f s r
^

Fimta Faroe Pride á Skálatrøð

2013

Faroe Pride verður hildið fimtu ferð 27. juli 2014 ella “lítla ólavsøkuaftan” við almennari skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum. Byrta, Hanus G. Johansen, Signar í Homrum, The Dietrichs, Jóhan í Kollafirði og fleiri onnur fara at lutaka á tiltakinum í ár. Vælumtókta tiltakið verður hesa ferð hildið á stóra tivoliøkinum hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð.

27. juli 2014 verður føroyski ymiskleikin aftur heiðraður, tá LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride. Hetta er fimtu ferð, Faroe Pride er á skránni. “Pride” er enskt orð, ið merkir at vera errin og verður vanligt brúkt til líknandi tiltøk uttanlands.

Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá øllum føroyingum, og setir fram ynski um eitt rúmligari Føroyar, har líkarættur er galdandi fyri allar borgarar.

Skrúðgonga og konsert
Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Byrjað verður við Gundadalshøllina kl. 15.00, har hitað verður upp saman við vertinum Jóhan í Kollafirði. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður niðri á Skálatrøð. Har verður stóri ókeypis konsert og familjuvinarligt undirhald. Tey luttakandi á konsertini verða m.a. Byrta, Hanus G. Johansen, Signar í Homrum og The Dietrichs, ið er nýggjur bólkur hjá Heiðrikki av Heygum. Ymiskar røður verða eisini á skránni. Tey vitjandi fáa somuleiðis møguleika at njóta stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð, sum aftur í ár verður sett upp til ólavsøkuna.

Faroe Pride er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Framvegis ongin javnrættindi vunnin
Túsundtals fólk hava undanfarin ár luttikið á Faroe Pride. Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar. Tvær spurnarkanningar hava samstundis víst stóra undirtøku millum vanliga føroyingin at veita samkyndum somu rættindi at gifta seg borgarliga eins og hinkynd. Lógaruppskot hevur tí verið lagt fram fyri Føroya Løgting í vetur, men uppskotið fall tíverri.

Men fólk, ið ynskja eina javnrættari framtíð og einar enn betri Føroyar, mugu ikki stegða javnrættisbardaganum her, sigur nevndin í LGBT Føroyar. Nevndin heitir tí einmælt á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroyttari, rúmligari og javnrættari Føroyar at møta fjølment upp til Faroe Pride 2014, og gera okkara fólkavaldu varug við – harðari og týðiligari enn nakrantíð áður – at Føroyar skal vera fyri øll!

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, skipar fyri tiltakinum við stuðli frá Tórshavnar kommunu og í samstarvi við Tórshavnar Ítróttaráð.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply