f s r
^

Slóðbrótandi fyrilestrar um føroysk LGBT viðurskifti í Østrøm

Týskvøldið 31. juli kl. 19.00 verður Østrøm karmur um serligt kunnandi kvøld um føroysk LGBT viðurskifti. Talan eru um tríggjar kvinnur, ið fara at tosa um trý áhugaverd og slóðbrótandi evni, ið ongnatíð áður hava verið viðgjørd alment í Føroyum.

Turid Sigurdardóttir, professari í bókmentum, fer fyrst at tosa um samkynd og samkyndleika í føroyskari bókmentasøgu. Hon kallar sín fyrilestur: “Frá Ánaniasi til Brahmadellarnar – Tøgn og tala um samkynd í føroyskum bókmentum”. Hon fer m.a. at leggja dent á Ánaniasartátt, sum er skrivaður í 18. øld og tann søguliga samanhangin tátturin er skrivaður í.

Kinna Poulsen fer síðani at halda ein fyrilestur, sum hon rópar: “Ó-søgur av hinum slagnum – Um samkyndleika í føroyskari myndlist”. Hetta er ein viðgerð av myndlistini hjá føroyskum samkyndum og av samkyndleika annars í føroyskari og altjóðari list.

Amerikanski doktarin í mannfrøði, Dr. Mariah Schug, fer til endans at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Fyrilesturin verður á enskum og ber heitið: “Nordic Perspectives – Attitudes About and Impacts of Gay Marriage in Nordic Societies”.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin í Østrøm. LGBT Føroyar skipar fyri tiltakinum.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply