f s r
^

Nýggj LGBT nevnd fyrireikar Faroe Pride 2014

Á aðalfundi hjá LGBT Føroyum, varð nýggj nevnd vald herfyri. Nýggja nevndin hevur longu brotið upp um armar, eftir lógaruppskotið, um at loyva limum felagsins at giftast á jøvnum føti við aðrar føroyingar, fall í farnu viku. Nevndin hevur sett fleiri tiltøk og verkætlanir út í kortið, og er farin til verka at fyriskipa ársins Faroe Pride átak.

miniLGBTNevnd2014

Nýggj nevnd mannað
Nývalda nevndin er mannað soleiðis: Eiler Fagraklett, Høgni Miné, Katrin W. Bærentsen, Line Fuglsbjerg og Símun Nolsøe. Umframt nevndarlimir vóru hesir varalimir eisini valdir: Barbara Christophersen, Marita Thomsen, Jóan M. S. Høgnesen, Rógvi Kruse og Oda Ellingsgaard. Samlaða nevndin er soleiðis mannað við umboðum fyri allar bókstavirnar í LGBT. Samkyndar kvinnur, samkyndir menn, tvíkynd og tvørkynd.

Faroe Pride verður aftur 27. juli 2014
Faroe Pride heiðrar ymiskleikanum og roynir at stimbra tolsemi og virðing fyri medmenniskjum – uttan mun til allar okkara mongu og vøkru ymiskleikar. LGBT Føroyar hevur altíð lagt dent á at skapa eina familjuvinarliga Pride, har øll skulu kenna seg væl, og har okkurt verður til allar aldursbólkar. Hetta hevur eydnast væl øll hini árini, og verður sami leistur brúktur aftur í ár.

Fløgg, klappar, skeltir o.a. 25.000tur betur og litrld.væl, og har okkurt verður til allar aldursb+Faroe Pride verður sunnudagin 27. juli 2014, og er ein góð og litrík byrjan á Ólavsøkuna. Byrjað verður sum vanligt í Gundadali kl. 15.00, síðan fer skrúðgonga oman gjøgnum miðbýin og endar í ár niðri á Skálatrøð, har stór konsert verður við nøkrum av okkara bestu tónleikabólkum, mennadi røðum og atgongd til stóra undirhaldsøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð.

Leggja hjúnabandsuppskotið aftur fyri tingið
Nevndin í LGBT Føroyar arbeiðir eisini við øðrum komandi verkætlanum, so sum tvær bókaútgávur, framsýning, limaátøk, blaðútgávu, Out Night og ráðgeving. Harumframt verður arbeitt fyri at fáa uppskotið, um at loyva samkyndum hjúnabondum, lagt fram aftur fyri Føroya Løgting í røttu løtu.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply