinanvegin. Teirra aftursvar var at kasta rís eftir bóndanum. Aftaná hendingina skrivaði Óli Breckman eina stutta grein í Dagblaðnum um óskilið við “bakborðsindiánarunum” í Kirkjubømúrinum. Eisini vóru nøkur lesarabrøv at síggja í bløðunum aftaná.

kirkjubo

1988

Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyni verður lækkað, og er nú tað sama sum hjá hinskyndum – 15 ár.

1988

Uppskot til at dagføra §266b í revsilógin, soleiðis kynsligur samleiki eisini verður nevndur í lógin, kemur fyrstu ferð fyri Føroya Løgting. 17 atkvøður eru í móti og 1 er fyri. Karin Kjølbro, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, átti einastu atkvøðuna fyri lógaruppskotinum.

1989

Danmark verður fyrsta landið í heiminum, ið fær skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða fyrstu “giftu” samkyndu fólkini í heiminum. Lógin um skrásett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark, og øðrum londum, har lógin er galdandi.

1992

Rólant Samuelsen, sum í sjeyti- og áttatiárinum er fyrsti og einasti alment kendi samkyndi persónur í Føroyum, doyr. Rólant úttalaði seg soleiðis í Oyggjaskeggjunum í 1975: “Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg.” Rólant segði eisini frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyndleika. Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl. Rólant Samuelsen gjørdist 50 ára gamal.

1995

Bogi Davidsen, serlækni og samkyndur, heldur fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um væntandi rættindi hjá samkyndum í Føroyum. Hann spælir eisini seinni ein stóran og týðandi leiklut í stríðnum um §266b.

1999

Kári Jacobsen og Fróði Holm Knudsen skipa fyri fyrstu veitsluni nakrantíð fyri føroysk samkynd búsitandi uttanlands. Veitslan fer fram í íbúðini hjá Kára í Keypmannahavn. 21 fólk møta upp – 20 mannfólk og 1 konufólk.

2000

Fróði Holm Knudsen, Kári Jacobsen og Elin Brimheim Heinesen gera fyrstu føroysku heimasíðuna fyri samkynd. Síðan eitur gjeikari.dk og er online í umleið fýra ár. Síðan kann enn síggjast her.

2002

Byrja verður at savna inn undirskriftir millum føroyingar í Danmark til frama fyri skrásettum parlagi í Føroyum. 300 fólk skriva undir uppskotið, meðan 2.000 onnur fólk skriva undir eitt mótmæli móti uppskotinum.

2003

Friðarbogin, fyrsta felag fyri føroysk samkynd, verður settur á stovn. Felagið fær sera nógva umrøðu, og føroysk samkynd í Føroyum seta nú javnan dagsskránna.

2004

Stuðulskonsert í Grasagarði fyri Friðarbogan. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur røðu (28. juli). Røðan sum løgmaður helt til frama fyri samkynd fær sera nógva umrøðu í almenna rúminum og í løgtinginum.

2005

Fyrsta Føroya Pride og ráðstevnan Canaries in the Coal Mines er í Norðurlandahúsinum, har bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar taka lut. Pride’in í Tórshavn hevur sera góða uppmøting.  M.a. Finnur Helmsdal, sáli og Sonja J. Jógvansdóttir hildu talu og Hanus Johansen og Havnakórið syngja.

2005

2. november leggja Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fram broytingaruppskot til paragraff 266b. 20 tinglimir atkvøða móti lógaruppskotinum og 12 fyri.

2006

Rasmus Rasmussen, tónleikari og samkyndur maður, verður álopin og miðlarnir ger nógv burturúr søguni.

2006

Altjóða undirskriftainnsavnan er til frama fyri §266b. 25.000-30.000 fólk skriva undir.

2006

Fyri triðju ferð kemur §266b fyri tingið. Tað eru aftur Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, sum persónliga leggja uppskotið á tingborðið. Rættarnevndin viðgjørdi málið væl og virðiliga og innkallaðu fútan, Boga Davidsen, Sonju Jógvansdóttir, Karsten Høgnesen, Birtu Biskopstø og Karin Dahl, Sølvar Michelsen, Jógvan Zachariassen og Amnesty International, Føroya Deild.

Hesa ferð verður uppskotið samtykt, og lógin verður endaliga dagførd – 17 atkvøður fyri og 15 ímóti – hetta hendir næstan 20 ár eftir at lógin varð dagførd í Danmark.

2007

Næsta Føroya Pride og seminar í Norðurlandahúsinum er á skránni. Umleið 300 fólk luttaka.

2007

Við Maritu Dalsgaard á odda verður leikurin Verkætlan Laramie vístur í Müllers Pakkhúsi frá 25. november til 12. desember í 2007.

lem3

Leikurin snýr seg um ein ungan mann í lítla býnum Laramie, Wyoming, USA, sum verður so illa bukaður, at hann doyr av løstunum. Hendingin fær ikki einans lagnutungar avleiðingar fyri tann samkynda Matthew Shepard og ungu dreingirnar, ið framdu illgerðina. Hvør einasti íbúgvi í Laramie kemur í eina tvístøðu, har ikki slepst undan einari uppgerð við egið virðisgrundarlag – við samleika, sjálvsuppfatan, trúgv og spurningin um fólkaræði.

Hetta er fyrstu ferð eitt dokudrama verður spælt í Føroyum. Ikki færri enn 54 leiklutir eru í leikinum. Hetta krevur nógv av leikarunum og tí var eitt sterkt og fjølbroytt lið av sjónleikarum savnað. Tey vóru Egi Dam, Birita Mohr, Gunnvá Zachariassen, Hjálmar E. Dam og Marita Dalsgaard, sum samstundis var leiðarin av verkætlanini.

lem1

Leikurin fekk nógva umtalu millum fólk og í føroysku miðlunum. Jenis av Rana segði, at “leikir sum Fundamentalisturin, Verkætlan Laramie og Ginu Søgur eru bert niðurbrótandi. Teir fáa tummilin niðureftir frá mær!!!” og Carl Johan Jensen ummælti leikin við heldur óhepnu yvirskriftini: ”Synd er í tí, sum synd er í”.

Skúlanæmingar vóru bjóðaðir at síggja leikin og skriva uppgávu um innihaldið aftaná. Eisini var stór lýsingarherferð gjørt fyri leikin, sum ikki er nakað, ið er vanligt fyri føroyskar sjónleikir. Vinnuvitan ummæltið herferðin og lat 4½ út av 6 møguligum stjørnum fyri avrikið.

2008

Mótmælistiltak, Lat tøgnina tala, er á Tinghúsvøllinum 20. februar. Samkynd vóru ónøgd við, at Tjóðveldi fór í samgongu við m.a. Miðflokkin, og lovar ikki at viðgera sokallaði “etisk” mál. Í tí sambandinum skrivaði nývaldi tingmaðurin Sjúrður Skaale eitt hvassorðað lesarabræv, har hann segði við øll samkynd; “Haldi nú kjaft við jamrinum”, sum eisini var heiti á lesarabrævinum.

2011

LGBT Føroyar, rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, verður sett á stovn, 1. juni 2011. Omanfyri 100 fólk møta til stovnandi aðalfundin og rørslan fær sera jaliga umrøðu í almenna rúminum.

2011

Sirkus Føroyar, ið liggur í Vágsbotni í Havn, verður fyrsta almenna LGBT-vinarliga staðið hjá føroyingum at hittast. Hetta verður gjørt annaðhvørt mikukvøld um summari, og einaferð um mánðain um veturin. Tiltakið fær heitið “Out Night”, og verður eisini tikið upp millum føroysk LGBT fólk í m.a. Danmark og Bretlandi.

2011

Á sumri skipar LGBT Føroyar fyri stórum lýsingarátaki í flestu føroysku miðlum. Hetta var gjørt í eini roynd at gerast meira sjónlig og fyri at kasta eitt jaligt ljós á føroysk LGBT fólk.

2012

27. juli 2012 gjørdist ein stórur, ógloymandi og søguligur dagur fyri Føroyar og føroyingar. Meira enn 5.000 fólk (sambært løgregluni) tóku lut á triðju Faroe Pride skrúðgonguni í Havn. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal luttóku. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, hildi hvør sína røðu.

new15

 

2012

LGBT Føroyar vinnurin heiðurin sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum, tá rørslan vinnur árligu Axgil virðislønina, sum verður latin á stórum tiltaki í Keypmannahavn.

ax

2012

Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus Rasmussen miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu ábending.

Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann.

2013

Nýggj Gallup kanning vísir, at meira enn 2/3 av føroyingum eldri enn 15 ár stuðla samkyndum hjúnabondum í Føroyum.  Miðflokkurin er ikki blíður, og ákærir Gallup Føroyar fyri svik. Sami flokkur klagar ikki um svik, tá Gallup seinni um árið gevur flokkinum “nøktandi” veljaraúrslit.

pros

2013

Kári Jacobsen úr bólkinum Nalja, sum sjálvur er samkyndur, hevur skrivað fyrsta føroyska Pride sangin, ið eitur “Ymisk” og verður nógv spældur í útvarpinum.. Kári hevur fingið fleiri aðrar føroyskar tónleikarar at synja við sær á lagnum. Eitt nú kann nevnast: Jens Marni Hansen, Niels Arge Galán úr 200, Eyð Berghamar Jacobsen og Arnfríð Lützen

kri

2013

Fjórað Faroe Pride skrúðgongan  dróg aftur hesa ferð fleiri túsundtals føroyingar til sín, sum allir ynskja eitt rúmligari føroyskt samfelag. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Teitur, Grandma´s Basement, Jens Mari Hansen, Marius Ziska, Hjørdis Johannsen  og fleiri onnur luttóku.

pride


In the long history of the world, only a few generations have been granted the role of defending freedom in its hour of maximum danger. I do not shrink from this responsibility – I welcome it.
– John F. Kennedy

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply