f s r
^

Øll vælkomin á Faroe Pride!

LGBT: Fríggjadagurin verður litfagur, tá savnast føroyingar fyri at heiðra ymiskleikan og fyri at vísa á, at teir ynskja sær eitt rúmligt samfelag har allir borgarar eru javnsettir.

Fyrireikingarnar eru í hæddini, og vit gleða okkum til at bjóða føroyingum eina litfagra Pride, sigur Annika Vang, nevndarlimur í LGBT.

Pridin byrjar við Gundadalshøllina fríggjadagin 27. juli kl. 16.00. Hitað verður upp við góðum tónleiki og skemti. Ælabogafløgg og annað litríkt verður útlutað.

Gingið verður síðan í skrúðgongu oman í Tórsgøtu, har ein rimmar konsert verður við Eivør, Mike, Nalja, 200, Reykjavíkar Queer Choir og Ævintýraferðini við Búa & Dánjal. LGBT hevur lagt stóran dent á at seta saman eina fjølbroytta konsertskrá, har eitt sindur er til øll ættarlið.

Skrúðgongan verður litføgur. Øll eru vælkomin at verða við í gonguni og á konsertini og vísa, at tey fagna ymiskleikanum og stuðla einum rúmligum samfelag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir Faroe Pride 2012, Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík verður gestarøðari, Ólavur Eysturdal heldur røðu vegna LGBT og Tróndur Vatnhamar verður vertur á konsertini.

Í Tórsgøtu bjóðar LGBT kaffi, ælabogamuffins, sodavatn, sunkist og andlitsmáling til børnini

Alt á Pridini er ókeypis

Skráin fyri konsertina er henda:
Eivør
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn
Ævintýraferðin
Reykjvíkar Queer Choir
Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík
200
Mike
Ólavur Eysturdal, LGBT Føroyar
Nalja

LGBT heitir á tey sum vilja verða við í skrúðgonguni um at møta í góðari tíð, soleiðis at skrúðgongan kann byrja kl. 16.00 stundisliga.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply