f s r
^

Áheitan: Størri LGBT sjónligheit í skúlunum

Til:
Mentamálráðið, Nám, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Yrkiðfelagið Miðnám, Gigni, Námsvísindadeildina, Felag Føroyska Sjúkrarøktarfrøðinga, Listafólkasamband Føroya, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotan og Barnabata

4387

LGBT viðurskifti, samkyndleiki og LGBTarar sum heild verða enn – í alt ov stóran mun – tagd burtur í føroyska fólkaskúlanum. Hetta ynskir LGBT Føroyar broytt. LGBT Føroyar metir tað vera sera týðandi, at føroyskum fólkaskúlalærarum verður álagt at upplýsa um grundleggjandi LGBT viðurskifti, og at hesi viðurskifti verða somuleiðis viðgjørd í øðrum skúlum.

Sam-, tví-, og tvørkyndleiki er ikki eitt val, men tað stendur enn fólkaskúlalærarum frítt at velja, um tey ynskja at rúma hesum minnilutabólki av næmingum og samfelagslimum annars. LGBT Føroyar heldur, at fólkaskúlalærar ikki eiga at sleppa at velja LGBT næmingar frá í undirvísingini. Tí ynskir felagið, at LGBT viðurskifti verða tikin við í námsætlanina hjá fólkaskúlanum og gerast ein natúrligur partur av seksualupplýsingini.

Heilsukunnleiki og seksualupplýsing
Tað er serliga í kravda undirvísingarevninum “Heilsukunnleiki og seksualupplýsing”, at LGBT næmingar í dag ikki fáa nøktandi undirvísing og virðing. Undirvísingartilfarið, ið er gjørt til endamálið, nøktar ikki tørvin hjá LGBT næmingum. Samkynd vera einans nevnd við fáum orðum í 8. flokki, og tvíkynd og tvørkynd vera als ikki umrødd.  Nýggjar dagførdar námsætlanir til hetta kravda undirvísingarevnið eru í løtuni í umbúna. LGBT Føroyar vil fegin heita á teir stovnar og feløg, ið vara av hesi dagføring, um at eisini taka LGBT næmingar og teirra kynslív við í nýggjar námsætlanir og møguligt nýtt undirvísingartilfar.

Allur bati bøtur
Harumframt ynskir LGBT Føroyar, at LGBT viðurskifti og persónar fáa størri innivist í øðrum lærugreinum – har tað er hóskandi, og pláss er fyri tí. Í fólkaskúlanum, í miðnámskúlunum og øðrum undirvísingarstovnum í Føroyum. Tað hevði verið læruríkt fyri øll, um LGBT persónar, rithøvundar, listafólk ella evni viðhvørt vórðu tikin upp og viðgjørd í lærugreinum, so sum føroyskt, danskt, enskt, týskt, lívfrøði, myndlist, søga- og samtíð ella samfelagsfrøði. Tað nýtist ikki at fylla nógv ella vera serliga ofta. Allur bati bøtur.

Tað er sera týðandi fyri sjálvsmenning, sjálvsvirði og sjálvstilvitan í leiðini at gerast heil og sunn vaksin menniskju, at kunna endurspegla seg í mentan, list, bókmentum og miðlum. Næmingar í kenna seg aftur í undirvísing og undirvísingartilfari trívast betur í skúlanum. Tíverri hava 5-10% av næmingum í Føroyum ikki nóg góðan møguleika til tess við verandi støðu.

Stórur tørvur á betri kunning millum føroysk ung
Síðan LGBT Føroyar varð sett á stovn í 2011, hevur rørslan støðugt bjóðað seg fram til skúlar, stovnar og feløg at upplýsa um økið. Vit hava gjørt greitt, at vit eru tøk. Higartil hevur tó eingin skúli og bara ein lærari tikið av tilboðnum.

Meðan Mentamálaráðið ikki kann metast at vísa okkara øki og LGBT næmingum serliga stóran ans, so fær LGBT Føroyar á hvørjum ári 15-20 fyrispurningar frá ungum næmingum í framhaldsdeildunum kring landið, ið hava valt at gera verkætlanir um samkyndleika ella LGBT viðurskifti í Føroyum. Hetta vísir, at føroyski ungdómurin sjálvur virkin leitar eftir størri vitan og upplýsing um evnið.

Spurd um, hví tey hava valt LGBT sum verkætlanarevni, svara ungu næmingarnir sum oftast, at tey ynskja at kunna seg um evnið, antin tí tey hava floksfelagar, ið eru LGBTarar, ella tí ein ella fleiri í arbeiðsbólkinum sjálvi eru ungir LGBTarar.

Glopp í fólkaskúlanum
Hetta vísir á eitt glopp í føroysku skúlaskipanini. Tað eru ov nógvir næmingar, ið detta niður ímillum.  Føroyski fólkaskúlin kann ikki áhaldandi útihýsa okkara limum og komandi ættarliðum av LGBT børnum og ungdómum. Vit mugu gerast ein sjónligur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum, eins og so nógv onnur evni, samfelagsbólkar og minnilutabólkar longu eru.

At taka LGBT viðurskifti upp í undirvísingina er at brynja okkara ungu til at gerast rúmligir og væl upplýstir samfelagsborgarar, eins og núverandi løgtingslóg longur áleggur fólkaskúlanum.

Tørvur á tíðarhóskandi tilfari
Avmarkað tilfar er um LGBT viðurskifti á føroyskum, men hetta merkir tó ikki, at einki er til. Harumframt er hópin av útlendskum tilfari tøkt áhugaðum undirvísarum. Sí viðheftan bókalista yvir LGBT relevant undirvísingartilfar á føroyskum og útlendskum máli. Tað hevði tó verið ynskiligt, at meira føroyskt tilfar varð gjørt ella umsett. Hetta tilfar má eisini vera munandi meira tíðarhóskandi, tí núverandi tilfar á føroyskum hevur lyndi til at lýsa samkynd og samkyndleika í samband við deyða,  líðing, sorg, sjálvmorð, skuld og sálarsjúku. Hetta hóskar ikki til lívið sum LGBTari í dagsins Føroyum.

Eingin umbering fyri at útihýsa ávísum næmingum
Í dag royna fleiri fólkaskúlalærara av sínum eintingum at vera rúmligir og hýsa LGBT næmingum og LGBT tilfari í undirvísingini. Men tað má og skal aldrin verða møguligt hjá lærarum og skúlum at nýta plásstrot, tíðartrot, persónliga trúgv ella persónligar meiningar sum umbering fyri ikki at viðgera ella undirvísa í ávísum evnum, sum eru so týðandi fyri túsundtals føroyingar og teirra avvarðandi.

Í einum modernaðum demokratiskum samfelagi skulu øll fólk hava innivist – eisini í fólkaskúlanum. Tað er uppgávan hjá almennum stovnum at finna pláss, tíð og vilja til at rúma øllum næmingum – eisini LGBT næmingum! Hetta stendur enntá í endamálsorðingini fyri fólkaskúlan í løgtingslóg nr. 125, §2, stk. 3. Fólkaskúlin “skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”

Gevið okkum innivist
LGBT Føroyar ynskir at takka teimum mongu fólkunum, sum ganga á odda og royna at sjónliggera LGBT virðurskifti í undirvísingini.

Síðan fara vit at heita á Mentamálráðið, Nám, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Yrkiðfelagið Miðnám, Gigni, Námsvísindadeildina, Felag Føroyska Sjúkrarøktarfrøðinga, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotan, Barnabata og øll onnur, ið hava við børn og ung í Føroyum at gera, um at virka fyri, at LGBT viðurskifti koma við í námsætlanina hjá fólkaskúlanum, og at LGBT næmingar gerast ein munandi meira sjónligur partur av fólkaskúlanum, miðnámskúlunum og tænastunum hjá heilsufrøðingum í skúlunum.

Harumframt er tað upplagt hjá stovnum, ið varða av børnum, áðrenn tey fara í skúla, at læra komandi ættarlið, at eingin er føddur heilt eins, og tí er tað er í lagi, at summi børn og vaksin bróta burtur úr heildini.

Við vón um eina bjartari, rúmligari og meira upplýsta framtíð, og ikki minst eitt gott framtíðar samstarv,

Nevndin í LGBT Føroyum:

Anja Johansen

Eiler Fagraklett

Høgni Miné

Katrina Bærentsen

Margret Nordberg Thomsen

Sofia M. J. Høgnesen

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply