f s r
^

Bjørt, Poul og Rigmor eru ársins hinkynd

Á ársfundinum hjá LGBT Føroyum í Perluni í Havn, vóru í gjárkvøldið Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen, Rigmor Dam, Sakaris Stórá og Ramsus Ramussen, sáli, heiðraði av rørsluni fyri føroysk sam-, tví- og tvørkynd fyri teirra avriki í bardaganum fyri javnrættindum til henda minnilutabólk í Føroyum.

IMG_5941

LGBT Føroyar valt “Ársins hinkynd”
Á ársfundinum vóru Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen og Rigmor Dam skýrd “Ársins Hinkynd” fyri at hava lagt fram uppskot fyri Løgtingið um at dagføra hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum. Málið kemur skjótt til 2. viðgerð í Løgtinginum.

Karin Kjølbro, sum í 1989 var einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum um at broyta §266b, tá tað fyri fyrstu ferð kom í Løgtingið, handaði teimum trimum løgtingslimunum heiðurin sum “Ársins Hinkynd” vegna LGBT Føroyar. Rørslan hevur bara eina ferð fyrr heiðrað føroysk hinkynd á hendan hátt, og tað var í 2011, tá Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, vunnu sama heiður.

IMG_5852

Sakaris Stórá vann “Ársins Miðlavirðisløn”
Sakaris Stórá, sum longu hevur verið heiðraður bæði í Berlin og í Skopum fyri filmlist sína, vann í gjárkvøldið  “Ársins Miðlavirðisløn”, ið nevndin í LGBT Føroyar eisini letur. Henda nýggja virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil, upplýsir LGBT.

IMG_5920

Sakaris Stórá vann virðislønina fyri at hava skapt stuttfilmarnar Summarnátt og Vetramorgun, ið nevndin í LGBT metur hava kastað eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. LGBT Føroyar leggut afturat, at fyri tey er talan um megnar miðlaavrik, og tí vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakaris fyri, at tey nú eisini kunnu endurspegla seg í føroyskum stuttfilmum.

IMG_5832

“Róland Virðislønin” latin til Rasmus Rasmussen, sála
Róland Samuelsen var, sum flest kunnugt, ein av fyrstu føroyingunum, sum valdu at liva eitt alment og opið lív sum samkyndur í Føroyum í seyti- og áttatiárinum. Soleiðis slóðaði hann fyri komandi ættarliðum av samkyndum føroyingum. Hann var vælumtóktu sum persónur, familjulimur, frisør, sjónleikari, vinur, stylist og kreativ sál. Soleiðis var hann eisini við til at kasta eitt jaligt ljós á samkyndar føroyingar. Til at heiðra minnið eftir Róland Samulensen, hevur LGBT Føroyar skapt “Róland Virðislønina”, sum verður latin til aðrar LGBTarar, sum eins og Róland hava brotið upp úr nýggjum, gingið á odda ella luttikið í bardaganum fyri javnrættindi hjá LGBTarum í Føroyum.

Yvirlæknin Bogi Davidsen vann fyrstu “Róland Virðislønin” í 2011. Í ár valdi LGBT Føroyar aftur at heiðra ein av sínum egnu við virðislønini. Móttakarin í ár er Rasmus Rasmussen, sáli, sum andaðist 12. oktober 2012 – einans 32 ára gamal. Mortan Rasmussen, faðir Rasmus, tók vegna tey avvarandi móti viðurkenningini á ársfundinum hjá LGBT í gjárkvøldið.

IMG_5844

Friðaliga hetjan heiðrað av sínum egnu
Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring.

Í grunndgevingini fyri at lata Rasmusi “Róland Virðislønina”, varð m.a. soleiðis sagt: “Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tað vitnaðu vit aftur nú, hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House skuldi setast á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki. Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg. Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð. LGBT Føroyar takkar Rasmusi almikið fyri hansara íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tú ert ein av okkara størstu hetjum!”

IMG_5799

IMG_5948

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply