f s r
^

Føroyingar vilja hava eitt øðrvísi samfelag

Føroyingar vístu á Faroe Pride, at teir ynskja eitt rúmligt og øðrvísi samfelag. Umleið 6.000 fólk gingu lið um lið oman gjøgnum havnargøtur og stuðlaðu LGBT Føroyum í bardaganum í at skapa eitt samfelag har allir borgarar verða javnsettir.

2013

Faroe Pride byrjaði í Gundadali við stórslidnari skrúðgongu, har fólk úr øllum Føroyum vóru komin at taka lut. Gingið var oman ígjøgnum býin framvið løgtinginum og oman á Kongabrúnna har stórsligin konsert við nógvum av fremstu føroysku tónleikarunum var hildin.

Javnsetan í hjúnarbandinum
– Komandi heyst fer at verða ógvuliga avgerðandi fyri lgbt’arar í Føroyum, tí tá skal løgtingið taka støðu til at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnarbandslógini. Tað er okkara vón at tann stuðul vit hava í fólkinum, og sum vit sóðu á Pridini í ár fer at ávirka okkara politikarar, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Tann jaliga gongdin, sum hevur verið seinastu árini, har alt fleiri LGBT’arar velja at livað opið í føroyska samfelagnum ger, at politiska skipanin má taka støðu til, hvørji rættindi hesi skulu hava.
– Tað ber ikki til at vit hava ein minniluta av borgarum, sum orsakað av sínum seksualiteti eru annanrangs borgarar í sínum egna landi, leggur Sonja Jógvansdóttir dent á.

Faroe Pride
Faroe Pride hevur eftir stutta tíð ment seg til at verða millum heimsins størstu pridir sæð í mun til fólkatalið.
– Øll vit í LGBT Føroyar vilja takka øllum teimum mongu, sum tóku lut á Pridini, tykkara stuðul gevur okkum treysti at halda áfram og helma verður ikki í fyrr enn vunnið er á mál, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply