f s r
^

Tá sonurin ynskir sær sjeik

– Tá sonurin fortaldi mær, at hann var samkyndur, stúrdi eg fyri, hvussu lív hansara mundi fara at laga seg. Eg kendi jú lítið til samkynda umhvørvið í Føroyum og hugsaði mest um rokið, sum var um § 266b. Soleiðis sigur Evald Rasmussen, pápi 18 ára gamla Høgna.

© Sosialurin

Hann tosar opið og frá hjartanum. Eingin spurningur tykist koma óvart á hann, og hann hevur týðiliga hugsað nógv um sína støðu sum pápi at einum samkyndum ungum manni.
– Vit høvdu nokk varhuga av tí. Høgni hevði nógv vinfólk – bæði dreingir og gentur – men tá tey byrjaðu at fjasast við hitt kynið í 6. og 7. flokki, hendi ongantíð nakað hjá Høgna.
– Hann fekk eisini fleiri spurningar, um hann nú mundi hava funnið sær eina fitta unnustu. Men hann dugdi altíð væl at svara uttanum, so tey góvust at spyrja.
Evald minnist tó, at hann tosaði við konuna um tað, meðan Høgni framvegis var heilt ungur.
– Hann var altíð øðrvísi enn hini børnini onkursvegna. So vit tosaðu um, at tað kanska kundi vera ein møguleiki, at honum als ikki dámdi gentur. Men tað kundi jú sjálvandi eisini bara vera tað, at hann ikki hevði funnið røttu gentuna enn.

Macho-fjas
Evald minnist væl løtuna, tá ið sonurin kom at siga honum, at hann var samkyndur. Høgni var tá bert 16 ára gamal, og hann tosaði fyrst við mammu sína og kom síðani til Evald.
– Tað var helst torført hjá honum at fortelja tað. Og eg haldi, at hann nokk var eitt sindur nervøsur. Men hann dugdi sera væl at greiða frá síni støðu, og eg varð hvørki skelkaður ella illur. Hann er sum hann er, og hann er sonur mín uttan mun til hvat.
Evald greiðir frá, at nógv hava spurt Høgna, hvussu pápin reageraði.
– Tað er eingin, sum spyr, hvussu mamman reageraði. Tað er nokk okkurt macho-fjas, sum ger, at fólk hugsa nógv meiri um pápan og hansara reaktión, tá sonurin er samkyndur. Men eg havi ongantíð havt nakran trupulleika við tí. Heldur ikki í tí løtuni, tá ið hann segði mær tað, slær Evald fast.
Hann vísir á, at seksualiteturin jú er ein so sera lítil partur av tí, sum Høgni er. Hann er so ótrúliga nógv annað enn bara samkyndur. Hann hevur nógvar góðar eginleikar og góð evni innan bæði ítrótt, arbeiði og skúla.
– Tey samkyndu eru júst sum øll onnur. Tey hava bara eitt lítið frávik, og man sigur jú, at tað eru eini 5-10 prosent av fólkinum, sum eru samkynd. So tað er heldur ikki so sjáldsamt, sum vit ofta halda.
Evald viðgongur tó, at hann í fyrstuni hugsaði um, hvørt Høgni bara mundi vera ivandi, og um tað kanska mundi vera tað, at hann ikki hevði møtt røttu gentuni enn. Men Høgni var sera avgjørdur.
– Høgni er soleiðis, at um hann tekur eina avgerð, so er tað tí, at hann veruliga meinar tað. Hann er umhugsin og skilagóður, og eg visti eisini við mær sjálvum, at hetta ikki var nakað, hann knappliga hevði funnið uppá.
– Bæði eg og mamman høvdu varhugan av, at hetta fór at koma. Tað kann tí vera, at Høgni, antin tilvitað ella ótilvitað, hevur sent okkum tekin um tað, uttan tó beinleiðis at siga nakað.
Fyrsta reaktiónin hjá Evaldi var, at hann gjørdist stúrin um framtíðina hjá Høgna.
– Spurningarnir mólu í høvdinum, og eg hugsaði um, hvussu lívið mundi fara at laga seg fyri hann. Eg hevði jú hoyrt so nógv um, at samkynd fólk rýma av landinum, og at Føroyar ikki eru eitt gott land hjá samkyndum at búgva í. Og so minnist eg alt rokið sum var um § 266b. So mínir allarfyrstu tankar snúðu seg um framtíðarútlitini hjá Høgna.

Føroyar ikki homofobiskar
Evald fann tó skjótt útav, at ótti hansara var ógrundaður.
– Eg segði við Høgna, at hann nú fór at finna útav, hvørjir hansara veruligu vinir vóru. Og tað vísti seg, at ikki ein tann einasti vinur, familjulimur ella nakar annar vendi honum ella okkum bakið.
Evald var somuleiðis eitt sindur ivasamur um, hvussu móttøkan av tíðindunum fór at vera í samkomuni, har Høgni gongur. Tað hava jú verið nøkur, sum við Bíbliuni í hond hava niðurgjørt tey samkyndu. Men eisini har var allur ivi gjørdur til skammar.
– Ungfólk eru bæði opin og tolerant, og tey góðtaka hann, júst sum hann er. Men eg trúgvi eisini, at tað hevur hjálpt væl, at Høgni hevur verið so opin, sum hann hevur verið. Tá alt er frammi í ljósinum, er tað nógv lættari at fyrihalda seg til.
Hann greiðir frá, at Høgni leingi bað um, at hetta okið skuldi verða tikið frá honum. Men tá støðan bleiv við at vera tað sama, hugsaði hann við sær, at Várharra mundi hava talað. Av tí, at einki broyttist, mátti svarið frá Várharra vera, at Høgni er júst, sum hann skal vera.
Evald greiðir frá, at tá hann var ungur, var hetta evnið púrasta tabu, og hann visti einki um samkynd fólk.
– At koma til Havnar úr Suðuroynni og hitta Rólant Samuelsen var eitt upplivilsi, tí í Suðuroynni vóru eingi fólk, sum vóru opin um, at tey vóru samkynd. Tey flestu mundu helst undirtrykkja tað – ella rýmdu tey av landinum.
– Men tað, at fleiri samkyndir føroyingar í seinastuni hava traðkað alment fram og staðið við tað, tey eru, hevur broytt nógv í Føroyum. Og føroyingar eru als ikki so homofobiskir, sum orðið vil vera við. Alt tað yngra ættarliðið góðtekur tað uttan at blunka.
– Síðani Høgni steig fram sum samkyndur, er tað meiri enn so komið fyri, at onnur foreldur hava ringt til okkara og spurt um ráð, tí tey hava illgruna um, at barn teirra er samkynt. Tá hava vit sagt, at tað bara er eitt at gera, og tað er at góðtaka barnið, sum tað er.

Hvør er orsøkin?
– Fólk kjakast um, hvørt tað er arvur, umhvørvi ella um tað kanska er ein mótadilla, tá fólk eru samkynd. Men eg eri sannførdur um, at Høgni er føddur soleiðis. Hann hevur altíð verið øðrvísi. Hann hevur verið stillførur, lítillátin og sera umhugsin. Hann hevur varnast, tá mamman hevur verið til frisør – eisini tá eg als ikki havi gáað um tað – sigur Evald smílandi og heldur fram – Høgni hevur altíð staðið við sítt, og bæði lærarar og ítróttarvenjarar hava altíð vitað, júst hvar teir høvdu Høgna.
Evald greiðir frá, at onkur onkuntíð hevur róð framundir, at Høgni kanska ikki átti at sloppið at verið so stillførur, sum hann altíð hevur verið. Um hann varð noyddur at rokast meiri, so kanska hann ikki hevði verið samkyndur í dag. Men tað heldur Evald vera fjas.
– Vit hava eina dóttur, sum er uppdrigin á júst sama hátt sum Høgni. Hóast tað, so hevur hon altíð verið beint øvugt av honum; bæði meiri rokalig og meiri vill í tí. Men hon er ikki vorðin samkynd, hóast hon hevur smíðað ístaðin fyri at spæla gentuspøl. Tað hevur einki við uppaling at gera, tí lyndið í fólki er so ymiskt, og tey eru fødd, sum tey eru.

Tveir versynir
Evald sigur, at tey onkuntíð plaga at flenna at, at tey fara at fáa tveir versynir heldur enn eina verdóttur og ein verson.
– Høgni hevur enn ikki presenterað nakran sjeik her heima, men eg havi gjørt mær greitt, at tann dagurin fer at koma. Og tað havi eg tað fínt viðs, sigur Evald.
– Heima eru vit púra opin um tað, og vit kunnu gott skemta við tí og gera vittigheitir. Men eg merki væl, at eg eri skjótur upp á barrikadurnar, um eg eri úti, og fólk skemta við teimum samkyndu.
– Tað koma onkuntíð onkrar plattar vittigheitir, og tað leggi eg ikki so nógv í, men tá eg merki, at tað liggur ein ávísur álvari handan skemtið, tá reageri eg á ein heilt annan hátt, enn eg gjørdi fyrr, viðgongur Evald.
Hann hugsar seg um eina løtu og sigur so, at hóast tey skemta við, at hann fer at fáa tveir versynir og onga verdóttir, so hevur hann eisini gjørt sær álvarsamar tankar um tað.
– Tá man hugsar um eitt brúðarpar, so eru tað ein kvinna og ein maður, sum ganga upp eftir kirkjugólvinum. Dóttir mín skal giftast skjótt, og eg veit, at Høgni ikki kann gera sama túrin efir kirkjugólvinum, sum støðan er í dag.
– Eg havi eisini verið keddur um, at hann ikki fer at fáa børn. Hjá kvinnunum er tað lættari, men tveir menn hava eyðsæð nógv verri møguleika at fáa børn. Men nú eri eg farin at venda tí við og hugsa: ”Hví skal hann ikki kunna fáa børn?«.
– Tað eru jú bæði einligar mammur og einligir pápar, og sum eg dugi at síggja, so er tað ikki neyðturviliga betri at hava tvey foreldur heldur enn eitt. Eg vænti, at hetta fer at koma í rættlag. Bæði, at tey samkyndu fara at kunna gifta seg í kirkjuni, og at tey fara at kunna ættleiða. Enn eru nøkur religiøs fragment, sum eru ímóti, men tey allarflestu góðtaka tað. Og ungdómurin er ótrúliga tollyntur. So tað er helst bara ein spurningur um tíð, heldur Evald, sum tí er sannførdur um, at framtíðarútlitini hjá soninum síggja bjørt út. Eisini um hann velur at búgva í Føroyum alt lívið.

Fakta
Navn: Evald Rasmussen
Aldur: 54 ár
Giftur Jean Minné
Bústaður: Hoyvík
Børn: Vanja 21 ár og Høgni, sum verður 19 í næstum
Starv: Lærari í Eysturskúlanum


LGBT Føroyar er felagið fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum.
Slagorðið hjá nýstovnaða felagsskapinum er: Vit eru her! Vit hava altíð verið her. Vit fara altíð at vera.
Felagið hevur eina ráðgeving, sum tú kanst ringja, kjatta ella skriva til, og tær nýtist ikki at upplýsa, hvør tú ert.
Eitt av komandi tiltøkunum er Føroya Pride, sum felagið skipar fyri 27. juli komandi ár.
Felagið arbeiðir fyri at betra um umstøðunar hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum í Føroyum, og at bøta um teir mismunirnar, sum framvegis eru.

© Sosialurin (Eydna Skaale)

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply