f s r
^

Dimmalætting skrivar: Gustav og vit

Tá Gustav Andersen Salinas úr sendingini, ‘For lækker til love’, ótarnaður og uttan at vekja ans kann koma til Føroyar, í frið og náðum spáka umborð á Smyril og uttan lívverjar kann standa í barrini á Tvøroyrar klubba eitt heilt kvøld. Tá hava Føroyar flutt seg meira, enn vit gera okkum far um í tí dagliga.

Maðurin er altso ílatin g-strong og hondjørn á facebookmyndini hjá sær. Eg hevði í mínum smáfordómsfulla sinni ikki ímynda mær, at surðingar og ultrafemininir menn, ílatnir g-strong og hondjørn við slíkari sýningartrongd høvdu so øgiliga nógv til felags. Men har fór eg eftir øllum at døma skeivur.

Suðringar eru bókstaviliga ikki, hvat teir hava verið. Føroyska snævurskygnið er ikki, hvat tað hevur verið. Fólk mótmæla nú harðmælt, tá rasistisk illkvæmisorð verða rópt við fótbóltsvallir og í ítróttarhøllum. Gay Pride, fagnaðargongan hjá teimum samkyndu og Ólavsøka ganga væl hond í hond og Gustav Andersen Salinas kann saktans bæði arbeiða og flirta við lekkrum suðuroyingum í klubbanon, uttan at nakar fær ilt av tí. Sambært Se&Hør fer Gustav ikki í býin í Danmark uttan piparspray. Hann yvirlivdi væl og virðiliga vitjanina í Føroyum uttan piparspray og uttan trupulleikar. Dósin við piparspray var tikin frá honum á flogvøllinum í Kastrup.

Tað fær meg at hugsa; er tað ikki eftir hondini ein útvatnað klishé, at ein ferð av megin landinum til Føroyar er ein ferð 50 ár aftur í tíðina? Rasistar, homofobar og idiotar finnur tú allastaðni. Føroyar er einki undantak. Men eru teir fleiri í Føroyum enn aðrastaðni? Eru føroyingar anno 2012 meira snævurskygdir enn onnur fólk? Eg loyvi mær at ivast. Satt at siga rokni eg við, at nógv nógv teir flestu føroyingarnir eru heilt vanlig hampafólk. Tíðin tá tú kundi spotta ein føroying millum 1000 danir og svenskarar á gongugøtuni í Keypmannahavn er ein farin tíð.

Heini Gaard, Dimmalætting

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply