f s r
^

Harriet Poulsen hugleiðir um vantandi sjónligheit í fólkaskúlanum

Gestarøða til ársaðalfundin hjá LGBT Føroyum, 18. februar, 2015

IMG_4333

Vanliga hava vit øll tørv á at kenna okkum væl við okkum sjálvum og øðrum. Vit hava brúk fyri at vita, at vit eru góðtikin, júst sum vit eru. Um vit ikki verða góðtikin av umhvørvinum, so blíva vit kedd, óviss, ørkymlað og uppgevandi. Vit kunnu verða so tunglynd, at vit missa hugin til tilveruna og ynskja okkum burt í annan betri heim. Vit kunnu fara so mikið langt sum at taka okkum av døgum, um vit kenna, at heimurin ikki vil vita av okkum, at einki pláss er fyri okkum har. Um alt og øll, ið vit spegla okkum í, vísa okkum, at vit ikki hava rætt at vera til, ja, so kann tað henda, at vit fara at trúgva teimum.

Soleiðis er støðan hjá sam-, tví- og tvørkyndum ymiska staðnis í heiminum. Tey kúga seg sjálvi, tí tey verða kúgað av øðrum og av umhvørvinum í síni heild. Tey kenna seg skeiv og minni verd. Summi tora tí ongantíð at vísa hvørji tey veruliga eru, men ganga undir følskum samleika alt sítt lív, meðan onnur kanska vísa, hvørji tey eru, og mugu tola mangt niðrandi orð, spark, slag, baktal og eygnakast.

Í nøkrum londum er deyðarevsing fyri hendan bólkin av menniskjum, ið fella uttanfyri normin av hinkyndum fólki.

Í vesturheiminum, t.d., eru nú feløg sum LGBT, har fólk fylkjast um at verja sín samleika og at krevja sín rætt at verða hoyrd og sædd fyri, hvørji tey eru. Tey vilja ikki liva eitt lív í duldum samleika. Tey ynskja ikki at hava samleika í loyndum.

Heimspekingurin, Søren Kierkegaard, hevði veruliga fatur á einum gullkorni, tá ið hann skrivaði:

Det Store er ikke at være Dette eller Hiint; men at være sig selv, og dette kan ethvert Menneske, naar han vil det ( Søren Kierkegaard )

Hetta er galdandi fyri okkum øll. Vit eru lukkuligari og meira avslappað, um vit veruliga kunnu vera, sum vit eru. Hjá teimum, ið kenna seg noydd at fjala sín samleika, gevur hetta eina dimensión afturat, tí at vera ‘ sum mann er ‘ við øllum sínum talentum og ynskjum er eitt aspekt afturat samleikanum.

Hvussu kunnu nakrar forðingar møguliga beinast burtur, so at tey, ið eru sam-, tví- og tvørkynd, kunnu sleppa undan at skula goyma seg og at vera illa viðfarin? Ja, skúlin er eitt gott boð, møguliga, tí at lógin áleggur øllum, uttan við serligum undantaki, at gjøgnumføra eina 9-ára langa skúlagongd. Ein stóran part av degnum eru næmingarnir í hondum lærarans, og hjá hvørøðrum. Hetta leggur eina stóra ábyrd á skúlan og á lærararnar, tí sum guðfrøðingurin og heimspekingurin, K.E. Løgstrup, sigur: “Vit halda lívið hjá einum øðrum menniskja í hondum okkara!”. Vit ávirka hvørannan, og vit spegla okkum í hvørøðrum.

Um vit hyggja at, hvat ið Løgtingslóg nr. 125 frá 20.06.1997, ið bleiv endurskáað í 2000, sigur um endamál fólkaskúlans, so lesa vit í

Kapittul 1 Endamál fólkaskúlans

  • 1.Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg, ið er givin út sambært lóg nr. 51 frá 14. februar 1979 „for Færøeme om folkeskolen”.
  • 2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Stk 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. 

Hetta eru álvarslig boð til skúlan og lærararnar. Vit hava eina stóra uppgávu á herðum okkara. Vit skulu hugsa um allar næmingarnar, eisini teir, ið hava ein annan samleika enn normurin. Vit skulu læra allar næmingar at vísa tollyndi, at virða javnvirði og andsfrælsi, ið fólkaræði m.a. byggir á, og sum er tað samfelagið, ið vit skulu tilbúgva næmingarnar til.

Ein kanning frá 2012 í Svøríki, ið Pär Brübacken hevur gjørt eitur:

HBT i skolan 

En undersökning av lärares arbete med hbt-elever och heteronorm (hbt stendur fyri hetero-, bi- og transseksuel)

Hendan kanning er av einum studentaskúla við 250 næmingum. Hon vísir, at lítið og einki tilfar er stílað til hendan bólkin, og at evnið um sam-, tví- og tvørkynd, og tað bert í lítlan mun, einans verður tikið upp á serligum temadøgum. Prátið við lærarar og næmingar vísti, at eingin er mótstandari, og at lærarar sláa hart niður á niðrandi viðmerkingar. Heilsusysturin segði seg ongantíð hava tosað við nakran næming, ið hevði problem av at hoyra til HBT-bólkin, ella nakran, hvørki lærara ella næming, ið høvdu fortreð av, at onnur vóru partur av bólkinum.

Pär Brüback førir fram, har hann vísir til ymiskar kanningar, at tey ið hoyra til HBT bólkin eru meira útsett fyri at brúka rúsevnir av ymiskum slag, at vera tunglynd og líða undir angist. Eisini eru fleiri í hesum bólkinum, ið hava roynt ella hava tikið lívið av sær.

Kanningin vísir, at tað er lætt ikki at formidla tilfar, sum viðkemur minnilutabólkinum av HBT’arum, men eisini at bæði lærarar og næmingar halda, at meira skal undirvísast í hesum.

Í fólkaskúlanum verður undirvíst eitt sindur í hesum evninum. Í lívfrøði bókini til 8.flokk greiður síðsti kapittul frá um samkyndni. Tó, ikki er nógvur skaldskapur at finna á hesum økinum, ið verður brúktur sum undirvísingartilfar.

Ein týsktlærari greiddi frá, at tá ið hon, í síni tíð, kom til Føroya, hevði hon ætlanir um at brúka ein tekst, ið snúði seg um samkynd. Tó, beint áðrenn hon skuldi fara í gongd, stóðst gangur og levint av einum erotiskum teksti, ið ein dansktlærari hevði arbeitt við. Foreldrunum dámdu ikki hetta. Týsktlærarin hugsaði so við sær sjálvari, at tíðin ikki var búgvin, og goymdi tekstin niðast í skápinum, har hann ongantíð kom úr aftur.

Stuttsøgan ‘Ísmal’ hjá Marionnu Debes Dahl, verður brúkt í 8.flokkum og snýr seg um eitt samkynt par í loyndum, í bóndasamfelagnum. Teir hittast, tá ið báðir eru til skips. Síðani kemur Tyril at arbeiða á garðinum, ið Ísmal skal yvirtaka. Teir hava tað sera gott, inntil Ísmal verður noyddur at gera skyldu sína og føra ættina og bóndagarðin víðari. Tyril, til stóra undran fyri øll, tekur seg av døgum á brúðarnáttini hjá Ísmal.

Í skaldsøguni frá 1987 ‘ Min ven Thomas ‘ hjá Kirstin Holst, ið verður brúkt í framhaldsdeild, doyr Thomas av AIDS. Á deyðasong avdúkar hann fyri besta vinmanninum, Claus, at hann er samkyndur, og at hann altíð hevur elskað hendan. Claus er forteljarin, ið við afturblikki fortelur, hvussu Thomas hevur havt tað. Hann visti ikki og skilti ikki atburðin hjá Thomas. Umhvørvið, serliga í skúlanum, har ein skuldi búnast, var merkt av fordøming og av og ótta fyri samkyndum. AIDS herjaði tá og vísti seg serliga millum samkynd mannfólk. Sjúkan var deyðilig og villar søgur gingu um, hvussu illa hon smittaði.

Filmurin ‘Fucking Åmål’, eftir Lukas Moodysson, ið eitur ‘Give me love’ á enskum, er frá 1998 og hevur verið vístur í framhaldsdeild. Hann snýr seg um tvær 15 ára gamlar gentur, har tann eina, Agnes, ið hevur viðurkent sín samkyndað samleika, verður happað av skúlafeløgunum. Hin, Elin, ið spakuliga finnur útav tí, er populer, og vil einans sleppa úr lítla Åmål. At enda í filminum, finna hesar báðar gentur saman, og viðurkenna tað fyri øllum skúlanum og fólki annars.

‘The Perks of Being a Wallflower’ er bók eftir Stephen Chbosky frá 1999, ið varð filmatiserað í 2012. Verður møguliga serliga arbeitt við í 9.flokki. Bókin snýr seg um 15 ára gamla Charlie, ið førir dagbók, um ein vin hansara, Patrick, ið er samkyndur og opin um tað og hansara duldað samband við Brad, ein populeran drong, ið fjalir tað og sum verður illa bukaður av pápanum, tá ið hesin verður varugur við støðuna. Men fær tað Brad at viðurkenna seg sjálvan? Í so máta endar tað ikki væl.

Hvussu verður so arbeitt við hesum? Ikki við serligum denti á LGBT, men mest sum genrur. Hetta er ikki tí, at lærarar vanliga hava nakað ímóti tí, men kanska meira, at tað ikki er nakað, ið mann viðger sum sjálvstøðugt evni. Her skulu lærarar tó ikki koyrast í sama bás, men nógv ljós hevur ikki verið varpað á LGBT-evni í fólkaskúlahøpi. Hvussu tað verður frameftir, fáa vit at síggja.

Eri óvitandi, um nakar lærari hevur nýtt bók mína, leikin ‘ Samleiki í loyndum ‘, men veit eg um næmingar, ið hava lisið leikin og arbeitt við honum í t.d. verkætlan. Hesin leikur hevur tað kristna aspektið við eisini, tí at tað er rættilga sjónligt í Føroyum. Eitt er at vera bangin fyri menniskjum, men eitt annað er at vera bangin fyri menniskjum og fyri Guði. Hetta hava nøkur kristin at dragast við. Ein ungur maður var við í eini sjónvarpssending fyri nøkrum árum síðani, har hann bar fram, at hann var samkyndur, men at hann ikki ætlaði at liva út henda samleika, tí at hann, sum kristin, heldur vildi avnokta seg sjálvan og taka krossin upp og fylgja Jesusi. Hetta er væl skilligt og hevur eisini virðing uppibornað. Tó, forvitnisligt at vita, hvussu støðan er í dag. Megnar hann enn at avnoktað seg sjálvan, sín samleika?

Hóskandi er enn einaferð at tríva í orðini hjá Sørini Kierkegaard, har hann so vitugt sigur at: “Det Store er ikke at være Dette eller Hiint; men at være sig selv, og det kan ethvert Menneske, naar han vil det”.

– Harriet Poulsen, fólkaskúlalærari og rithøvundur

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply