f s r
^

Áheitan til allar løgtingslimir

LGBT Føroyar hevur latið skrivið niðanfyri inn til allar limir í Føroya Løgtingi, sum eina síðstu áheitan um at tey atkvøða fyri lógaruppskotinum 51-52-53/2013, ið fer til 2. viðgerð hósdagin 13. mars 2014, kl. 11.00:

Góði tinglimur

Nevndin í LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at kunna teg nærri um, svara nøkrum ofta settum spurningum og vónandi mana nakrar ósannar mýtur niður í jørðina. Hetta er sjálvandi í samband við ta søguligu og sera týðandi avgerðina, ið tú skal taka hósdagin, 13. mars 2014, viðvíkjandi framtíðini hjá okkara limum her á landi.

1. mýta: Samkyndleiki er eitt nýtt og útlendsk fyribrigdi!?

Nei, hetta er sjálvandi ikki satt. Vit hava altíð verið her, hóast vit ikki altíð hava verið eins sjónlig, sum vit eru í dag. Um tú ynskir at kunna teg nærri um longu LGBT søguna, ber til at lesa meira um evnið á heimasíðu okkara (http://lgbt.fo/?page_id=176 og http://lgbt.fo/?page_id=118)

2. mýta: At vera sam-, tví- og tvørkyndur er ikki náturligt!?

Ein ørgrynna av vísindaligum prógvum staðfesta, at hetta ikki passar. Vit noyðast hvørki at leita leingi ella víða eftir ríkiligum dømum um kynsligt margfeldi í djóraheiminum. Sam-, tví- og tvørkyndur atburður er skjalprógvaður hjá umleið 1.500 djórasløgum, so ásannast má, at ómetaliga stórt kynsligt margfeldi er at síggja í náttúruni. Meira kunning um hetta evnið er at síggja í tilfarinum frá lista- og vísindaframsýningini “Hvat er natúrligt?”, sum var í Østrøm í 2012. Hetta tilfarið er latið Rættarnevndini og liggur sum vant undir Tingmál á Logting.fo (http://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2312&caseState.id=13877)

3. mýta: Hjúnabandið er søguliga støðugt og óbroytiligt!?

Hesin pástandur er aftur langt frá sannur. Tit kunnu lesa meira um hetta evnið í greinarøðini “Hjúnabandið í søguligum høpi”, sum fyrr hevur verið prentað í Sosialinum, á okkara heimasíðu (http://lgbt.fo/?p=2441) ella undir Tingmál á Logting.fo

4. mýta: Samkynd hjúnabond oyðileggja “siðbundin” hinkynd hjúnabond!?

Henda pástandin hevur Dr. Mariah Schug viðgjørt í greinini “Justices’ Gay Marriage Worries Misplaced”, sum hon skrivaði í samband við eina viðgerð hjá amerikanska Hægstarætti um arvaskatt og líknandi hjá samkyndum pørum í fjør. Í greinini vísir mannfrøðingurin á, at øll Norðurlond – uttan Føroyar – hava innført samkynd hjúnabond. Hóast hetta, er sama gongdin á høgum tølum av hjúnaskilnaðum og børnum, ið eru fødd uttanfyri hjúnabandið, eisini at síggja í Føroyum, eins og í øllum hinum Norðurlondunum. Tí eru tað onnur viðurskifti, ið mugu ávirka samfelagsmynstrið í hinkyndum paraløgum og ikki bara, tí at samkynd hava fingið somu rættindi sum hinkynd.

Øll greinin kann lesast her: http://articles.courant.com/2013-04-04/news/hc-op-schug-justices-gay-marriage-worries-misplace-20130404_1_gay-marriage-m-v-lee-badgett-traditional-marriage ella undir Tingmál á Logting.fo.

5. mýta: Hetta er ein ónd glíðibreyt!?

Ja, lat einki ivamál vera um, at talan eru um eina glíðibreyt, tá tað kemur til okkara rættindi. Men tað er ikki tann perversa, kriminella og ofta sera kreativa glíðibreytin, sum okkara mótstøðufólk droyma og spáða um. Okkara glíðibreyt førir hinvegin til full javnrættindi fyri allar okkara limir. Tú kanst hyggja nærri at tilfarinum frá ILGA, um er paraplýfelagið hjá altjóða LGBT felagsskapum, um ta veruligu glíðibreytina, og hvat skal til fyri, at allir LGBTarar skulu fáa full javnrættindi í einum samfelagi. Í dag veitir Føroyar bara 17% av hesum javnrættindum til okkara limir – og partur av hesum prosentum koma umvegis donsk málsøki. Øll tølini frá ILGA eru at síggja undir Tingmál á Logting.fo.

6. mýta: Í einum fólkaræði er tað meirilutin, sum ræður!?

Tað er púra rætt! Tú ert uttan iva kunnað/ur  um Gallup kanningina frá í fjør, sum vísir, at 68% av øllum føroyingum eldri enn 15 ár, eru fyri hesum uppskoti, ið tú skalt atkvøðu um 13. mars 2014. Tit kunnu síggja øll úrslitini frá Gallup Føroyar kanningini frá vári 2013 undir Tingmál á Logting.fo. Les harumframt, hvat meira enn 40 kendir og minni kendir hin-, sam-, tví- og tvørkyndir føroyingar hava at siga um málið á sama stað.

7. mýta: Hví skulu tit giftast? Hví ikki bara fara til advokat og so er liðugt?

Tí vit ynskja at vera javnsettir borgarar her á landi. Vit hava fullan borgaraskap og vit gjalda skatt sum øll onnur her á landi. Vit krevja hvørki meira ella minni enn onnur longu hava. Hví skulu vit brúka nógvar pengar til at fara til advokat, meðan aðrir føroyingar sleppa at gifta seg meira ella minni ókeypis. Harumframt kanst tú aldrin fáa somu rættindi, skyldur og ágóðar, bara við at fara til advokat. Summar lógir eru bara galdandi fyri hjún, eitt nú arvarskattur.

Tað er nú ikki akkurát tað, tú sum barn gongur og droymir um: Tá eg verði stór ella stórur, so fara eg og mín maki til advokat at gera okkum ein sáttmála!? Nei, vit droyma sjálvandi eisini um at giftast okkum við honum ella henni, sum vit elska og sum vit ynskja at víða okkara lív til. Henda dreym eiga allir føroyingar at hava møguleika fyri at gera til veruleika.

8. mýta: Nær fara tit so at krevja at sleppa inn í kirkjuna?

Hetta málið snýr seg um javnrættindi. Grundleggjandi sosial rættindi, har allir borgarar skulu vera líka fyri lógini. Hetta snýr seg IKKI um at troðka seg inn á øki hjá trúðnarligum bólkum.

LGBTarar eru eisini kristin og/ella trúgvandi menniskju, og summi hava uttan iva persónligar meiningar um hetta evni, sum tey alment úttala seg um. Men fyri, at tað tú skalt kenna teg heilt tryggan við hetta málið, og ikki minst hesa sokallaðu ”glíðibreytini”, so kunnu vit aftur vísa á yvirlitið hjá ILGA, har átrúnaðarlig mál á ongan hátt vera tikin uppá tungu. Tað er hetta – og bara hetta – LGBT Føroyar sum rørsla og sum felag fylgir og arbeiðir eftir. Vit berjast fyri borgarligum rættindum og javnrættindum – og ikki persónligum trúðarspurningum og trúðarlívi.

9. mýta: Men tit eru so fá, hví skulu vit hugsa um tykkum og ikki bara konsentrera okkum um meirilutan? Vit hava jú einaferð meirilutaræði her á landi!?

Eingin veit heilt neyvt, hvussu nógv fólk eru eru sam-, tví- ella tvørkynd. Heldur ikki í Føroyum. Men flestu altjóða kanningar vísa eitt tal millum pluss og minus 5% av fólkatalinum*. Tá vit tosa um allar bókstavarnar í LGBTQIA. Tað vil siga, at í Føroyum eru umleið 2.400 borgarar í øllum aldrum og í øllum støðum kring landið og í útlegd, ið eru antin sam-, tví- ella tvørkynd. Hesi somu fólk hava børn, foreldur, systkin, ommur, abbar, familjulimir, vinir, starvsfelagar, grannar o.s.fr. Hetta síggja vit eisini á okkara Facebook síðu, har vit hava gott 7.300 Facebook-vinir.

Tískil er ikki bara talan um nakar heilt fáar einstaklingar, sum eru ávirkað av núverandi støðu og eru fyri grovum mismuni í føroysku lóggávuni. Vit tosa hinvegin um fleiri túsundtals føroyingar, ið eisini eru borgarar, veljarar og skattgjaldarar, ið sjálvandi skulu hava innivist í landins lógum og á sama støði sum allir aðrir borgarar.

http://en.wikipedia.org/wiki/Demographics_of_sexual_orientation

Ein innilig áheitan á teg sum tinglim

Vit vilja móti enda eisini minna teg á, at talan er um eitt útreiðsluneutralt uppskot fyri Landskassan. Javnrættindi eru ikki sum fiskirættindi. Eingin missir nakað, um onnur fáa. Hvat fer av tær, um tú loyvir okkum at fáa pappír uppá hvønn annan?

Hinvegin hevur henda lógarbroytingin sera nógv at siga fyri okkum og okkara limir. Hetta hevur eisini stórt symbolskt virði fyri okkum – tíverri alt ov mongu útisetar – og ikki bara LGBTarar í útlegd, men eisini hinkyndar føroyingar, ið tilvitað velja Føroyar frá, tí núverandi støða sendir tekin um eitt intolerant og litleyst samfelag, ið ikki verjir sínir veikastu borgarar – og tað er ikki serliga tiltrekkjandi fyri ungar og framsøknar útisetar, sum helst skulu mynda okkara samfelag frameftir.

Tað er avgjørt eisini bara ein spurningur um tíð, áðrenn hini Norðurlondini – og ikki minst Norðurlandaráðið – fer at leggja veruligt trýst á okkum sum tjóð, fyri at fáa okkum at fara eins við øllum okkara borgarum. Serliga, um vit ynskja at varðveita okkara limaskap í hesum ráðnum, ið setir javnrættindi, frísinni, frælsi, rúmligheit og tolsemi í hásæti.

Hvørji síðu av søguni ynskir tú at vera á?

Í 1967 vóru Mildred Jeter, sum var svørt, og Richard Loving, ið var hvítur, dómd at sita í fongsli í eitt ár fyri at hava gift seg ólógliga í amerikanska statinum Virginina. Hetta var ólógligt, tí fólk av ymiskum rasum høvdu ikki loyvi at giftast hvør við øðrum. Málið endaði í amerikanska Hægstarættinum, sum avgjørdi, at her var talan um brot á amerikonsku grundlógina. Hjúnabandslógin í USA skuldi tí broytast soleiðis, at fólk av ymiskum rasum eisini kundu giftast hvør við øðrum.

mildred-jeter-and-richard-loving

Í dag øtast tey flestu av okkum, at slíkt kundi vera ólógligt líka fram til 1967. At tvey trøllvaksin fólk kundu vera noktaði at ganga saman í hjúnaband, bara tí tey ikki høvdu sama húðalit.

Hesa tíðina var samstundis stór mótstøða at gjøgnumføra broytingina í amerikansku hjúnabandslógini. Mótmælini vóru bæði ógvuslig og til tíðir beinleiðis harðlig. Tíverri var henda mótstøða ikki so nógv øðrvísi enn tann mótstøðan, sum vit LGBTarar, hoyra, vitna og kenna á okkara kroppi í Føroyum í dag.

Til síðst vilja vit tí spyrja teg: Hvørja síðu av føroysku søguni ynskir tú sum politikkari og ikki minst sum menniskja at vera á? Hvussu ynskir tú at svara tínum børnum og ommu- og abbabørnum, tá tey fara at spyrja teg, hvørja síðu tú vart á, í dagsins stóra mannarættindamáli – nú tú hevur møguleika at gera lívið lættari og javnrættari fyri okkum sum minnilutabólk, men eisini sum borgarar og veljarar?

Vit vita øll, at hesi rættindi fara at koma uppá pláss fyrr ella seinni. Spurningurin er bara, um tú vilt vera við til at taka hetta týðandi stigið 13. mars 2014…ella, um tú heldur vilt skrivast inn í føroysku søgubøkurnar, eins og hesi mótmælisfólkini á myndini í býnum Little Rock, Arkansar í 1967, nú eru?

Little-Rock

Alt omanfyristandandi er í síðsta enda bara ein vinarlig vegleiðing og áheitan um, at tú fert at atkvøða fyri lógaruppskotinum 51-52-53/2013. Tí vit vita eins væl og tú, at §23 í Stýrisskipanini áleggur tær klárt og týðiliga at: ”Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.” Tí vóna og vænta vit eisini, at tú fylgir Stýriskipanini og atkvøður í hesum málinum eftir tínari egnu sannføring, og ikki sannføringini hjá øðrum. Valið er títt – og bara títt!               

Takk fyri!

Vinarlig heilsan

Nevndin í LGBT Føroyar, 12. mars 2014,

  • Anja Johansen
  • Eiler Fagraklett
  • Katrin W. Bærentsen
  • Høgni Miné
  • Line Fuglsbjerg
  • Símun Nolsø

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply