f s r
^

Øll hyggja at Mike

Mike Viderø, sum fyri nøkrum árum síðani varð kosin ársins samkyndi av LGBT Danmark, er aktuellur við nýggjum tónleiki. Grundgevingin fyri, at Mike á sinni vann heiðurin var, at hann stóð fram sum samkyndur í Føroyum, tá harðast leikaði á. Á tann hátt var hann við til at skumpa undir holdningin til samkynd í Føroyum.

Men nú er  Mike farin í gongd við tónleikin, Mike hevur gjørt sína egna útgávu av kenda sanginum “Hygg at mær” hjá bólkinum Nalja. Sangurin er skrivaður av Kára Jacobsen, sum eisini er kendur tónleikari og samkyndur. Í løtuni er sangurin nógv at hoyra á útvarpsrásunum, men sangurin verður eisini útgivin sum stakfløgu fyrsta dagin.

Fylg Mike Viderø á:  Facebook.com/LetsMike

 

 

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply