f s r
^

Nýtt LGBT tilfar til fólkaskúlan

bro-inside

 

Føroyskir LGBTarar kundu neyvan ímyndað sær betri ”brúðargávur” enn nýggju temasíðuna hjá Námi, ”Samkynd giftast” og nýggju lærubókina “Kroppur, kenslur og kynslív”, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur givið út. LGBT Føroyar fegnast um, at limirnir í rørsluni nú fáa innivist í bæði føroysku lóggávuni og føroyska fólka- og miðnámsskúlanum.

Háaktuelt tilfar frá Nám
LGBT Føroyar fegnast um, at eitt alment forlag sum Nám, hevur dirvi at taka um rótina á einum ofta viðkvomum evni, sum vit samkyndu enn tykjast at vera, og viðgera okkara drúgva stríð at vinna rættin til at giftast borgarliga í Føroyum.

LGBT viðurskifti hava í alt ov stóran mun verið tagd burtur í føroyska skúlanum. Hetta hevur LGBT Føroyar eisini víst á, og løgdu vit fram alment ynski um at fáa hetta broytt í fjør. Í einum modernaðum demokratiskum samfelag skulu øll fólk hava innivist – eisini í skúlanum. At taka LGBT viðurskifti upp í undirvísingini er tí at brynja okkara ungu til at gerast rúmligir og væl upplýstir samfelagsborgarar eins og núverandi løgtingslóg longu áleggur fólkaskúlanum at gera. Hetta hevur Nám nú gjørt.

Temasíðan hjá Nám er eitt risafet til at fáa dagsaktuelt, heimligt og viðkomandi tilfar inn í skúlan. Málið er lýst væl frá øllum síðum og sleppa allir partar til orðanna á temasíðuni, sum kann síggjast her: http://snar.fo/samkynd/

Rúmlig læribók um kynslív
LGBT Føroyar fegnast somuleiðis um, at Bókadeild Føroya Lærarfelag samstundis hevur útgivið bókina “Kroppur, kenslur og kynslív”, sum er handbók til tannáringin við upplýsingum um alt tað, sum hendir í hesum týdningarmikla tíðarskeiðinum í lívinum. Bókin er væl egnað til teirra, ið eru á veg inn í kynsbúningarárini.

LGBT Føroyar er serliga fegin um, at bókin viðger allar partar av kynslívinum og menningina av okkum sum  menniskju og okkara kyni. Eingin og einki verður tagt burtur, eins og tað ofta varð í slíkum bókum fyrr í tíðini. Kynslívið og tess mongu ymisku variantar verður viðgjørt á ein natúrligan, avslappaðan og tíðarhóskandi hátt, har rúm er fyri øllum og har øll skulu hava sama møguleika at mennast í samsvari við egna kynsligu sannføring og kynsligan samleika.

LGBT Føroyar vónar, at lærarar og næmingar í føroyum fara at taka væl ímóti nýggja tilfarinum, sum fer at gera tað munandi lættari at vera ungur LGBTari í føroyska fólka- og miðnámsskúlanum.

hjun1

hjun2

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply