f s r
^

Tríggjar LGBT stuttsøgur og eitt fyrimyndarligt Norðurlandahús í 2015

bok

Tríggjar LGBT stuttsøgur
Í 2015 gjørdust vit tríggjar LGBT stuttsøgur ríkari í Føroyum. Fyrr í ár lat Sámal Soll stuttsøgusavnið Glasbúrið úr hondum, og har var m.a. stuttsøgan “10 ára broytingin” við. Ingun Christensen útgav eisini herfyri nýtt stuttsøgusavn, har vit kundu lesa um m.a. “Mannin við yvirskegginum”. At enda vann Liljan á Fløtum Petersen stuttsøgukappingina “650 orð” í Góðan Morgun Føroyum hjá Kringvarpi Føroya. Hon vann við stuttsøguni “Skeiv hill, ella…”, ið Sprotin nú hevur útgivið í nýggja stuttsøgusavninum “Nýtt flog – 650 orð x 62”.

Fyrimyndarligt Norðurlandahús
Norðurlandahúsið gekk eisini á odda í ár og var karmur kring eitt heilt LGBT vikuskifti, har vit m.a. sóu Føroya fyrsta dragshow. Norðurlandshúsið var eisini fyrimyndaligt, tá tað aftur setti LGBT viðurskifti á skránna við at bjóða grønlendska høvundanum Niviaq Korneliussen við til tiltakið Bókadagar. Hon skrivaði viðurkendu skaldsøguna HOMO sapienne, sum er tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønina, og á Bókadegnum hevði hon áhugavert prát við Kinnu Poulsen og næmingar úr 3. S í Studentaskúlanum í Hoydølum.

drag

Týðandi fyri okkara limir
LGBT fegnast um vaksandi úrvalið av føroyskum bókmentum, ið viðgera LGBT persónar og viðurskifti. Hetta ger, at okkara limir í alsamt størri mun kunnu kenna seg aftur í føroyskum bókmentum í og við, at tey kunnu lesa um seg sjálvan á egnum móðurmáli. Hetta økir um okkara sjálvsfatan og sjálvsvirði og er við til at fostra heilsugóðar LGBT føroyingar.

Her sæst yvirlit yvir aðrar føroyskar bókmentir, ið viðgera LGBT relevant evni.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply