f s r
^

Matthew Workman: Hví eg fór uppí skrúðgonguna, og hví tú eisini átti at komið við.

Í fjør var eg eitt av teimum túsundtals fólkum, ið gjørdust heilt ovfarin av stóru mannamúgvunum, sum luttóku í og eygleiddu Faroe Pride skrúðgonguna. Eg var har, tí eg ætlaði at taka uppá til mina internetsending, Faroe Islands Podcast, men fjøldin, sum var komin saman at stuðla LGBT felagsskapinum í Føroyum, dró meg við sær.

Matthew-Workman

Í juni í ár gekk eg við í Pride skrúðgonguni, har eg búgvi í Portland, Oregon, USA, og tað var eitt ótrúligt upplivilsi. Hví fór eg uppí skrúðgonguna, og hví eigur tú eisini at koma við? Lat meg greiða nærri frá…

Trúgvandi mormonor, ið vilja byggja brýr
Eg eri limur í eini kristnum trúarbólki, sum eitur Church of Jesus Christ of Latter-Day Saints, men vanliga verða vit nevndir mormonar. Hóast mín trúgvarbólkur var hildin at vera rættiliga víðgangandi fyri eini øld síðan, so eru mormonar í dag kendir fyri at vera politiskt konservativir. Eisini eru teir kendir fyri at duga sera væl at samskipa og savna pengar inn, og við hesum stuðlaðu teir einum lógaruppskoti í Kalifornia (Proposition 8), sum bannaði samkyndum hjúnalagi í hesum amerikanska statinum í 2008. (Í summar avgjørdi hægsti dómstólurin í USA tó, at hetta lógaruppskotið var í stríð við amerikansku grundlógina.)

Í ár gekk eg við í skrúðgongu í Portlandi saman við einum bólki av mormonum, sum virka undir heitinum Mormons Building Bridges (umsett til mormonar byggja brúgv). Hesin bólkurin trýr, at okkara kirkja eigur at taka betri ímóti LGBT brøðrum og systrum okkara.

Hóast eg havi nógv samkynd vinfólk og júst hevði frætt, at eitt systkinabarn mítt er lesbisk, so var tað ikki lætt at gera av at fara upp í skrúðgonguna. Eg visti, at fleiri vinir og kenningar, sum eg gangi í kirkju við, kanska fóru at taka gerðir mínar illa upp. Tað stóð mær greitt, at eg fór at noyðast at svara mongum spurningum, og at summir javnlíkar mínir enntá kanska fóru at síggja meg sum ein “fremmandan”.

Somu brúktrvendingar sum fyri hundrað árum síðani
Hví gjørdi eg tað so? Fyrst av øllum tí eg hoyrdi, hvussu fólk tosaði um samkynd og kendi onkrar vendingar aftur. Samkynd parløg vóru kalla “ónáttúrlig”, ein “synd móti Gudi”, ein “hóttan móti sonnum hjúnabondum og familjum,” sum “kundi føra til at fólk fara at giftast við djórum.” Júst somu orð vóru nýtt um mítt fólk, tá vit enn høvdu okkara serliga slag av hjúnabandi: fleirgifta. Mormonar hildu uppat við fleirgiftu seint í 19. øld, og eg má viðganga, at eg gleðist um, at eg ikki at livi í hasum tíðarskeiðinum. Eg havi eina konu, hon er ófør. Mær tørvar ikki fleiri.

Men tá mormonar giftu seg við fleiri konum, so nýttu tey, ið vóru ímóti hesum, tað sum grundgeving fyri at jagstra okkum sum djór.  Ja, tað var lógligt at drepa ein mormon í amerikanska statinum Missouri heilt til 1976. Í roynd og veru, so ásetti lógin, at komst tú fram á ein mormon, so SKULDI tú drepa hann.

So tá eg hoyri, hvussu summi málbera seg í dagsins kjaki um rættindini hjá samkyndum, veit eg, hvagar tað kann føra. Og sum kristin havi eg eina moralska skyldu at virka ímóti hesum.

Borgararættindastríði hjá okkara ættarliði
Nú eg síggi LGBT systrar og brøður mínar stríðast fyri somu rættindum, sum eg longu havi, skilji eg, at stríði fyri javnrættindi til LGBTarar endurspeglar væl stríðið hjá littu landsmonnum mínum í  fimti- og sekstiárinum fyri sínum rættindum. Hetta er veruliga borgararættindastríði fyri okkara ættarlið og fyri okkara samtíð.

Tá eg endurskoðaði gerðir mínar seinastu árini, so byrjaði eg at síggja meg sjálvan fylgja mynstrinum hjá teimum liberalu hvítu í rasuskildu suðurstatunum í Amerika í hálvtrýssunum. Tey vóru ímóti rasuskilnaði og hvussu tey svørtu vóru viðfarin, men tey hvørki gjørdu ella søgdu nakað. Tey vóru vís í, at støðan fór at broytast fyrr ella seinni. Tey gjørdu einki, ikki tí tey vóru ónd, men tí tey ikki vildu gera um seg. Tey vildu ikki fornerma grannarnar, tey vildu ikki missa status í samfelagnum.

Støðan broyttist, men ikki so skjótt, sum hon kundu havt broytst um tey samhugaðu hvítu høvdu hjálpt til.

Tá vit nú líta aftur um bak, noyðast tey at svara spurningum frá sínum børnum, ommubørnum og abbabørnum: “Hvat gjørdi tú, tá borgararættindastríðið stóð á í trýssunum?”

Um stutta tíð fara børn míni at seta mær sama spurning um stríði fyri rættindum teirra samkyndu í dag. Eg visti, at eg hevði ikki eitt gott svar. Tí fór eg eisini upp í Pride skrúðgonguna.

At enda, so var tað Jesu lærdómur í Bíbliuni, sum fekk meg at ganga við. Í Fjallaprædikuni býður Jesus okkum;  „Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd.” (Matteus 7:1) Seinni segði Jesus at; “hitt stóra og fyrsta boðið” var at elska Gud (Matteus 22:37-38) og bað okkum síðani; „elska næsta tín sum teg sjálvan.“ (Matteus 22:40)

Stutt sagt, eg trúgvi á ein Gud, og eg trúgvi, at eg fari at standa til svars fyri mínar gerðir í hesum lívi. Eg trúgvi at dómurin fer at handla um at svara hesum báðu einføldu spurningunum: hvussu vísti tú Gudi kærleika tín, og hvussu vísti tú, at tú elskar brøður og systrar tínar? Ongastaðni í hesum dóminum fer Gud at spyrja; “Hvussu nógv hevur tú gjørt fyri at kúga tey samkyndu?”

So eg fór uppí skrúðgonguna. Eg gekk við fyri vinfólk míni, fyri trúgv mina, og fyri familju mina.

Tað átti tú eisini at gjørt leygardagin.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply