f s r
^

Ráðgeving

Eg eri tvíkynd/ur ella kanska samkynd/ur?
Hvussu skal eg fortelja tað fyri mammu?
Hvat fara tey í skúlanum at siga?
Nær skal eg siga tað?
Eri eg veruliga ein av “teimum”?
Má eg so flyta av landinum?
Vælkomin til ráðgevingarsíðuna hjá LGBT Føroyar. Her kunnu einstaklingar, ið hava tørv á hjálp ella einum práti venda sær til ráðgevingina hjá LGBT Føroyar.

Tað at spretta, er fyri summi – kanska tey flestu – sera trupult. Tað er ein tilgongd, ið øll samkynd, tvíkynd og transpersónar hava merkt og merkja á ein ella annan hátt. Tí eru vit altíð klár at hjálpa tær! Tú verður tó kanska bilsin av, hvussu lætt tað kann vera at spretta í dagsins Føroyum.

Vit veita eisini ráðgeving og upplýsing til avvarðandi og áhugaðar myndugleikar, ið vara av føroyskum samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply