f s r
^

Søgan um Mallus, ið eisini var transvestitt

Linga og Mallus vóru systkin, fødd ávíkavist í 1890 og 1899 á Skálatoftum, sum tá var minsta bygd í Føroyum. Linga var søgd at vera gandakelling og Mallus var skemtari og transvestitt.

Á Skálatoftum vuksu tey upp um 19. aldarskiftið. Familjan – foreldur og nevndu tvey børn – flutti til Klaksvíkar í 1914, har tey bygdu sær hús á einari trøð norðarlaga á eystursíðuni at kalla í einingi.

Navnið tóku tey við sær, og hendan trøðin hevur síðani havt sama heitið sum bygdin. Linga og Mallus vóru bæði ógift, og tey búðu á hesi “nýggju” Skálatoftum alla ævi sína. Tað seinna teirra doyði í 1982.

Hetta vóru sermerkt fólk, sum settu føtur í spenni ímóti nýggju tíðini. Alt skuldi vera sum fyrr, og tey fingu sær hvørki ravmagn, telefon ella rennandi vatn ella nakað annað av øll tí nútímans, sum kom fram í 20. øld.

Tey livdu sum á eini miðaldaroyggj beint í nútíðarhavinum.

Líggjas í Bø hevur skrivað bók um systkini, og vit endurgeva nøkur brot úr bókini niðanfyri.

Ymisk brot úr bókini “Linga og Mallus – Tvey merkisfólk av Skálatoftum”

Tá í tíðini gingu smádreingir í kjóla, til teir vóru 5-6 ára gamlir. Fyrstu ferð Mallus var í buksum, var aftan á, at tey vóru flutt til Klaksvíkar – tá var hann 14-15 ára gamal. Til ta tíð hevði hann bara gingið í klæðum, sum hann hevði “arvað” frá systrini.

___

Flestu dreingir tá í tíðini fóru til skips, tá ið teir vóru fermdir. Men Mallus var so lítið komin til mans, at hann egnaði seg neyvan til tað harðbalna sjólívið.

Mallus var ikki sum aðrir menn. Tá ið aðrir menn komu saman, vóru áhugamálini fyrst og fremst veðrið, hvussu tað gekst við fiskiskapinum, hvussu seyðurin skarst, og hvussu tað royndist við grøðini. Alt slíkt legði hann líka í.

___

Hann líkasum lyfti seg upp um tann gráa og leiðiliga gerandisdagin og leit  niður yvir mannabørnini og teirra fáfongdu stákan á foldum. Hannsara áhugi var tað láturliga í og við mannalívinum.

___

Yvirhøvur var Mallus væl við øll. Tó segði hann einaferð, at hannhevði bara tveir fíggingdar, og teir vóru Kjølbro og Jens Klæmint. Hann segði, at hesir báðari happaðu hann, eftir at hann var komin til Klaksvíkar at vera. Hann og Jens Klæmint vóru skyldmenn, og Jens Klæmint royndi at “fáa skil upp á” skyldmannin. Tað var eitt tíðarskeið, har Jens Klæmint fekk Mallus at koma við sær til kristnar fundir í Betesda.

___

Tað er undarligt at siga tað. Men á mangan hátt fór Mallus at blomstra, tá ið Linga var farin. Nú ráddi hann sjálvur og kundi gera, júst sum hann vildi……Og serliga ein síða av manninum kom meira fram í dagin, sum hann hevði verið noyddur at kúga, meðan systurin livdi.

Mallus var transvestittur

Mallus var transvestittur. Eg kendi einki til hetta fyribrigdið, og veit ikki enn rættliga, hvat liggur í hesum. Men tað er, í hvussu er, ein ovurhugur at ganga í konufólkaklæðum og at “spæla” konufólk.

Onkuntíð kundi hann taka til: “Nú hevði verið stuttligt at verið í skjúrti!” Hetta góvu vit okkum ikki rættiliga far um, tí “Mallus var Mallus “, og hann kundi siga so mangt.

Stutt eftir, at Linga var farin, beyð hann okkum báðum Oddvør og eg niðan á gólvið. Hann bað okkum eisini koma upp á loftið at hyggja. Í kamari hansara var eitt klædnaskáp, og tá ið hann læt hurðarnar upp, var tað á tremur við konufólkaklæðum. Kjólar, blusur, skjúrt, troyggjur, brósthaldarar os.fr.

Og eftir hetta var hann almsamt oftari at síggja í konufólkaklæðum, mest inni hjá sær sjálvum, men eisini uttandura. Og hann gekk inn í tey grannahús, har hann var “toldur” í hesum klædnabúna. Onkustaðni róku tey hann á dyr, tá ið hann kom soleiðis ílatin.

Visti Linga um hetta?

Henda søgan kundi bent á, at systurin Linga visti ikki um henda veikleikan hjá Mallusi.

Einaferð fann Linga ein damuhatt nirði í kjallaranum. Hon undraðist mikið, og tók hattin við sær uppá.

Linga hevði stórt álit á Gretu, konu Aksals. Ein dagin fortaldi hon henni um henda løgna tilburð. Greta segði: “Tú skalt leggja hattin aftur, har sum hann lá”. Linga so gjørdi, og einaferð seinni segði hon við Gretu: “Rætt hevði tú.”

“Alt kemur aftur uttan tað, sum tjóvshond legst á” siga vit.

Mallus og Daells varehus

Mallus kom ofta á vitjan úti hjá Lindu og Georg at fáa sær kaffi.  Hann fór við báti sínum, Víðuni, yvir um vánna.

Har vóru fimm døtur í húsunum, og Mallusi dámdi væl at fjasa við tær. Tær hugsaðu als ikki um, at hann kanska var ikki júst sum aðrir menn. Nei, tær góðtóku hann, júst sum hann var, og dámdu hann sera væl.

Um várarnar komu príslistarnir frá Daells og Sommers í hvørt hús. Teir vóru á tremur við nýggjum klæðum, og har vóru modellir og myndir, sum vóru óføra lokkandi. Hvør av teimum fimm systrunum var “forfeingiligari” enn onnur, so hetta var óføra spennandi. Men Mallus var minst líka spentur!

Tey sótu so øll 6 við eitt borð og blaðaðu og studeraðu øll hesi fínu klæðini og peikaðu á, hvat hvør ynskti sær. Framferðarhátturin var tann, at tær løgdu navn til pakkan og klæðini, sum Mallus skuldi hava. Og so sluppu tær at bíleggja sær okkurt afturfyri.

Tær vóru so mikið ungar, at tað kom teimum ikki til hugs, at tað skuldi vera nakað løgið í tí, at Mallus útvegaði sær konufólkaklæðir.

Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, tá ið tær vóru vaksnar, at tær funnu út av, at tað var nakað serligt við Mallusi, og at tað heðvi eitt navn.

Foreldrini vistu væl av hesum, og tey kundi loynidómin hjá Mallusi, men gjørdu einki hóvasták burturúr. Tá ið hon varð spurd, svaraði mamman, at Mallus var ikki sum hini, men tað var einki ringt í honum.

Dámdi væl at vera avmyndaður

Inn til okkara gekk hann javnan í konufólkaklæðum, í skjúrti, nylon-sokkum og høgum hali.

Honum dámdi væl, at myndir vórðu tiknar av honum. Og hann bað meg koma niðan at filma seg, og tað gjørdi eg. Hann gekk og stákaðist í køkinum sum ein onnur kona – í fyriklæði. Fór út ímóti køksvindeyganum og stóð so ansalig(ur) og hugdi út. So legði hann seg á knæ at vaska gólv. Síðani fór hann út, berandi við onkrum at seta í eitt fluguskáp uttanfyri.

Viðhvørt vann náttúran á “upptuktilsinum” – hann skráaði, og beint sum hann spældi fín dama, gloymdi hann hetta, so henda fína daman knappliga sprændi eitt fúlt skráspýtt fram úr sær.

Adilborg seymar skjúrt

Einaferð bað Mallus Adilborg (konu Kiss) seyma sær eitt skjúrt. Tað var gaman í. So ein dagin kom hann við einum blóðreyðum toystykki at seyma burturúr.

Har skuldi eingir knappar ella snarlás ella tílíkt vera. Tað skuldi bara vera elastikk um miðjuna, so at tað var lætt at fara úr og í.

Tað er helst ikki so vanligt at vera transvestittur. Mallus hevur ivaleyst varnast, at hann var ikki sum onnur mannfólk, men hann hevur neyvan vita, hvar tað var, sum var øðrvísi. Og neyvan hevur hann nakrantíð í lívinum hitt nakran, sum var í somu støðu sum hann.

Bókin hjá Líggjasi í Bø, “Linga og Mallus”, er útseld, men dagførd útgáva kemur ætlandi út til jólar.

 

© Copyright: Forlagið Status og Líggjast í Bø

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply