f s r
^

Ólavsøkan byrjar við Faroe Pride

Ársins Faroe Pride fer alment av bakkastokki 27. juli 2012 og heldur áfram í ein mánað. Umframt stóra almenna skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum “lítla Ólavsøkuaftan”, verður eisini forvitnislig framsýning, øðrvísi fyrilestrar og kunnandi tiltøk á skránni.

 Hetta er triðju ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. “Pride” er eitt enskt orð, ið merkir at vera errin, og heitið verður vanliga nýtt til líknandi tiltøk uttanlands. Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynskið um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum.

Framsýning um ”Hvat er natúrligt?”
Hóskvøldið 26. juli 2012 verður fernisering av slóðbrótandi vísinda- og listarligari framsýning í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin, sum hevur fingið heitið: ”Hvat er natúrligt?”, tvinnir altjóða gransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa samkynd- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Hetta er ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava lyndi til at halda.

Umframt fleiri grønlendsk og íslendsk listafólk, vera hesi føroysku listafólkini við á framsýningini: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Astrid Maria McDonald, Beinta av Reyni, Brandur Patursson, Ditte Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrikkur á Heygun, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Listamaður, Nerf Herdis Jakobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen og Petur Pólson.

Amerikanski doktarin í mannfrøði, Mariah Schug, tekur sær av vísindaliga partinum, ið byggir á líknandi framsýning, sum hon hevur sett upp í New York.

Framsýningin er almenn og ókeypis at vitja allar Ólavsøkudagarnar. Framsýningin verður eisini opin í august mánaða soleiðis, at framhaldsdeildir og miðnámsskúlar fáa høvi at vísa næmingum sínum framsýningina, tá skúlarnir byrja aftur. Umframt framsýningina, hava næmingar møguleika eisini at hoyra frá ungum føroyskum samkyndum, ið siga frá, hvussu tað er at vera samkyndur í Føroyum í 2012. Tey ungu fáa eisini høvi at seta spurningar.

Skrúðgonga og konsert
Fríggjadagin 27. juli 2012 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan í gongd. Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin og endað verður í Tórsgøtu, har skipað verður fyri ókeypis og familjuvinarligum tiltakið. Mannamúgvan fer at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Tey luttakandi á tiltakinum í Tórsgøtu verða: Eivør, Reykjavík Gay Choir, Nalja, 200, Mike og Ævintýrferðin við Búa & Dánjal. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur Faroe Pride 2012, og Tróndur Vatnhamar verður vertur.

Tiltakið verður skipað eins og ”Hinsegin døgum” í Reykjavík, har næstan 1/3 av øllum íslendingum møta upp árliga. Vónandi verður hetta eisini galdandi í Tórshavn – við tíðini.

Kunnandi fyrilestrar um føroysk LGBT viðurskifti
Tann 31. Juli skipar LGBT Føroyar fyri serligum kunnandi kvøldi í hølinum hjá Østrøm á Skálatrøð. Fleiri áhugaverdir fyrilesarar verða um evni, ið hava samband við framsýningina og onnur LGBT viðurskifti. Eitt nú fer Turid Sigurdardóttir at tosa um samkynd í føroyskari bókmentasøgu. Kinna Poulsen fer at lýsa evnið: Samkynd og samkyndleiki í føroyskum altjóða listahøpi, og amerikanski doktarin í mannfrøði, Mariah Schug, fer at siga frá síni gransking av virðisgrundarlagnum hjá føroyingum. Mariah Schug fer eisini at hava fyrilestur um, hvat vísindin sigur um samkynd og tvíkynd djór.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri øllum tiltøkunum við stuðli frá Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, og við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply