f s r
^

Hoyringsskriv til Mentanar-, Rættar- og Trivnaðarnevndina frá LGBT Føroyum

Góða dag øll somul og vegna nevndina í LGBT Føroyar vil eg fegin siga stóra takk fyri, at vit vóru bjóðaði til hoyringar her í dag í hesum – fyri okkum – sera týðandi og avgerandi máli, sum er alt avgerandi fyri okkara framtíð sum borgarar í Føroyum.

Vit vilja stutt gjøgnumganga tilfari, sum liggur frammanfyri tykkum, og sum tit so hava møguleika at lesa nærri seinni.

Talan er um fakta, upplýsingar og tilfar annars um nakrar ofta settar spurningar, misskilningar og pástandir um LGBTarar og hjúnabandið.

limir

Vit vilja vísa á 14 ymisk øki:

1. Samkynd er eitt nýtt og útlendsk fyribrigdi!?

(Nei, tað er tað sjálvandi ikki. Vit hava altíð verið her, hóast vit ikki altíð hava verið eins sjónlig sum vit eru í dag. Tit eru vælkomin at hyggja nær eftir yvirlit yvir Føroyska LGBT søguna, sum liggur í pakkanum har.)

2. At vera sam-, tví- og tvørkyndur er ikki náturligt!?

(Ein ørgrynna av vísindaligum prógvum staðfesta, at hetta ikki passar. Vit noyðast hvørki at leita leingi ella víða eftir ríkiligum dømum um kynsligt margfeldi í djóraheiminum. Sam-, tví- og tvørkyndur atburður er skjalprógvaður hjá umleið 1.500 djórasløgum, so ásannast má, at ómetaliga stórt kynsligt margfeldi er at síggja í náttúruni. Meira kunning um hetta evnið er at síggja í tilfarinum frá lista- og vísindaframsýningini “Hvat er natúrligt?”, sum var at síggja í Østrøm í 2012)

3. Hjúnabandið er søguliga støðugt og óbroytiligt!?

(Hesin pástandur er aftur langt frá sannur. Tit kunnu lesa meira um hetta í greinarøðini, ið eg havi skrivað við hjálp frá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingi, um veruligu søguna hjá hjúnabandinum ígjøgnum tíðina)

4. Føroyska hjúnabandslógin er óbroytilig!?

(Hetta passar heldur ikki. Um samkyndir føroyingar fáa innivist í hjúnabandslógini í Føroyum, so er tað ikki fyrstu ferð, at hjúnabandslógin verður broytt her á landi. Okkara hjúnabandslógir eru longu broyttar í minsta lagi 12 ferðir. Harumframt eru hópurin av ymiskum kunngerðum, ásetingum og rundskrivum sett í og úr gildi ígjøgnum ár og dag, og hava hesi øll ávirkað hjúnabandið. Vit hava viðheft eina søguliga gjøgnumgongd av hesum 12 broytingunum í pakkanum. Síðst vit broyttu lógin var í 2002, tá galdandi hjúnabandslóg kom í staðin fyri lóg frá 1922. Núverandi lóg er harumframt longu broytt tvær ferðir í samband við fylgibroytingar, so tað er einki slóðbrótandi ella óvanligt við at dagføra hjúnabandslógir í Føroyum.)

5. Hjúnabandslógin hevur altíð verið galdandi fyri øll føroysk hinskynd pør!?

(Hetta er als ikki so. Tað er ein hópur av hinskyndum føroyingum, sum søguliga eisini hava verið útihýst úr føroysku hjúnabandslógunum. Vit kunnu nevna hesi: fráskyld (1380-1922), fólk, sum ikki ynskja at giftast í fólkakirkjuni (1563-1851), fólk uttan ”sin rette fornuft og forstand” (1688-1922), ognarleys (1777-1846), menn, ið móttaka almenna forsorgarhjálp (1923-2002), fólk við kynssjúku (1922-2002), sálarsjúk (1922-2002), psykopatar (1922-2002), menningartarnaði (1922-2002), evnaveik (1922-2002), fólk við epilepsi. “Af hensyn til epilepsiens »art og farlighed for ægteskabets lykke og børnene«” (1922-2002) og kroniskt alkoholikarar (1922-2002).)

6. Samkynd hjúnabond oyðileggja “siðbundin” hinskynd hjúnabond!?

(Henda pástandin hevur Dr. Mariah Schug viðgjørt í ensku greinini “Justices’ Gay Marriage Worries Misplaced”, sum hon skrivaði í samband við eina viðgerð hjá amerikanska hægsta rættindi um arvaskatt og líknandi hjá samkyndum pørum í 2013. Í greinini vísir mannfrøðingurin á, at øll Norðurlond hava innført samkynd hjúnabond uttan Føroyar. Hóast hetta er sama gongdin at síggja í Føroyum. Her eru eisini stórt tal av hjúnaskilnaðum og meirilutin av børnum, vera í dag fødd uttanfyri hjúnabandið, eins og í øllum hinum Norðurlondunum. Tí eru tað onnur viðskifti, ið mugu ávirka samfelagsmynstri í hinkyndum paraløgum og ikki bara tí, at samkynd hava fingið somu rættindi sum hinskynd.

Vit samkyndu eru ikki hóttanin móti siðbundnu hinskyndu kjarnafamiljuni. Hinskynd hava av sínum egnum eintingum megna at broytt týdning av dagins hinskynda hjúnabandinum í Føroyum. Tað eru jú hóast alt hinskynd, sum føða meira enn helvtina av sínum børnum uttanfyri hjúnabandi, og tað er 3. hvør hinskyndur, sum letur seg skilja í dagsins Føroyum. At samkynd eisini sleppa at giftast og skiljast, fer ikki at ávirka hesa gongdina. Ákærandi hinskynd og traditiónistar eru noydd at hyggja í spegilin, og minni at okkum LGBTarar.

7. Hetta er ein ónd glíðibreyt!?

(Ja, tað skal einki ivamál vera í, at talan eru um eina glíðubreyt, tá tað kemur til okkara rættindi. Men tað er ikki tann perversa, kriminella og ofta sera kreativa glíðubreytin, sum okkara mótstøðufólk droyma og spáða um. Okkara glíðubreyt førir hinvegin til full javnrættindi fyri allar okkara limir. Tit kunnu hyggja nærri at viðhefta tilfarinum frá ILGA um tí veruligu glíðubreytina, og hvat skal til fyri, at allir LGBTarar skulu fáa full javnrættidni í einum modernaðum samfelag. Í dag veitir Føroyar bara 17% av hesum javnrættindum til okkara limir. Og partur av hesum prosentum koma umvegis donsk málsøki, eitt nú útlendingamál.

Og nei, LGBT Føroyar fer ikki at berjast fyri rættinum hjá trimum ella fleiri fólkum at giftast. Ei heldur fara vit at arbeiða fyri fólkum, ið skuldu ynskt at gifta seg við djórum ella hvat annað okkara mótstøðufólk nú kundu funnið uppá at lagt okkum undir.)

8. Í einum fólkaræði er tað meirilutin, sum ræður!?

(Hetta er púra rætt. Heili tríggjar kanningar hava víst, at tað er stórur meiriluti millum føroyska veljarar at loyva samkyndum at giftast borgarliga í Føroyum. Kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri LGBT Føroyar vísti, at heili 68% av øllum føroyingum eldri enn 15 ár eru fyri hesum uppskotinum. Kanning, ið somuleiðis er gjørd fyri Sosialin, segði 62% ac føroyingum vóru fyri, meðan kanning, ið Framsókn lat gera vísti 63%. Vit hava viðlagt øll úrslitini frá okkara Gallup Føroyar kanningini frá 2013 í pakkanum.)

9. Hví skulu tit giftast? Hví ikki bara fara til advokat, og so er friður?

(Tí vit ynskja at vera javnsettir borgarar her á landi. Vit hava fullan borgaraskap og vit gjalda skatt sum øll onnur her á landi. Vit krevja hvørki meira ella minni enn hvat onnur longu hava. Hví skulu vit brúka nógvar pengar til at fara til advokat, meðan tit onnur sleppa at gifta tykkum ókeypis? Harumframt kanst tú aldrin fáa øll tey somu rættindi, skyldur og ágóðar bara við at fara til advokat. Summar lógir eru jú bara galdandi fyri hjún.

Vit hava viðheft ein listi yvir flestu rættindi og skyldur, sum hjúnabandslógin í dag veitir hjúnum í Føroyum. Eg kann nevna: eftirnavn, fíggjarligur stuðul, uppihaldspeningur, almennar veitingar, frádráttur, skattur, skattskyldur, ognarfeli, serogn, avgerðarrættur, gávuavgjald, avsláttur, óskift búgv, pensjón, tryggingar, arvarættur, innflyting og arvaavgjald.

Harumframt er tað er altso ikki tað, ið tú sum barn gongur runt og droymir um. Tað, at tá eg verið stór ella stórur so fara eg og tann, sum eg elski og sum eg ynski at víða mítt lív til, til avdokat at gera ein sáttmála. Tað er also ikki serliga romantiskt! Dreymin um at giftast við tí, sum vit elska, eiga allir føroyingar at hava møguleika fyri at gera til veruleika – eisini vit LGBTarar.

10. Nær fara tit so at krevja um at sleppa inn í kirkjuna?

(Hetta málið snýr seg um javnrætt, grunleggjandi sosial og borgarlig rættindi, har allir borgarar skulu vera líka fyri lógini. Hetta snýr seg als IKKI um at troðka seg inn á øki hjá trúðnarligum bólkum. LGBT Føroyar fer ikki at arbeiða fyri at sleppa inn um kirkjugátt. Hetta ynski má koma innanífrá fólkakirkjan. Men fyri, at tað tit øll skulu kunnu kenna tykkum heilt trygg um hetta málið og ikki minst henda sokallaðu glíðubreytini, so kunnu vit aftur vísa á yvirlitið hjá ILGA, har átrúnaðarlig mál á ongan hátt vera tikin uppá tungu.

11. Vit kunnu ikki diskriminera samkynd út úr fólkakirkjuni!?

Vit vita øll her inni, at meiriluti er ikki í dag fyri at loyva samkyndum at giftast í føroysku fólkakirkju. Hvørki millum veljaran, fólkakirkjuna ella her inni í løgtinginum. Tí er hetta ein prísur, sum vit eru villig til at gjalda fyri rættin at giftast borgarliga í Føroyum. Tað kann gott vera, at hetta fer at broytast við tíðini, og at einaferð fer kirkjan at geva rúm fyri okkum. Men vit hava ikki hug at bíða eftir fólkakirkjuni og hennara menning fyri at vit kunna liva okkara versliga lív fult út og á jøvnum føtum við aðrar føroyingar. Vit vilja heldur vera útihýst úr kirkjuni enn úr føroyska samfelagnum. Tí taka vit fult undir við hesum uppskotinum.

12. Men tit eru so fá, hví skulu vit hinskynd hugsa um tykkum og ikki bara konsentrera okkum um meirilutan, sum jú er hinskyndur?

(Eingin veit heilt neyvt hvussu nógv fólk eru sam-, tví- ella tvørkynd. Men flestu altjóða kanningar vísa eitt tal millum 5-10% av fólkatalinum, tá vit tosa um allar bókstavarnar í LGBTQIA. Tað vil siga, at í Føroyum er eitt stað millum 2.400 og 4.800 borgarar í øllum aldrum og í øllum støðum kring landið, ið eru antin sam-, tví- ella tvørkynd. Hesi somu fólk hava børn, foreldur, systkin, ommur, abbar, familjulimir, vinir, starvsfelagar, grannar o.s.fr. Hetta síggja vit eisini á okkara Facebook síðu, har vit hava meira enn 9.000 vinir, sum er millum størstu føroysku síðurnar á Facebook.

Tískil er ikki bara talan um nakar heilt fáar einstaklingar, sum eru ávirkað av núverandi støðu og eru fyri grovum mismuni í føroysku lóggávuni. Vit tosa hinvegin um fleiri túsundtals føroyingar, ið eisini eru borgarar, veljarar og skattgjaldarar, ið sjálvandi skulu hava innivist í landins lógum á sama støði sum allir aðrir borgarar.)

13. Samkynd kunnu ikki uppala børn. Tað skaðar børnini!?

(Síðsta yvirliti frá Columbia Law School vísir, at tað eru skrivaðar 77 vísindaligar greinar síðstu tríati árini um hvussu børn, ið vaksa upp hjá samkyndum foreldur, hava tað og eru ávirkaði av hesi uppaling.

73 av hesum vísindaligu greinum koma til ta niðurstøðu, at hesi børn ikki hava tað verri enn tey, sum vaksa upp hjá hinskyndum foreldrum. 4 av hesum greinum vísa tó, at børn hjá samkyndum pørum hava tað verri. Viðmerkjast skal tó, at hesar 4 kanningarnar, granskaðu einans børn, sum komu frá fráskyldum og brotnaðum heimum. Hetta ger úrslitið sjálvandi neiligt, tí fá børn uppliva fráskilna sum eina jalig uppliving. Samanumtikið er stór aljtóða vísindalig semja um, at børn, ið hava samkynd foreldur ella verjar, fáa ikki mein av hesi sannroynd.

Sí yvirlitið her.

14. Hví skulu vit altíð fylgja gongdini í okkara grannlondum? Hví kunnu vit ikki bara steðga menningini?

(Føroya Løgting samtykti 31. mars 1987 at seta “Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women” (CEDAW) sáttmálan í gildi. Sáttmálin er sostatt fólkarættarliga bindandi fyri Føroyar eins og fyri restina av danska kongaríkinum. Síðani hava Føroyar, Grønland og Danmark við jøvnum millumbili verið til próvtøku í CEDAW-nevndini hjá Sameindu Tjóðum (ST), har nevndin kemur við ymiskum tilmælum um, hvat londini kunnu gera fyri at røkka endamálinum í ST sáttmálanum, sum hesi hava bundið seg til at halda.

Í 2015 vóru føroyskar LGBT kvinnur tiknar við í tilmælini frá ST. Tilmælið nr. 35 sigur soleiðis: “The Committee notes the inadequacy of support services, non-discrimination, for lesbian, bisexual and transgender women.” Meðan tilmælið nr. 36 heldur fram: “The Committee recommends that the State party envisage undertaking an assessment of difficulties faced by lesbian, bisexual and transgender women with the aim of ensuring the full fulfilment of their rights.” ST nevndin sigur sostatt, at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at LGBT kvinnur í Føroyum ikki eru fyri mismuni og fáa full javnrættindi á jøvnum føti við hinkyndar kvinnur og menn. Føroyar skulu aftur til ‘próvtøka’ hjá ST í 2019. Tá skulu Føroyar helst kunna vísa á, at vit hava fylgt tilmælunum, ið vit nú hava fingið frá ST.

ST nevndini fyri kvinnurættindum er ikki fyrsti altjóða felagsskapur, ið tilmælir politisku skipanini í Føroyum at veita javnrættindi til sínar LGBT borgarar. Framanundan hava eitt nú Amnesty International og Norðurlenska ungdómsráðið gjørt tað sama.

Eisini hava ungamannfeløguni hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Sambandsflokkinum einmælt heitt á tykkum tinglimir um at siga ja til at loyva samkyndum at giftast borgarliga í Føroyum)

_______

Vit vilja móti enda minna á, at talan er um eitt útreiðsluneutralt uppskot.

Javnrættindi eru ikki sum fiskirættindi. Eingin missur nakað um onnur fáa. Hvat fer av tykkum, um tit loyva okkum at fáa pappír uppá hvønn annan?

Hinvegin hevur henda lógarbroytingin sera nógv at siga fyri okkum og okkara limir.

Hetta hevur eisini stórt symbolskt virðið fyri okkara – tíverri alt ov mongu útisetar – og ikki bara LGBTarar í útlegd, men eisini hinkyndar føroyingar, ið bevíst velja Føroyar frá, tí núverandi støða sendir tekin um eitt intolerant og litleyst samfelag, ið ikki verjir sínar veikastu borgarar, og tað er ikki serliga tiltrekkjandi fyri ungar og framsøknar útisetar.

Tað er avgjørt eisini bara ein spurningur um tíð, áðrenn hini Norðurlondini – og ikki minst Norðurlandsráðið – fer at leggja trýst á okkum sum tjóð, fyri at fáa okkum at fara eins við øllum okkara borgarum – serliga um vit ynskja at varðveita ella víðka okkara limaskap í Ráðnum.

At enda vilja vit fortelja tykkum ein lítil søgu…

lovning

Í 1967 vóru Mildred Jeter, sum var litt á liti og Richard Loving, ið var hvítur maður, dómd at sita í fongsil í 1 ár fyri at hava gift seg ólógliga í amerikanska statinum Virginina. Hetta var ólógligt, tí fólk av ymiskum rasun høvdu ikki loyvið at giftast hvør við øðrum í 1967.

Málið endaði í amerikanska hægsta rætti, sum avgjørdi, at her var talan um brot á amerikansku grundlógina, og hjúnabandslógin í USA tí skuldi broytast, so fólk av ymiskum rasun kundu giftast hvør við øðrum.

Í dag øtast tey flestu av okkum, at slíkt kundi vera ólógligt líka fram til 1967. At tvey trøllvaksin fólk kundu vera noktaði at ganga saman í hjúnaband, bara tí tey ikki høvdu sama húðalit.

Hesa tíðina var samstundis stór mótstøða móti at gera gjøgnumføra hesa broytingina í amerikansku hjúnabandslógini. Mótmælini vóru bæði ógvuslig og til tíðir beinleiðis harlig.

Tíverri var henda mótstøða ikki so nógv øðrvísi enn tann mótstøðan, sum vit sum LGBTarar kenna á okkara kroppi í Føroyum í dag.

Mín spurningur til tykkum her til síðst, er tí hesin: Hvørja síða av søguni ynskja tit sum politikkarar og sum menniskju at vera á?

Hvussu ynskja tit at svara tykkara børnum og ommu- og abbabørnum, tá tey fara at spyrja tykkum, hvørja síðu tit vóru á í dagsins stóra mannarættindamáli – nú tit høvdu møguleikan at gera lívið lættari og javnrættari fyri okkum sum minnilutabólk?

Vit vita ØLL, at hesi rættindi fara koma uppá pláss fyrr ella seinni.

Spurningurin er bara um tit her inni, vilja vera við til at taka hetta stigið í dag…..ella um tit heldur vilja skrivast inn í søgurbøkurnar eins og hesi mótmælisfólkini í býnum Little Rock, Arkansar í 1967, í dag eru skrivaði?

Little-Rock

Valið er tykkara!

Takk fyri, at tit vildu lurta efitir okkum í dag, og vit vilja sjálvandi mæla til at tit tilmæla hetta uppskotið og atkvøða fyri øllum trimum lógarbroytingunum.

Takk fyri!

Vegna LGBT Føroyar,

Eiler Fagraklett, Anja Johansen, Høgni Miné og Margret Nordberg Thomsen (nevndarlimir)

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply