f s r
^

Hvussu ofta hava vit broytt hjúnabandslógirnar?

Fáa samkyndir føroyingar innivist í hjúnabandslógini í Føroyum, so er tað ikki fyrstu ferð, at hjúnabandslógin verður broytt her á landi. Okkara hjúnabandslógir eru longu broyttar í minsta lagi 12 ferðir. Harumframt eru hópurin av ymiskum kunngerðum, ásetingum og rundskrivum sett í og úr gildi ígjøgnum ár og dag, og hava hesi øll ávirkað hjúnabandið.

ringar

1380

Eftir at Føroyar komu undir danska kongin í 1380, hevur hjúnabandið verið danskt mál og er tað framvegis í dag. Frá 1200 og fram til trúbótina, komu føroysk hjúnabond undir kanoniska rættin hjá katólsku kirkjuni, sum m.a. hevði eitt fullkomið bann móti hjúnaskilnaði.

1536

Í 1536 varð lógin broytt, so hjúnaskilnaður ikki longur var bannaður. Tað var tó framvegis sera ringt at fáa loyvi til at lata seg skilja – heilt fram til 1922. Tá varð nýggj lóg sett í gildi, so tað nú stóð øllum giftum fólkum frítt at biðja um hjúnaskilnað

1563

Í 1563 varð lógin broytt, so at ein kirkjulig vígsla skuldi til, fyri at eitt hjúnaband kundi góðkennast alment. Tað var ikki neyðugt í Føroyum áðrenn
hetta.

1582

Í 1582 var lógin aftur broytt. Nú varð tað álagt, at pør skuldu fyrst trúlovast, áðrenn tey kundu giftast.

1688

Við Norsku lóg, sum varð sett í gildi í 1688, fingu fráskildir føroyingar eisini loyvi at gifta seg upp aftur. Hetta kom av tí, at fólkakirkjan ikki longur metti, at hjúnabandið var eitt sakramenti ella ein halgigerð, eins og katólska kirkjan hevði ásett frammanundan. Aldursmark varð eisini ásett. Kvinnur skuldu í minsta lagi vera 16 ára gamlar og menn 20 ár. Fólk, ið ikki vóru fullfør, sluppu tó ikki at giftast.

1777

Trælalógin frá 1777, sum ikki varð sett úr gildi fyrr enn í 1846, bannaði føroyskum ognarleysum og øðrum, ið ikki kundu prógva førleikan at forsyrgja einum húski, at gifta seg og seta búgv. Ístaðin vóru hesi noydd at arbeiða sum húskallar og tænarar hjá presti ella stórbóndum. Sostatt slapp ein stórur partur av føroyingum ikki at gifta seg hetta tíðarskeiðið.

1799

Inntil 1799 var trúlovanin áðrenn brúdleypið eisini lógliga bindandi, og ein kundi ikki gera tað liðugt við sín trúðlovaða, uttan við loyvi frá Tamperetten.

1851

Í 1851 kemur grundlógin í gildi, og hon ásetur trúarfrælsi. Hetta hevur við sær, at borgarligar vígslur verða settar í gildi. Í Føroyum merkir hetta m.a., at tá talið av limum í brøðrasamkomuni og øðrum nýggjum evangeliskum samkomum fer at veksa fyrst í 20. øld, kunnu hesi lata seg gifta, uttan at ein prestur frá fólkakirkjuni skal víga tey.

1922

Í 1922 verður lógin aftur broytt, tá aldursmarkið hækkar til 21 ár fyri kvinnur og 23 ár fyri menn. Lógin noktaði eisini hesum bólkum rættin at gifta seg í Føroyum: Monnum, ið fingu almenna forsorgarhjálp, fólkum við kynssjúku, epilepsi ella menningartarni. Eins og sálarsjúk, psykopatar, evnaveik
og alkoholikarar heldur ikki kundu gifta seg.

1933

Í 1933 varð lógin aftur broytt soleiðis, at øll norðurlond samdust um at góðkenna øll hjúnabond, sum vóru inngingin í hesum grannalondum.

1969

Ikki fyrr enn í 1969 verða kynini javnsett í hjúnabandslógini, tá aldursmarkið varð ásett at vera 18 ár fyri bæði kynini, soleiðis sum vit kenna tað í dag.

2002

Galdandi hjúnabandslóg “Anordning nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning” kom í staðin fyri lóg frá 1922. Núverandi lóg er longu broytt tvær ferðir í samband við fylgibroytingar.

JA TIL KÆRLEIKAN!

JA TIL JAVNRÆTTINDI!

JA TIL DAGFØRDA HJÚNABANDSLÓG!

 

Sí prentlýsing her

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply