f s r
^

LGBT letur virðisløn til fólkaskúlalærara, tvørkyndan føroying og stuttfilm

430

18. februar 2015 skipaði LGBT Føroyar fyri ársaðalfundi í Perluni í Havn. Í hesum sambandi varð ljós varpað á vantandi sjónligheit av LGBTarum og LGBT næmingum í føroyska fólkaskúlanum. Somuleiðis vórðu tríggjar virðislønir latnar av rørsluni. Anna Dalsgaard, ið er fólkaskúlalærari varð kosin Ársins Hinkynd. Sofiu M. J. Høgnesen, ið er tvørkynd, gjørdist Ársins LGBTari og Maria Winther Olsen vann Ársins Miðlavirðisløn fyri stuttfilmin ”Sum einglar vit falla”.

Varpa ljós á fólkaskúlan
Harriet Poulsen, ið bæði er lærari og rithøvundur, hugleiddi um vantandi sjónligheit og undirvísingartilfar í fólkaskúlanum. Harriet Poulsen arbeiðir dagliga sum fólkaskúlalærari, men hevur eisini skrivað ungdómsleikirnar ”Eitt døkt kamar” og ”Samleiki í loyndum”, ið m.a. snýr seg um samkyndleika.

Anna Dalsgaard er Ársins Hinkynd
Fólkaskúlalærarin Anna Dalsgaard er kosin ársins hinkynd av LGBT Føroyum. Anna Dalsgaard fekk heiðurin fyri av sínum eintykki at hava varpað ljós á vantandi sjónligheit av samkyndleika og LGBTarum í føroyska fólkaskúlanum. Eisini varð virðislønin latin fyri hennara munagóða arbeiði sum lærari, ráðgevi og stuðul hjá føroyskum LGBT næmingum. Hesa virðisløn hava Annita á Friðriksmørk, Finnur Helmsdal, sáli, Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen áður vunnið.

Sofiu M. J. Høgnesen er Ársins LGBTari
Róland virðislønin verður árliga latin av LGBT Føroyum, til heiðurs um minnið eftir Róland Samuelsen, til ein móttakara, ið nevndin metir hevur givið eitt langt og týðandi íkast til stríðið fyri javnbýtisrættindum millum hinkynd og sam-, tví- og tvørkynd í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpar eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar. Hesin heiður fall í ár á Sofiu M. J. Høgnesen.

Sofia er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið alment hevur staðið fram sum tvørkyndur og sagt sína søgu í føroyskum miðlum. Nevndin metti, at Sofia hevur við dirvi sagt frá síni persónligu ferð frá manni til kvinnu. Ein ferð, ið ikki enn er komin at enda hjá Sofiu.
Sofia er somuleiðis fyrsti tvørkyndi føroyingur, sum hevur luttikið í føroyskari lýsingarherferð. Harumframt er hon fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið hevur kært lesarabræv til Fjølmiðlakærunevnduna, har hon sum persónur varð niðurgjørd vegna sína kynsligu sannføring. Hesa kæru fekk hon viðhald í.

Sofia varð eisini heiðrað fyri sín leiklut í bardaganum fyri betri korum og viðgerðarmøguleikum hjá tvørkyndum føroyingum. Katrin Kallsberg, yvirlækni og forkvinna í Javnstøðunevndini, handaði virðislønina, sum Bogi Davidsen og Rasmus Ramussen, sáli, áður hava vunnið.

Maria Winther Olsen vann Ársins Miðlavirðisløn
Ársins miðlavirðisløn verður árliga latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at varpa eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í bardaganum fyri javnrættindum, rúmligheit og ymiskleika í Føroyum.

Í ár vann Maria Winther Olsen virðislønina fyri stuttfilmin “Sum einglar vit falla”, ið snýr seg um tvær samkyndar føroyskar gentur. Nevndin metti, at stuttfilmurin er við til at varpa eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. ”Tann vakri og læruríki stuttfilmurin torur at siga søgur, sum fyrr hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum”, sigur nevndin í síni grundgeving. Sakaris Stórá vann somu virðisløn í fjør.

Maria Winther Olsen er stødd uttanlands, og tí tók Elin Mørkøre Dalberg, ein av filmsleikarunum, móti virðislønini, sum Kinna Poulsen, lista- og mentanarummælari, handaði.

Nýggj nevnd vald
Á aðalfundinum varð eisini nýggj nevnd vald fyri LGBT Føroyar. Nýggja nevndin er mannað og kvinnað av Anju Johansen, Eileri Fagraklett, Høgna Miné, Katrinu Bærentsen, Margret Nordberg Thomsen og Sofiu M. J. Høgnesen. Oda Elling og Marita Thomsen eru varalimir. Nevndin situr í eitt ár í senn.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply