f s r
^

LGBT Føroyar fegnast um tilmæli frá ST

shutterstock_202309894

LGBT Føroyar fegnast um tilmæli frá ST nevndini fyri kvinnurættindum (CEDAW), um at veita m.a. full rættindi til sam-, tví- og tvørkyndar kvinnur í Føroyum.

Føroya Løgting samtykti at seta “Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women” (CEDAW) sáttmálan í gildi 31. mars 1987. Sáttmálin er sostatt fólkarættarliga bindandi fyri Føroyar eins og fyri restina av danska kongaríkinum. Síðani hava Føroyar, Grønland og Danmark við jøvnum millumbili verið til próvtøku í Cedaw-nevndini hjá Sameindu Tjóðum (ST), har nevndin kemur við ymiskum tilmælum um, hvat londini kunnu gera fyri at røkka endamálinum í Cedaw-sáttmálanum, sum hesi hava bundið seg til at halda.

Full javnrættindi til LGBT kvinnur í Føroyum
LGBT Føroyar fegnast um, at LGBT kvinnur hesaferð eru tiknar við í tilmælini frá ST. Tilmælið nr. 35 sigur soleiðis: “The Committee notes the inadequacy of support services, non-discrimination, for lesbian, bisexual and transgender women.” Meðan tilmælið nr. 36 heldur fram: “The Committee recommends that the State party envisage undertaking an assessment of difficulties faced by lesbian, bisexual and transgender women with the aim of ensuring the full fulfilment of their rights.”

ST nevndin sigur sostatt, at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at LGBT kvinnur í Føroyum ikki eru fyri mismuni og fáa full javnrættindi á jøvnum føti við hinkyndar kvinnur og menn.

Føroyar skulu aftur til ‘próvtøka’ hjá í 2019. Tá skulu Føroyar helst kunna vísa á, at vit hava fylgt tilmælunum, ið vit nú hava fingið frá ST.

Altjóða trýstið veksur
ST nevndini fyri kvinnurættindum er ikki fyrsti altjóða felagsskapur, ið tilmælir politisku skipanini í Føroyum at veita javnrættindi til sínar LGBT borgarar. Framanundan hava eitt nú Amnesty International og Norðurlenska ungdómsráðið gjørt tað sama.

LGBT Føroyar vónar tí, at ein komandi samgonga fer at virka fyri, at tilmælini frá ST verða vird og fylgd, soleiðis at LGBTarar í Føroyum fáa full javnrættindi, áðrenn vit aftur skulu til hoyringar hjá Sameindu tjóðum.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply