f s r
^

Røðan hjá Rigmor Dam til aðalfundin hjá LGBT Føroyar

Um frælsi at elska

Skaldið William Heinesen sigur einastaðni, at “Nutiden… begyndte så småt at fortrænge den umådelig lange og sejglivede færøske middelalder”.
Soleiðis var mín kensla eisini hin dagin í desember 2006, tá løgtingið við triðju viðgerð samtykti broytingarnar í revsilógini í grein 266b.

Vit minnast tað øll. Málið tendraði, tá Rasmus Rasmussen varð bukaður í Glitnir og fekk treytaleysan stuðul frá pápanum í stríðnum móti diskrimnasjón. Bylgjurnar gingu ómetaliga høgt í okkara lítla paradísi, og vit fingu eitt neyðugt og slóðbrótandi orðaskifti um grundleggjandi spurningar so sum toleransu og intoleransu, trongskygni ella víðskygni og um ymsar fatanir av kristna boðskaðinum um næstakærleika.

Dagblaðið Politiken umrøddi málið í stórari greinarøð, sum hevði røtur heilt aftur til lívsstykkið Rólant Samuelsen, sum framvegis í dag er ein tíðandi varði í nýggjari føroyskari søgu og sjálvsagt eisini í søguni hjá tykkum, sum í dag fylkjast um søkina hjá LGBT. (Hann hevði forrestin verið 70 ár í ár, nú 20 ár eftir, at hann lat lív.)

Sjálv var eg tá, undir stríðnum um 266b, í tí hepnu støðu sum fjølmiðlafólk at sleppa at fylgja kjakinum frá fyrstu parkett. Mangan var ágangurin harður, og ofta vórðu vit skýrd at ganga ørindi fyri tey, ið vildu herða 266b. Tað gjørdu vit ikki. Men tilvitað løgdu vit nógva orku í at lýsa málið so gjølliga, sum til ber. Tí kjakið var so grundleggjandi fyri eitt modernað rættarsamfelag, sum byggir síni virði á altjóða mannarættindi og næstakærleika.

Tí, tú kanst ikki skyna ímillum rættindi teirra samkyndu og onnur mannarættindi. Rættindi hjá samkyndum eru mannarættindi. Øll eru fødd fræls og hava rætt til javnbjóðis virðing og rættindi.

Og frælsa pressan í okkara parti av heiminum, sum sjálv er úrslit av stríðnum fyri mannarættindum, hevur skyldu til at varpa ljós á mál, sum snúgva seg um rættin at vera, frælsið at skriva og tala, at fylkjast og ganga í friði og tryggleika á gøtuni – ella í Glitnir fyri tað.

So vit viðgjørdu málið eftir vanligum jounalistiskum prinsippum. Vit ansaðu allatíð eftir, at báðir partar sluppu framat at greiða frá sínum sjónarmiðum, og funnu støðugt nýggjar og øðrvísi vinklar at lýsa málið uppá, so fólkið og lóggávuvaldið kundi taka støðu.

Hetta hóvaði tó verri enn so øllum. Men, tøgnin, sum altíð hevði verið sterkasta vápnið, var brotin og knappliga fingu vit eina fólksliga reaktión uppá eitt mál, sum fleiri ynsktu als ikki var til. Á ein hátt vórðu eyguni latin upp fyri einum fyribrygdi, sum hevði verið tilvitað ella ótilvitað fortrongt, tí føroyingar flestir ynsktu ikki kúgan og tøgn.

Lýsingarátakið hjá tykkum í LGTB, sum ber sigandi heitið “Vit eru her” byggir á júst somu súlur. Kampanjan breyt veruliga upp úr nýggjum, tá ið tit settu andlit á føroysk samkynd, biseksuel og transseksuel.

Tá skaptu tit nærveru og gjørdu abstrakt hugtøk til kjøt og blóð. Tey, sum áður høvdu bólkað øll, ið ikki vóru hinkynd undir sama spjaldri, sóu, at tit eru líka ymisk og onnur.

Tit eru sprøklut og hava allar ælabogans litir – eins og øll onnur. Og felags fyri okkum øll er, at vit eru øll dóttir ella sonur onkran, vit eru ommubørn og langabbabørn hjá okkara forfedrum.

Vit eru føroyingar, ið elska.

Og vit eru her.

Hóast eg legði fyri við vónargóðu orðunum hjá William Heinesen, so hoyra vit javnan um skakandi tilburðir í Føroyum, sum standa í grellari andsøgn við dogmatiska tolsemið, sum skaldið stóð fyri.

Niðrandi orðini um kynið hjá hondboltsleikara, sum júst í hesi løtu stríðist í finaluni millum Neistan og Stjørnuna, ber boð um, at vit enn hava ómetaliga langt eftir á mál. Í londum rundan um okkum verður sligið hart niður á atburð, sum ger seg inn á fólk vegna rasu ella kyn. Men summastaðni í Føroyum vil man opinbart gjarna halda hond yvir slíkum. Og tað eiga vit ongantíð at góðtaka.

Samstundis kunnu vit politiskt og mentanarligt eygleiða eitt víðgongt høgrarák í Europa. Frælsisflokkurin situr í stjórn í Hollandi, Svøríkidemokratarnir hava fingið umboð í svenska Ríkisdagin, og í fleiri av eysturevropeisku londunum hava víðgongdir høgraflokkar, sum eitt nú Jobbik í Ungarn fingið stóra undirtøku við stevnumiðum við álopum á jødar og sigoynarar.

Rákið er ræðandi! Høgrarákið tænir ikki tolseminum millum menniskju. Tá vit leita eftir syndabukkum, liggja minnilutar til høgra beinið. Hetta sæst á eisini í mun til minkandi tolsemi í stríðnum fyri javnstøðu millum kyn, útlendingar, sexuellar minnilutar og onnur.

Trupla fíggjarstøðan í Europa elvir til frustratión og máttloysi og tað finnast altíð samvitskuleysir politikarar, sum veksla vónloysið til egnan vinning við at tosa til tann innara svínhundin í menniskjanum.

Vit uppliva frásortering av fostrum við Down Syndromi, ógvusliga forfylgingin av sigøjnarum, illlegalum inflytarum og sexuellum og religiøsum minnilutum – alt slíkt, sum vekir óhugnalig minnir til eitt annað ræðandi tíðarskeið í søguni…

Aktuella málið í Føroyum og gongdin í Europa yvirhøvur minnir okkum á, at tey grundleggjandi mannarættindi als ikki eru sjálvsøgd. Tað má verða okkum øllum greitt, at vunnin rættindi halda ikki í allar ævir, tá tey eru vunnin. Hetta sæst sanniliga eisini aftur í mun til føroyska vælferðarsamfelagið, sum nú stendur fyri skotum.

Og tað er júst í hesum stríðnum, at felagsskapurin LGBT hevur sín fornemsta leiklut. Og lat ongan iva vera um, at eg haldi, at tit fylla hendan leiklut til UG við kryds og slange.

Við orðunum hjá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum í nýbrótandi røðu síni Ólavsøkuaftan í Grasagarði, tók soleðis samanum:
“Tað er gott við einum felagsskapi sum við klárskygni, upplýsing og vitan taðar lendið, so blóman kann spretta. Eisini í hesi søk er tað galdandi, at hóvsemi og tollyndi eru góð amboð í hondini á urtagarðsmanninum – so loksins bæði grør og sprettur.”

Frælsi og vælferð hins einstaka hevur altíð verið málið hjá sosialdemokratisku rørsluni. Tað er okkara mál, at øll menniskju skulu hava møguleikan at gera sínar dreymir um tað góða lívið til veruleika innan karmarnar hjá felagsskapinum. Ikki bert tey fáu, ikki bara tey flestu, men øll – uttan mun til húðalit, trúgv ella kynsliga orientering. Einki minni.

Í felag kunnu vit skapa eitt Føroyar fyri øll, har øll skulu við og øll sleppa við. Latið okkum við felags átøkum stríðast fyri tí inkluderandi samfelagnum, har margfeldi í felagsskapinum er ein ressursa, sum skapar dynamikk og framburð.

Vit vita, at tíðin er ein virkin viðspælari, tá tað snýr seg um endamálið hjá LGBT. Í hesum máli er tað mítt inniliga ynski, at tíðin skal ganga skjótt, so frælsið at elska verður ein sjálvsagdur mannarættur hjá øllum borgarum í Føroyum.

Takk fyri!

– Rigmor Dam, løgtingslimur

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply