f s r
^

Fólkið hevur talað: Føroya fólk vil javnseta samkynd

Í heyst skal Løgtingið taka støðu til eitt søguligt mál: Eigur samkynt hjúnaband at loyvast og javnstillast í lógini? Greitt er, at víða um í heiminum gerst almannahugsanin um hjúnabandsjavnstøðu alt meiri jalig. Men skulu vit fáa greiðu á, um tað er hóskandi at fremja politiskar broytingar í Føroyum, mugu nakrir týðandi spurningar fyrst viðgerast: Hvat vil Føroya fólk, og hvussu man løggilding av samkyndum hjúnabandi fara at ávirka føroyska samfelagið?

mar
Eg eri amerikanskur samfelagsfrøðingur við serkunnleika til tvørmentanarliga sálarfrøði, og í fjør summar var eg í Føroyum og kannaði hesar spurningar.
Tá bendi fjølmiðlaumrøðan á, at sjónarmiðini um LGBT-rættindi vóru rættiliga javnt býtt. Men av tí, at fólk við minnilutasjónarmiðum ofta eru yvirumboðað í fjølmiðlunum, so var eg sannførd um, at tað var sera umráðandi at gera eina kanning og beinleiðis spyrja føroyingar, hvat teir hugsa um hetta málið.
Til tess gjørdi eg eitt spurnablað, sum eg gav hundraðtals føroyingum, bæði um alnetið og persónliga, og fólk frá mongum ymsum bygdum luttóku eisini.

Føroyingar eru fyri samkyndum hjúnabondum
Serliga mugu vit geva gætur, at meginparturin av øllum luttakarunum, sum góvu sítt sjónarmið, tóku undir við at løggilda samkynt hjúnaband í Føroyum (fyri stuttum kom Gallup Føroyar til somu niðurstøðu – hetta váttar, at spurnakanning mín er eftirfarandi).
Harafturat so hildu flestu av teimum spurdu í kanning míni ikki, at samkynt hjúnaband skaðar samfelagið. At enda skal eg gera vart við, at meginparturin av teimum spurdu vóru ósamd við ta hugsan, at samkyndleiki er ósømi¬ligur, ógudiligur ella ímóti náttúruni. Av tí at summir trúarleiðarar hava sagt seg ivast í, um samkyndleiki er moralskt rættur, so er sera umráðandi at viðurkenna, at so málamiklir teir enn eru, so umboða teir ikki meirilutahugburðin í Føroyum.
Greitt er, at Føroya fólk, sum heild, taka undir við løggilding av samkyndum hjúnabandið. Summi munnu tó føra fram, at limir í lóggávutingi ikki bara skulu umboða vilja veljarans, tey hava størri skyldur. Tey skulu eisini taka avgerðir, ið gagna almenninginum. Við hesum í huga, mugu vit kanna, hvørja ávirkan samkynt hjúnaband hevur havt á tey samfeløg, har tað er løggilt.

Skaða samkynd hjúnabond samfelagið?
Nógv hevda, at samkynt hjúnaband og skrásett parlag í Vesturevropa hevur samvirkað til, at færri hinskynt giftast, fleiri skiljast, og at fleiri og fleiri børn verða fødd uttanfyri hjúnaband í hesum samfeløgum.
Men búskaparfrøðingurin M.V. Lee Badgett hevur greinað hesi tøl gjølla, og hann vísir á, at øll hesi rákini longu høvdu vunnið hevd, langt áðrenn lond, so sum Danmark og Niðurlond, løggildu skrásett parlag.
Mín gransking er sambærilig við gransking Badgetts. Í Føroyum hava vit sæð somu rákini viðvíkjandi hjúnabandi, eitt nú at færri giftast og mong skiljast, sum eru staðfest í øðrum norðurlendskum samfeløgum.
Veruleikin er tann, at upp til 50 prosent av føroyskum børnum vórðu fødd uttan fyri hjúnaband síðstu árini. Hetta er greið ábending um, at heilt onnur viðurskifti liggja til grundar fyri hesum rákunum, enn tey, ið eru ímóti samkyndum hjúnabandið, stúra fyri.

Kunnleiki og vitan minkar um ótta og fordómar
Lat okkum venda aftur til sjónarmið Føroya fólks.
Eg havi prógvað, at meirilutin í Føroyum sigur ja til samkynt hjúnaband. Hetta merkir tó ikki, at vit skulu kveistra sjónarmiðini hjá minnilutanum burtur. Kortini vil eg føra fram, at mong av teimum, sum í dag eru ímóti samkyndum hjúnabandið, fara at broyta hugsan komandi árini.
Samfelagsfrøðingar hava ferð eftir ferð víst, at tá fólk uppliva ymisleika, so hava ótti og fordómar teirra mótvegis øðrum bólkum lyndi til at minka.Við øðrum orðum, vilt tú beina fyri mismuni, gev fólkum høvi at kennast.
Tað er áhugavert, at teir føroyingar, sum søgdu seg vera móti javnrætti í kanning míni, ofta eisini søgdu, at tey kendu seg illa við í samveru við LGBTarar.
Hetta bendir á, at atfinning teirra móti LGBT-lógarrættindum kanska heilt einfalt er grundað á vantandi royndir teirra við teimum fólkum, hesar lógir ávirka. Men við vaksandi vælvild mótvegis LGBTarum í Føroym, fara færri kanska at føla seg noydd at dylja kynssamleika sín og kennast við, at tey eru samkynd. Hetta fer so at bera við sær, at fólk, sum gerast illa við við tankan um samkyndleika í dag, skjótt munnu ásanna, at mong av teimum tey eru góð við – vinfólk, starvsfelagar og familja – hoyra til henda kúgaða bólk. Tískil er í væntu, at sjálvt tey, sum í dag siga nei til samkynt hjúnaband, fara at broyta hugburð tá tey uppliva meiri ymisleika.
Við hesum sannroyndum í huga, eggi eg Føroya fólki til hátt og greitt at bera fram stuðul sín til løggilding av samkyndum hjúnabandi í Føroyum. Henda lógarbroyting umboðar vilja Føroya fólks – í dag og í morgin.

Mariah G. Schug er doktari í mannfrøði og lektari á Sálarfrøði Deildini á Wesleyan University í Connecticut, USA. Hon er serfrøðingur í tvørmentanarligari sálarfrøði, og serøki hennara fevnir um gransking í fordómum og hugburðum millum bólkar.

Dimmalætting © 2013

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply