f s r
^

12 tær mest týðandi LGBT tíðindasøgurnar í Føroyum í 2012

new15

5.000 luttakarar á Faroe Pride 2012

27. juli 2012 gjørdist ein stórur, ógloymandi og søguligur dagur fyri Føroyar og føroyingar. Meira enn 5.000 fólk tóku lut á triðju Faroe Pride skrúðgonguni í Havn. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal luttóku. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, hildi hvør sína røðu.

new14

Fyrsta LGBT brúðarveitsla í Føroyum

20. juli 2012 var stór brúðarveitsla á Hotel Føroyum fyri 100 innbjóðaðum gestum. Brúðarparið var Kristina Maria Danielsen Eliasen og Súsanna Danielsen Eliasen. Tær vóru giftar í Danmark frammanundan veitsluni í Føroyum. Vónandi verður næsta LGBT brúðarveitslan eisini við føroyskari vígslu.

web9

Hvat er natúrligt?

Framsýningin, ”Hvat er natúrligt?” í Østrøm, tvinnaði altjóða gransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa samkynd- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Hetta var ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið.

Umframt fleiri grønlendsk og íslendsk listafólk, vóru fleiri enn 20 føroysk listafólkini við á framsýningini. Amerikanski doktarin í mannfrøði, Mariah Schug, tók sær av vísindaliga partinum, ið bygdi á líknandi framsýning, sum hon hevur sett upp í New York. Framsýningin var opin allan august mánaða.

new7

Friðarliga 266b hetjan er farin

Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus Rasmussen fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu ábending varð álopin.

Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu ábending.

Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann.

Tað er ongin orð, ið linna hjá tykkum nærmastu, ið eftir sita. Missurin er og verður svárur. Við djúpari samkenslu vilja vit í LGBT Føroyar lýsa frið yvir minnið um Rasmus Rasmussen.

new11

Føroyingar luttaka á Gay Pride í Reykjavík

Sonja Jógvansdóttir, vegna LGBT Føroyar, fekk heiðurin at halda einastu røðuna á árligu Gay Pride skrúðgonguni í Íslandi – á føroyskum. Fleiri enn 100.000 fólk luttóku á tiltakinum.

new18

Fyrilestrakvøld í Østrøm

Í august mánaði var áhugavert fyrilestrarkvøld í Østrøm, sum LGBT Føroyar skiapði fyri.

Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, helt fyrilesturin: “Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar – Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum”.

Kinna Poulsen tosaði um: “Ó-søgur av hinum slagnum – Um samkyndleika í føroyskari myndlist”.

Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug, helt fyrilesturin: “Nordic Perspectives – Attitudes About and Impacts of Gay Marriage in Nordic Societies”

new10

Grandma´s Basement eru aftur nokkso Gay

Tónleikabólkurin Grandma´s Basement kemur út við nýggjari fløgu, Óknept,  12.12.12. Eins og á undanfarnu fløguni er ein sangur, ið snýr seg um samkynd. Fyrsti sangurin, ”Gay”, varð partvís kritiseraður av LGBT´arum fyri at halda skeivum steriutýpum á lívi.

Men tað tykist, sum bólkurin hevur tikið atfinningarnar til sín, tí nýggi sangurin, Glaður, er munandi betri móttikin millum føroyskar LGBT´arar .

new12

Summarnátt vinnur Geytan

Sakaris Stórá vinnur ársins Geyta fyri nýggja stuttfilmin “Summarnátt”, sum snýr seg um tvær ungar føroyskar gentur, ið læra nýggjar kenslur at kenna eina summarnátt á Sandi.

new8

Bókin um Mallus, ið eisini var transvestitt

Í bók, sum kom út í 2012, kundi man lesa um Linga og Mallus, sum vóru systkin, fødd ávíkavist í 1890 og 1899 á Skálatoftum, sum tá var minsta bygd í Føroyum. Linga var søgd at vera gandakelling og Mallus var skemtari og transvestitt. Bókin, sum Líggjasi í Bø skrivaði varð heilt skjótt útseld, men dagførd útgáva er ávegis.

new17

Exit Føroyar

Sjúrður Skaale heldur nú at ”samkynd vísa veg”. Politikkarin, sum eina ferð helt, at føroysk samkynd skuldu halda ”kaft við jamrinum”, sigur m.a. soleiðis í bókini ”Exit Føroyar:

”Eg havi eisini hug at taka samkynd fram sum dømi um, at tjóðskaparkenslan kann fáa fólk at velja Føroyar, hóast tað, sæð úr einum praktiskum sjónarhorni, kann vera tvørligt. (red.) At brúka tíð og orku upp á at stríðast ímóti fólki, sum ikki vilja viðurkenna teg, sum tú ert, kann eisini haldast vera í besta føri meiningsleyst og í ringasta føri eyðmýkjandi. Serliga tá øll grannalondini, so ella so, veita samkyndum full rættindi.

Men fólk vóru, sum í staðin tóku dystin upp. Sum heldur enn at spyrja hvat Føroyar kundu gera fyri tey, spurdu hvat tey kundu gera við Føroyar.

Við lýsingum, heimasíðum og stórum tiltøkum hava tey gloppað vindeyguni í tí føroyska húsinum og fingið frískligan gjóstur inn. Og tað er eingin ivi um, at tað hevur gjørt mun.

Í staðin fyri at flýggja undan konservativa hugburðinum, sum ofta er í einum lítlum samfelag, hava hesi fólkini nýtt fyrimunirnar, sum eru í einum lítlum samfelag: nevniliga at tann einstaki er ein stórur partur av heildini, og at tann, sum vil hoyrast, hoyrist.

Mong, sum trívast illa í Føroyum, kundu lært av hesum. Men aftur her: at vilja broyta eitt samfelag krevur, at tú ert góður við samfelagið. Fosturlandskenslan má vera fundamentið.”

new13

Out Night í Føroyahúsinum

3. mars 2012 skipaði Føroyingahúsið saman við LGBT Føroyar fyri einum “Out Night” tiltakið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Danski mentamálaráðharrin Uffe Elbæk helt røðu og Eiler Fagraklett hevði fyrilestur um rørsluna.

Pallborðssofa við Sissal Kampmann sum vertur, har Bogi Davidsen, Eiler Fagraklett, Súsanna og Kristina Maria Danielsen Eliasen svaraðu spurningum frá Sissal og áhoyrarunum.

Bólkur Schwanzen Sanger Knaben vitjaði eisini og teir framførdu nøkur løg frá teirra útgávu. Dennis Agerblad og Die Buro framførdu eisini

new16

LGBT Føroyar tilnevnt sum ársins felagsskapur

LGBT Føroyar endaði árið við verða tilnevnt sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum. Talan er um eina sokallaða Axgil virðisløn, sum rørslan hevur fingið møguleika at vinna.

Tað er danska vinnuhúsið Copenhagen Gay & Lesbian Chamber of Commerce, sum á hvørjum árið tilnevnir ymisk feløg, persónar og fyritøkur, ið tey meta hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri LGBT fólkum í danska kongaríkinum.

Tað verða árliga latnar 7 ymiskar Axgil virðislønir innan vinnulív, mentan, ítrótt, miðlar, býarlív, persónar og felagsskapir. LGBT Føroyar er tilnevnt sum “Årets organistion” saman við SLM København og Aarhus Pride.

Vinnarin verður kunngjørdur á stórum tiltaki á Bremen Teater í Keypmannahavn 14. februar 2013 og víst samstundis á dk4. Í januar mánaða kunnu lesarnir hjá danska LGBT blaðnum Out & About atkvøða um, hvør skal vinna heiðurin. Til ber eisini hjá føroyingum at atkvøða her: www.outandabout.dk fyrst í komandi ári.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply