f s r
^

LGBT árið, ið fór

2013 hevur verið enn eitt væleydnað og burðadygt ár hjá LGBT Føroyar rørsluni. Vit hyggja nærri at teimum mest týðandi føroysku LGBT hendingunum í skjótt farna árinum niðanfyri.

Januar

LGBT Føroyar vinnurin heiðurin sum ársins felagsskapur

ax

“Takkarrøðan hjá Høgna Miné, varalimi í nevndini í LGBT Føroyar, sum hann helt, tá hann móttók Axgil 2013 virðislønina fyri ársins felagsskap í gjárkvøldið:

“På vegne af bestyrelsen og vores mange medlemmer på Færøerne, i Danmark og særligt i København, vil jeg gerne takke for jeres anerkendelse af vores arbejde ved at give denne pris til vores organisation i aften.

Ligestilling for LGBT’ere på Færøerne er desværre langt fra opnået, og Færøerne bliver i dag styret af en konservativ regering, af politikkere, der er bange for at følge med befolkningens progressivitet. Derfor opfatter mange, færinge som danskere, Færøerne som et konservativt samfund, når det handler om LGBT vilkår og rettigheder. Men siden organisationen blev stiftet for kun to år siden, har meget ændret sig.

Vi havde en oplysnings kampagne og en politisk kampagne, der begge blev positivt modtaget, men det var stadig med beskedne forventninger, at vi om sommeren 2012 afholdt Færøernes tredje Pride. Vores forarbejde gav dog resultater, da flere end 5.000 mennesker – eller over 10% af befolkningen – deltog for at støtte vores budskab om et friere samfund. Det er den største demonstration nogensinde på Færøerne, så vi i LGBT Færøerne tror på en fremtid, hvor vi har opnået samme rettigheder som resten af kongeriget.

Med denne pris glædes vi over, at vores arbejde bliver internationalt anerkendt, og takker for støtten. Fortsat god aften!.”

Februar

Out Night í Sirkus

dan

Enn eitt væleydnað Out Night í Sirkus. Hesa ferð við Dan Helga í Gongd á odda.

Mars

LGBT Føroyar letur løgtingslimum gávu

bill

“Hvussu definera vit eina familju? Kann ein familja verða tvær kvinnur og tvey børn, ella tveir menn og tvey børn? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum eyðmerktu kjakið í Løgtinginum fyri eini viku síðan um stjórnarskipanina.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, vildi verða við, at størsti spurningurin í allari stjórnarskipanini var spurningurin, hvat ein familja er, eisini heitti hann á Løgtingið um at hugsa seg ómetaliga væl um. Fleiri tingfólk vóru samd við honum. Hjá fleiri løgtingslimum tyktist umráðandi at staðfesta í stjórnarskipanini, at ein familja er ein kjarnufamilja við kvinnu, manni og børnum.

Barnabókin “Hin stóra bókin um familjur” lýsir á ein lættan og skilagóðan hátt, hvat ein familja er í 2013, og hvussu samansett hugtakið familja er í dagsins Føroyum. Tískil hevur LGBT Føroyar latið øllum løgtingslimum eitt eintak av barnabókini.

”Flest børn í Føroyum kenna “Hin stóra bókin um familjur”, og eru glað fyri hana. Vit í LGBT Føroyar vóna, at løgtingslimir eisini verða glaðir fyri bókina, og at hon kann vera við at víðka sjónarringing hjá teimum, ið framvegis hava eina avmarkaða fatan av, ella vitan um, hvat ein familja er”, sigur nevndin í LGBT Føroyar.”

Apríl

Stórur stuðul til samkynd hjúnabond í Føroyum

pros

 

Nýggj Gallup kanning vísir, at meira enn 2/3 av føroyingum eldri enn 15 ár stuðla samkyndum hjúnabondum í Føroyum.

Miðflokkurin er ikki blíður, og ákærir Gallup fyri svik. Sami flokkur klagar ikki um svik, tá Gallup seinni um árið gevur flokkinum “nøktandi” veljaraúrslit.

Mai

Fleiri kend stuðla samkyndum hjúnabondum

eivor

Ein hópur av LGBTarum og hinkyndum stuðulsfólkum siga sína hugsan alment um samkynd hjúnabond, og vísa sín fulla stuðul til bardagan fyri javnrættindi í Føroyum, sum sæst aftur í stórum Facebook átaki hjá LGBT Føroyum.

Juli

Summar Out Night

out

Out Night í sirkus við m.a. Gurðun & Bartal

Kári Jacobsen skrivar Pride sang

kri

“Kári Jacobsen úr bólkinum Nalja hevur skrivað fyrsta føroyska Pride sangin, sum eitur “Ymisk”. Kári hevur fingið fleiri aðrar føroyskar tónleikarar at synja við sær á lagnum. Eitt nú kann nevnast: Jens Marni Hansen, Niels Arge Galán úr 200, Eyð Berghamar Jacobsen og Arnfríð Lützen.”

Faroe Pride 2013

pride

Fjórað Faroe Pride skrúðgongan og konsertin dróg aftur í ár fleiri túsundtals føroyingar til sín. Allir ynskja eitt rúmligari føroyskt samfelag.

August

Mika vitjar í Føroyum

mika

Samkynda heimsstjørnan Mika vitjar á ársins Summarfestivali í Klaksvík.

September

Vetrarmorgun hevur heimsfrumsýning

sak

Næsti stuttfilmurin hjá Sakaris Stórá um samkyndu gentuna á Sandoynni hevur heimsfrumsýning á Sandi.

November

Lógaruppskot lagt fyri Løgtingið

 

sam

“LGBT Føroyar fegnast um, at 20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur av tveimum ymiskum orsøkum.

Fyrsta orsøkin er, at Føroyar í dag eru almennir vertir fyri fyrsta opna samkynda sendiharranum, ið hevur vitjað her á landi. Talan er um amerikanska sendiharrin, Rufus Gifford.

Næsta orsøkin er, at løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn hava í dag lagt fyri tingið trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast í Føroyum.

LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at takka hesum trimum tingfólkum fyri at vísa dirvi og ganga á odda við at leggja hesi uppskotini fyri Løgtingið í dag. Allir okkara limir, teirra avvarandi og okkara mongu stuðlar annars, hava eisini øll verið við til at fáa hetta málið inn um gáttina á tinginum í dag. Tað fegnast vit almikið um og eru sera takksom fyri. Ein serliga tøkk fer eisini til løgfrøðingarnar, ið hava givið eina sera virðismikla hjálpandi hond. Uttan tykkum var einki mál lagt fram í dag.

Nú er bara at vóna, at løgmaður og floksformennirnir fara at taka eins væl móti lógaruppskotunum, sum teir í dag hava tikið móti samkynda amerikanska sendiharranum.

Vit vóna og vænta, at okkara løgmaður og allir floksleiðarnir annars, fara at halda sítt orð, og lata tinglimirnir atkvøða eftir egnari sannføring í hesum sera týðandi máli fyri hundraðtals – ja, kanska túsundtals – føroyskar borgarar her á landi og í útlegd. Vit vóna, at politiska landslagið fer at endurspegla fólksins vilja, og fer at atkvøða fyri uppskotunum.

Vit vóna eisini, at hetta málið fer at fáa eina skilagóða og virðiliga viðgera í løgtinginum komandi tíðina.”

Løgmaður steðgar lógaruppskotinum

kaj3

 

Løgmaður staðfestur, at sitandi samgongan hevur gjørt eina avtalu har m.a. samkynd hjúnabond ikki skulu hava rúm í føroyska samfelagnum, og tí fer øll samgongan at atkvøða móti komandi uppskoti um at dagføra hjúnabandslógina.

Jenis av Rana testar §266b

vis

»Guds mening er, at vi som individer skal leve et trygt og fredfyldt liv sammen med ham den almægtige herre. Men i stedet trækker de homoseksuelle et ødelæggende spor af modløshed, druk, misbrug, isolation, ydmygelse og selvmord efter sig. Det kan ikke være anderledes, når man ikke lever det liv, man er skabt til at leve.«

Jenis av Rana, Dagbladet Information, 24. oktober 2013

7000 Facebook vinir

fb

“7000+ likes á Facebook! LGBT Føroyar er nú ein av størstu føroysku síðunum á Facebook. Tit eru øll somul fantastisk!!”

Amerikanski sendiharrin vitjar í Føroyum

amer

Amerikanski sendiharrin, J. Rufus Gifford, vitjar alment í Føroyum. Hann er opin samkyndur og livur saman við manni.

“Tá okkara egnu leiðarar ikki ynskja at leiða okkum, so er tað gott at fáa góð ráð og vegleiðing frá leiðarum úr øðrum londum, sum geva okkum áræði at halda fram, at dríva á og endaliga røkka á mál!”

Desember

1. viðgerð av lógaruppskoti um samkynd hjúnabond

logtong

“Tað er ikki hvønn dag, at føroyski veljarin ikki sleppur inn á Løgtingið vegna plásstrot!”

Løgmaður gav samgonguni munnkurv

 

merd

“Løgmaður hevur givið samgonguni munnkurv at viðgerða lógaruppskotið, so tað vóru bara orðførarnir fyri hvønn samgonguflokk, ið úttalaðu seg. Tó varð sera lítið tosað um sjálvt lógaruppskotið. Hinvegin vóru orðførarnir sera upptiknir av ísáðing, adoptión, glíðibreytum, prinssessum, sum elska aðrar prinsessir, barnbókum, enn meira ísáðing, sáð og at samanbera samkyndleika við húðkreft.”

2. viðgerð av lógarksotinum verður fyrst í 2014.

Handilsrættindi framum mannarættindi

kj2

“Okkara løgting hevur nú játtað pengar til at lata sendistovu upp í Moskva. Henda myndin er tikin til árins Pride í Moskva, har Putin nú hevur ásett nýggja landsdekkandi lóg, sum bannar øllum Pride skrúðgongum og annars allari jaligari umtalu av samkyndum.”

Fyrsti tvørkyndi føroyingurin sigur sína søgu alment

diva

“Sum flestum kunnugt umfatar LGBT Føroyar meira enn bara samkynd. T´ið í LGBT stendur fyri “transsexual”, ið vit umseta til transkynd ella tvørkynd. Í Føroyum hava vit fleiri tvørkyndar persónar.

Í nýggjastu útgávuni av blaðnum PREI, skrivar 25 ára gamla Jóan Høgnesen føroyska søgu við at vera fyrsti tvørkyndi føroyingurin, ið alment trínur fram og sigur sína søgu. Lesið meira um Jóan og hennara avbjóðingar sum tvørkyndur føroyingur í nýggja PREI. Blaðið kann keypast, har tú vanliga keypir bløð.”

Árliga jólaveitslan

pe

Árliga LGBT jólaveitslan varð hildin á Velbastað. Soleiðis kom 2013 at enda.

Hóast mótgang og eina sitandi samgongu, sum ferð eftir ferð vísir seg at vera ógvuliga óvinarlig, tá tað kemur til at veita øllum føroyingum javnrættindi og grundleggjandi mannarættindi, so er framvegis vón fyri framman.

2013 hevur víst, at ein stórur meiriluti av føroyingum eru við LGBT Føroyum og tí arbeiðnum rørslan ger. Nú manglar bara, at politiska valdið lurtar eftir sínum veljarum, og veitir øllum sínum borgarum javnrættindi.

LGBT Føroyar rørslan heldur á fram við sama ágrýnti í 2014, sum vit hava gjørt í nú skjótt farna árinum.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply